SInnisbati á ferð

Ársfrágreiðing formansins 2017

Árið í fór hjá Sinnisbata 2016 hevur verið eitt virkið og gott ár eins og undanfarnu nógvu eftirhondini

Kronologisk gongd 2016

Vit byrja ári í januar við at hoyra Sondy á Klaksvíkar Bókasavni, har hon tosaði fyri fullum húsi, um hvussu tað var og er at liva við sálarsjúku. Haldi at býðurin Klaksvík tað kvøldi fekk rættuliga nógv ikki bert at tosa um men at hugsa yvir.

Stutta tíð eftir í mars, eru vit aftur í Klaksvík, har vit í skúlanum byrja fyrilestrarøðina við “Rebellen fra Langeland” (Ole Martin Sørensen) ið arbeiðir eftir princippinum Almindelig Sund Fornuft ( ASF) – Ole helt síðan fyrilestur í Havn, í Perluni og á Frælsinum, ávikavist ein almennan og fakligan fyrilestur – Eg havi síðan fingið mail frá manninum og hann lat heilsa øllum og takka fyri hvussu væl vit tóku ímóti honum. Hann var nógva staðir runt og vitjaði – Á herberginum hjá Frelsenshær, í Fountain Húsinum har hann var við til føðingardag.

Ole Martin er síðan blivin bókaaktuellur, fingið virðislønir og hevur í summar, havt vitjan av sjálvari Dronning Margrethe den anden . Tað so bergtakandi við hesari eldsálini er virðingin fyri borgaranum og mátin “tann professionelli er so professionellur, at han næstan er óprofessionellur”. Og tað er oftani har møti hendir ímillum, serliga tey allarsjúkastu og viðgerðan innan psykiatri.

Í August hava vit vitjan av “EN af OS” fólkunum og felagsskapinum.Vitjanin kom í lag eftir ynski frá Sondy Simonsen, sum hevði skotið hetta upp. Vitjanin var væleynda, men hevði ikki gingið so væl uttan so at Laura hjálpti til í fyrireikingini. EN AF OS fólkini vóru eini 7 -8 fólk tilsamans.

Sondy hevur síðan fingið “SIND prísin” har grundgevingin m.a. var at hon hevði verið við til at varpa ljós á sálarsjúku í FO, at hon er opin og miðlandi um at tað væl ber til at fáa tað betur sum sálarsjúkur, eisini við egnari hjálp.

http://www.tv2fyn.dk/ugens-gaester/fynsk-foredragsholder-vinder-sind-prisen

So eru vit framm í Oktober har árligi Psykiatridagurin bleiv hildin 11.10, og ikki 10.10 vegna landsdystin 10.10. Psykiatridagurin hevði tema í 2016 um hvussu tónleikur ávirkar sálarheilsuna. Sanne Storm og lærari hennara Inge Nygaard Pedersen (sum er stovnarin av musikterapeutútbúgvingini í DK) vitjaði okkum – Fakligur fyrilestur um dagin og almennur fyrilestur í Reinsaríðnum. Men okkara fólk hjálptu eisini til Røkkvi bergtók við sínari rødd, og ikki minni Morgunkóri sum eisini sang til tiltakið.

Sinnisbati helt eykaðalfund í heyst, har fleiri nýggj andlit komu við í nevndina. M.a. Olga og Anna, sum fóru beint í gongd, og løgdu fram í Dec. Har Sinnisbati var boðið við til átak 7.12., sum felagið Bituff skipaði fyri, um sálarheilsu, í LØKSHØLL.

https://www.youtube.com/watch?v=n440LD_OKTM&feature=youtu.be       Olga

https://www.youtube.com/watch?v=GpvWo8HDzPE&feature=youtu.be Anna

Í heyst, umleið sept. Okt. stóð greitt at Sinnisbati bleiv ríkað við arvi frá Nannu Skálu, sálu, ið doyði í august 2016, sum hevði testamenterað húsini á Dalavegnum 8a til arbeiði við sálarsjúkum. Hetta er fantastiskt, at so er borið í bandi, og at gleðast um og vit gleða okkum í samstarvi við Sólstræti at fara undir at arbeiða í húsunum.

Besta jólagávan vit kundu fáa var við jóltíðir, 2016, tá ið tað stóð heilt greitt at nú var alvor í samstarvinum ímillum Bústaðir og Sinnisbata. Hetta hevði verið ein lang gongd, sum endaði við at vit í Sinnisbata býtti um við Bústaðir, soleiðis at skilja at tey fingu grundina hjá Sinnisbata, sum lá í Berjabrekku, móti at vit, tá ið byggjaríði hjá Bústøðum er liðugt har, verða 12 íbúðir “oyramerktar” til fólk við sálarsjúku, sum kunnu búgva sjálvi. Bústaðir eigur bygningarnar, og Almannaverkið visiterar hvør leigar íbúðirnar.

Arbeiði annars hjá Sinnisbata

Umframt hesa kronologisku gongd, hevur Sinnisbati eisini megna av álvara at fáa avvarðandiarbeiði sett á skinnarar, og liggur hetta í einari rímuliga fastari legu nú og er hetta gleðiligt og eitt ordans frambrot í at betra um korðini hjá teimum avvarðandi.

Serliga hevur avvarðandiarbeiði fyri børn vakt ans og fekk “Time Out” átakið mikið uppmerksemi í fjølmiðlunum

http://kvf.fo/netvarp/uv/2016/08/10/dalet-export-1071341

Í 2016 hevur verið arbeitt við at kanna møguleikarnar fyri at fáa eitt ráðgevingartilboð til ung í Føroyum, og er hetta rættuliga áleiðis. Laura og undirritaða vóru á Psykiatritoppfundi í KBH í september, har vit tosaðu við fólkini aftanfyri headspace konseptinum niðri, og Laura hevur síðan verið aftur í DK og tosa við fólkini har. Haldi hon veit meira um smálutirnar í hesum, enn forkvinnan. Eg vil virkuliga ynska fyri okkum í Sinnisbata og ikki minnst fyri øll tey ungu sum vit vita baksa við sálarheilsu trupulleikar at fyribyrgjandi ráðgevingartilboð kemur at veita teimum linna, og ikki minnst kann fyribyrgja at tey gerast meira ússalig enn neyðugt.

Sinnisbati hevur havt kunningarherferðina “tað er OK ikki at vera OK” sum vakti stóran ans og fleiri fólk hava hetta logo framvegis á teirra FB-vangamynd. Hetta átak sum hevði til endamáls at økja um opinleikan og at niðurlaga tabu um sálarsjúku hevur havt sína ávirkan til tað betra

https://kvf.fo/gmf?sid=60690

Tað er OK ikki at vera OK

Vegna hesi átøk, serliga kunning á heimasíðuni, at vit leggja nógv á FB vangan o.s.v. hevur við sær at fjølmiðlarnir fáa við hvat vit í Sinnisbata hava upp á hjarta og eri eg rættuliga takksom fyri at so er. T.d. er eitt brot heilt aftur frá 2014 niðanfyri, har Regin og Magni tosa um renning   http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/11/27/renningin-hevur-bjarga-mr

At sleppa í Miðlarnar er styttsti og effektivasti vegur at náa út við “góða boðskapinum” So takk til KVF og tíðindabløð okkara fyri vælvild í hesum sambandi.

Fíggjarstøðan hjá Sinnisbata hevur ikki verið betri í mong ár enn nú. Serliga hevur gjørt mun at vit frá Almannaráðnum hava fingið hækka játtan okkara frá 200 túsund til 400 túsund árliga – Hetta gevur okkum møguleika at seta fólk nakrar tímar at arbeiða fulla tíð við øllum hjá okkara vælvirkandi áhugafelagsskapi. Serliga hevur Eyðgunn Samuelsen, havt ein fingur við í spælinum her og vita vit at hon hevur serliga fokus á sálarheilsuna, eins væl og Sirið Stenberg, sum júst hevur sett ein arbeiðsbólk at endurskoða psykiatriina í FO.

Annar almennur stovnur, sum vit eisini njóta stóra vælvild frá er Tórshavnar Kommuna, sum aftur og aftur hevur veitt okkum ókeypis hølir, til okkara stóru arrangementir.

Her eru ikki øll nevnd við navni í hesari ársfrágreiðing, sum gera eitt stórt arbeiði í nevndini. Allir innsatsirnir tilsamans í hesari nevndini, hava og fara at lyfta Sinnisbata fram, til frama fyri okkara málbólk. So takk til tykkum øll fyri tykkara hugagóðheit og virkisfýsni.

Eg fari at enda hesa drúgvu ársfrágreiðing fyri 2016. Um eina løtu fara vit til nevndarval og skal eg siga frá at eg ikki stilli upp aftur, men fari at lata forkvinnusessin til annað valevni. Eg havi tað luksus problem at eg havi “ov nógv jørn í eldinum”, og má raðfesta og skera niður onkra staðir, og hesaferð verður tað mín forkvinnuleiklutur í Sinnisbata, sum verður tikin út mínum arbeiðslívi beint nú. Eg vil takka fyri tíðini, sum forkvinna í gott 4 ár, har eg havi samstarva við tykkum í nevndini og øll hini sum eru komin og farin á mínum veg í samband við Sinnisbata. Hetta hevur verið gevandi og mennandi fyri meg sum persón, og haldi at eg er blivin eitt meira eymjúkt fólk av hesum.

Hetta søgdu vit í nevndini 06.03.2013

”Eitt av málunum hjá nýggju nevndini er at gera felagið meira sjónligt

og at økja um limatalið. Eitt annað mál, sum nýggja nevndin hevur sett sær er at halda reglulig átøk, har fyrilestrar vera hildnir við kuning um ymisk viðkomandi viðurskiftir, eitt nú: almenn kunning um sálarlig fyribrigdi, fyribyrgjandi og sálarheilsufremjandi arbeiði, niðurlaðing av tabu og stigma um at vera sálarliga sjúkur,rehabilitering og recovery.”

Haldi vit saman hava gjørt tað so gott vit kundu, og haldi áfram við góða arbeiðinum og ansa mær væl eftir Sinnisbata, og fokuseri hvønn dag á kjarnuuppgávuna og hvat heimildar Sinnisbata, at arbeiða fyri kor teirra sum stríðast við sálarheislutrupulleikar.

Takk fyri!

Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, februar 2013 – mars 2017.

Súsanna Olsen við gávu frá Sinnisbata.

 

 

SInnisbati á ferð

Sinnisbati fingið nýggja nevnd og forkvinnu

 

Leygardagin 4. mars var árligi aðalfundurin hjá felagnum Sinnisbati, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Forkvinna Súsanna Olsen helt eina formansrøðu, har hon millum annað legði dent á arbeiðið við eini heildarætlan fyri psykiatriska økið, ið er tiltrongd. Harumframt nevndi hon, at Sinnisbati seinastu árini hevur ment seg nógv, og er í dag ein sjónligur áhugafelagsskapur við nógvum virksemi.

Sinnisbati hevur arbeitt nógv við avvarðandi arbeiði, við sjálvhjálparbólkum bæði til vaksin, børn og ung, eisini rópt ”Time Out”. Hetta er eitt økið felagið framvegis fer at arbeiða fyri, tí tað hevur víst seg at vera sera gevandi. Sinnisbati fer framvegis at arbeiða fyri, at betra um støðuna hjá avvarðandi.

Súsanna Olsen kom eisini inn á, at Sinnisbati í løtuni arbeiðir við at byrja eitt nýtt ráðgevingartilboð til ung, sum skal virka fyribyrgjandi. Tíverri síggja vit í kanningum, eins og í arbeiðinum hjá Sinnisbata, at talið av ungum við sálarheilsu trupulleikum er vaksandi. Trýstið er stórt, og ung hava alt fleiri avbjóðingar innan fleiri øki. Tað kann vera trupult at tosa við foreldur og vinir um hesar avbjóðingarnar, og tí er tað gott at hava eitt stað, har onkur altíð er at tosa við.

Súsanna Olsen endaði við, at boða frá, at hon takkar fyri seg sum forkvinna í felagnum. Súsanna hevur verið forkvinna í Sinnisbata í fýra ár, har hon hevur staðið á odda fyri at fáa gjørt Sinnisbata til eitt sjónligt felag, ið verður tikið við uppá ráð. Felagið takkaði Súsonnu fyri sítt stóra og góða arbeiði, við at geva henni eina gávukurv og ein grafiskan málning.

Røðan hjá Súsonnu Olsen kann lesast á heimasíðu felagsins.

Nýggj nevnd bleiv vald, og hevur skipað seg soljóðandi:

Róa Midjord: Forkvinna

Marjun J. Hentze: næstforkvinna

Jana Mortensen: Skrivari

Tummas Tomassen: Kassameistari

Anna Nolsøe Joensen: Nevndarlimur

Olga Maria undir Skarði: Nevndarlimur

Súsanna Olsen: Nevndarlimur

Tiltakslimir í felagnum gjørdust: Vanja S. R. Davidsen, Margreta Poulsen og Regin Jóanesarson.

Laura Apol stillaði ikki uppaftur. Hon er sett í starv sum samskipari hjá felagnum í nakrar tímar um vikuna, til millum annað at fáa ráðgevingartilboðið upp at standa. Harumframt skal hon taka sær av samskiftisuppgávum, samskipa tiltøk og taka sær av skrivstovuuppgávum.

Á myndini síggjast frá vinstru: Marjun J. Hentze, Vanja S. Davidesen, Regin Jóanesarson, Róa Midjord, Jana Mortensen, Margretha Poulsen, Súsanna Olsen, Tummas Thomassen, Anna Nólsøe Joesen og Olga Maria undir Skarði.

SInnisbati á ferð

Aðalfundur í Sinnisbata

Við hesum verður innkallað til árðliga Aðalfundin hjá Sinnisbata, leygardagin tann 4.3.2017. Fundurin verður í hølum felagsins, Laðabrekku 1, í Tórshavn. kl. 14-16.00

Dagsskrá sambært viðtøkum felagsins:

Aðalfundurin viðger hesi mál:
Val av orðstýrara
Ársfrágreiðing formansins
Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins
Møguligar lógarbroytingar
Limagjald fyri komandi ár
Nevndarval
Val av grannskoðara
Ymiskt

Vegna Sinnisbata
Súsanna Olsen, forkvinna

SInnisbati á ferð

Samstarv ímillum Sinnisbata og Bústaðir

Í samstarvi við Bústaðir, og sum partur av einari størri bústaðarverkætlan við Berjabrekku í Tórshavn, verða um stutta tíð fleiri møguleikar hjá fólki við sálarsjúku, at leiga í Tórshavn. Talan er um trý hús við fýra íbúðum í hvørjum húsi. Meira kunning um íbúðirnar verður at lesa í blaðnum hjá Bústøðum, sum verður borið út í hvørt hús í næstum.

Samstarvið er komi í lag, vegna at Sinnisbati hevur verið eigari av einum størri grundstykki við Berjabrekku, har sum Bústaðir hevur ætlanir um at byggja ein størri býling av leiguíbúðum. Kravið fyri at lata grundstykkið bíliga til Bústaðir hevur verið, at ein partur av íbúðunum eru til fólk, ið eru fevnd av endamálsorðingini hjá Sinnisbata, um bústaðir (t.v.s. at arbeiða fyri at fólk, ið eru komin fyri seg, partvíst av sálarsjúku, og sum megna at búgva og húsast sjálvstøðugt, fáa møguleikan til tess). Almannaverkið umsitur íbúðirnar, tá tað er klárt at flyta inn. Sinnisbati hevur tí ikki møguleikan at seta fólk á bíðilista, ella lata fólk flyta inn í íbúðurnar.

Í alt verða 38 íbúðir bygdar í Berjabrekku, soleiðis at grundstykkið, sum Sinnisbati hevur átt, verður ein partur av einum størri stykki, har fleiri íbúðir verða bygdar. Við hesum blíva tær 12 íbúðirnar, sum Almannaverkið fer at ráða yvir, ein partur av einum vanligum bústaðarøki. Hetta er eitt tekin um, at vit í samfelagnum vilja fjølbroytni, stimbra tollyndi og góðtøku á ein góðan og skynsaman hátt. Í longdini vinna vit øll av hesum.

Tá Sinnisbati á fyrsta sinni bleiv sett á stovn í 1982, var endamálið hjá felagnum millum annað, at arbeiða fyri fleiri og betri bústaðarmøguleikum hjá fólki við sálarsjúku í Føroyum. Sinnisbati hevur í mong á havt ein sjálvsognarstovn, ið umsitur og rekur tvey hús í Tórshavn, har stovnarnir Sólteigur og Eysturstræti húsast, sum eru bústovnar fyri fólk, ið hava sálarsjúku.

At byggja íbúðir hevði tó ikki borið til, um tað ikki var, at Bústaðir hevur bjóðað seg fram og sagt ja til, at taka hesa uppgávuna á seg. Sum áhugafelag, hevði tað ikki verið møguligt hjá Sinnisbata at bygt á grundstykkinum. Tí fegnast nevndin um, at Bústaðir átekur sær hesa sosialu ábyrgdina, og gevur fólki, ið hava sálarsjúku, fleiri bústaðarmøguleikar.

Hetta er ein teimum bestu gávunum, sum ein áhugafelagsskapur sum Sinnisbati kundi fingið. Sinnisbati vil takka felagnum Bústaðir fyri at tey hugsa um okkara limir, og vísa sosiala ábyrgd.

 

SInnisbati á ferð

“At liva við sálarsjúku” – spennandi tiltak verður í Løkshøll 7. desembur

Mikukvøldið 7. desembur skipar bituff fyri áhugaverdum fyrilestri um, hvussu tað er at liva við sálarsjúka tætt inn at kroppinum, og hvussu man sum familja, vinir og onnur avvarandi, skulu bera seg at tá, ið tey merkja fordómar í samfelagnum. Tormóður fer eisini at tosa um, hvussu vit sum samfelag, kunnu hjálpa tí sálarsjúka at finna røttu hjálpina fyri soleiðis at fyribyrja at sjúkan gert ov álvarslig og byrðan ov tung at bera.

 

Hjá flestu fólkum er veturin og jóltíðir ein vanligur partur av árinum, men hjá fólki, sum eru sálarsjúk, kann hetta vera ein serliga torfør árstíð. bituff hevur heitt á Tormóð Stórá, leiðara á Psykiatriska Deplinum, um at hava ein fyrilestur og svara spurningum um hetta evnið, ið hevur so stóra ávirkan á gerandisdagin hjá fólki við sálarsjúku og teirra avvarandi.

 

Umframt fyrilesturin við Tormóði Stórá, fer Anna Nolsøe Joensen at siga sína søgu um hvussu tað er at liva við sálarsjúku og Olga Maria undir Skarði fer at greiða frá, hvussu tað er at hava ein sálarsjúkan í familjuni. At enda verður eitt kjakpanel, leitt av Maibritt Højgaard, sálarfrøðingi. Við í panelinum eru Tormóður Stórá, Anna Nolsøe Joensen, Olga Maria undir Skarði og Laura Apol, næstforkvinna í Sinnisbata.

 

Tiltakið verður í Løkshøll mikukvøldið 7. desembur frá kl. 19.30 til 22.00. Aftaná verður skipað fyri einum lítlum “after party”, har til ber at njóta okkurt leskiligt og at tosa saman.

 

Atgongumerki á 195 kr. fáast á www.loksholl.fo, ella við dyrnar á 250 kr.

 

Les meira á bituff.com

SInnisbati á ferð

Fleiri nýggj andlit í nevndini í Sinnisbata

 

Eykaaðalfundur var í felagnum Sinnisbata mikudagin 9. november.

 

Eitt punkt var á skránni, sum var val av nevndarlimum og tiltakslimum.

 

Tvær ynsktu sæti í nevndini​ og blivu báðar valdar: Anna Nolsøe Joensen og Olga Maria undir

Skarði. Tríggir tiltakslimir vórðu valdir: Marjun Hentze, Jana Mortensen og Margretha

Poulsen.

 

Í nevndini eru nú Súsanna Olsen, forkvinna, Laura Apol, næstforkvinna, Tummas Thomassen,

kassameistari, Róa Midjord, bólkasamskipari, Regin Jóanesarson​, Olga Maria undir Skarði og

Anna Nolsøe Joensen.

 

Nevndin hevur ikki skipað seg av nýggjum. Hetta verður gjørt á fyrsta komandi nevndarfundi.

 

Barbara Gaardlykke Apol, sum hevur verið í nevndini, takkaði fyri seg á hesum sinni.

Sinnisbati vil takka Barbaru fyri sítt stóra arbeiði í felagnum seinastu árini og ynskja henni

blíðan byr framyvir.

SInnisbati á ferð

Altjóða psykiatridagur 2016 og fakligur fyrilestur

Altjóða Psykiatridagurin verður hildin í Reinsarínum í Havn 11. oktober.

Hetta er eitt átak, sum Sinnisbati heldur er bæði gott og neyðugt fyri at varpa ljós á sálarheilsuna, ið fyllur nógv í samfelagnum, men vegna tabu ikki verður umrødd nóg mikið.

 

Í ár verður ljós varpað á tónleikaterapiina. Ein kendur tónleikaterapeutur úr Danmark, Inge Nygaard Pedersen, kemur til Føroya. Hon fer at greiða frá um tónleikaterapiina í psykiatriini, sum ein kreativur vinkul uppá at rúma trupulleikar og menna førleikar hjá teimum, sum eru rakt av eini sinnis- ella sálarsjúku.

 

Tónleikaterapi verður nógv brúkt sum viðgerðaháttur og hjálpartól í arbeiðnum við psykiatriska sjúklinginum, og tykist at vera ein viðgerðaháttur, sum er í stórari menning og framburði – eisini her í Føroyum.

 

Umframt fyrilestur verður tónleikur við bólkinum ROKKVI og Morgunkórinum á skránni.

 

Seinastu árini hevur Sinnisbati skipað fyri Altjóða Psykiatridegnum 10. oktober, sum eisini er Altjóða Psykiatridagur, men í ár verður hann hildin 11. oktober orsakað av landsdystinum ímóti Portugal, sum verður spældur í Gundadali 10. oktober.

 

Møguleiki er fyri at stuðla arbeiðnum hjá Sinnisbata, ið er áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra, á tiltakinum.

 

Drekkamunnur og søtt til góman verður at fáa. Tiltakið byrjar kl. 19:30 og tað er ókeypis. Øll eru vælkomin.

 

Les meira um skránna á www.sinnisbati.fo ella á Facebook-síðuni: www.facebook.com/sinnisbati.

 

Fakligur fyrilestur verður við kendum tónleikaterapeuti í Lærarakúlahøllini 11. oktober.

 

Inge Nygaard Pedersen, úr Danmark, er kendur tónleikaterapeutur. 11. oktober kemur hon til Føroya, har hon kemur at greiða frá tónleikaterapi í psykiatriini, sum ein kreativur vinkul uppá at rúma trupulleikar og menna førleikar hjá teimum, sum eru rakt av eini sinnis- ella sálarsjúku.

 

Fyrilestur fyri fakfólki verður í Lærarakúlahøllini á Frælsinum 11. oktober kl. 14-16.

 

Tiltakið er ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug.

SInnisbati á ferð

Átakið ”En af os” úr Danmark, kemur til Føroyar 9.-10. september í ár.

”En af os” arbeiðir fyri at niðurbróta fordómar og tøgnmentanina kring sálarsjúku, og hevur gjørt hetta í mong ár. Tey gera tað við at greiða frá persónligum søgum, við tónleiki og við samskifti.

 

Í samstarvi við Sinnisbata í Føroyum, koma 8 fólk úr ”En af os” til Føroyar, og fara tey at skipa fyri fleiri fyrilestrum, café práti, vitjanum og opnum húsi. Fyrilestrar verða fyri almenninginum og fyri fakfólki og politikarum.

 

Skráin fyri vitjanina sær soleiðis út (broytingar kunnu koma fyri)

 

Fríggjadagin 9. september kl. 9.00 – 12.00

”Vónin er altíð ein partur av at blíva frískur –eingin er bara ein diagnosa”

Stað: Perlan, Tórsgøta 3, Tórshavn

Fyri: Tiltak fyri fakfólki, leiðaranum og politikarum

Innihald: Endamálið er, at fáa samskifti um tørvin um meira opinleika og færri fordómar um fólk, ið eru merkt av sálarligum avbjóðingum. Johanne Bratbro, verkætlanarleiðari í EN AF OS, greiðir frá um danskar royndir. Somuleiðis verður greitt frá persónligum søgum frá EN AF OS sendifólkum, við denti á vón og styrki.

 

Fríggjadagin 9. september kl. 12.00 – 15.00

”Unge – Ta´ fat i hinanden”

Stað: Føroya Handilsskúli, Marknagilsvegur 77, Tórshavn

Fyri: Tiltak fyri ungdómar og miðnámsskúlar.

Innihald: Filmsbrot, upplegg og kjak. Ætlanin er, at greiða frá persónligum søgum, og geva teimum ungu amboð til at røkka einum vini, sum hevur tað sálarliga trupult, men eisini amboð til, hvat ein sjálvur kann gera, um ein fær tað ringt sálarliga. Nærum 8% av øllum ungum millum 15-25 ár, hava ella hava haft sálarligar trupulleikar. Tað er tydningarmikið, at við tosa við onnur um hetta og tora at hjálpa og lurta.

 

Fríggjadagin 9. september kl. 17.00-20.00

”Sálarsjúka smittar ikki, tabu ger” – opin kafé og upplegg

Stað: Læraraskúlin i Tórshavn, Fróðskaparsetur Føroya, Frælsi 20.

Fyri: Øll eru vælkomin.

Kl. 17-20 Opin kafé: Til ber at fáa kaffi og eitt prát um tabu, fordómar, og hvat sálarsjúka faktiskt er, og somuleiðis hvussu ein kann klára seg við sjúkuni í gerandisdegnum.

Kl 18 Sendifólk úr EN AF OS greiða frá, bygt á persónligar søgur.

Kl. 20 Samanumtøka og takk fyri í kvøld.

 

Leygardagin 10. september kl. 15.00 -18.00

”Sálarsjúka í miðlamyndum” – opin kafé, fyrilestur og panel

Stað: Læraraskúlin i Tórshavn, Fróðskaparsetur Føroya, Frælsi 20.

Fyri: Øll eru vælkomin.

Kl. 15-18 Opin kafé fyri øllum: Kom oman og fá eitt prát við okkum – vit gleða okkum at síggja teg!

Kl. 16.00 Upplegg og fyrilestur

Kl. 17.00 Kjak um leiklutin hjá miðlum í mun til søgur um sálarsjúku. Hvat fyri ávirkan hava miðlar á, hvussu vit hugsa um fólk, ið eru sjúk ella avvarðandi. Pallborðskjak við politikarum, umboði úr Sinnisbata, miðlafólki og umboð úr EN AF OS.

SInnisbati á ferð

Almannaverkið bjóðar til ítróttardag

Ítróttardagurin er ætlaður persónum við avmarkaðum sálarligum førleika og starvsfólkum, ið arbeiða innan hetta økið.

Øll luttaka á jøvnum føti í teimum ymisku ítróttargreinunum.

 

Endamálið við ítróttardegnum er fyrst og fremst at hava tað stuttligt saman, at røra seg og síðst, men ikki minst, at knýta samband millum tey luttakandi.

Um onkur ikki kann/vil luttaka í kappingunum, er viðkomandi tó vælkomin við sum fjeppari.

Til ber at luttaka í 2 ítróttargreinum. Í samband við innskrivingina í Sørvági skal boðast frá hvørjari grein ein ynskir at luttaka í.

Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi hódagin 9. juni á tlf. 333213, 297510 ella við at senda ein teldupost til: gerdan@av.fo.

 

Luttøkugjaldið á kr. 150 skal gjaldast í samband við innskriving í Miðvági kl. 9.30.

Við í prísinum er morgunmatur, frukt, kaffi/te, køkur og borðhald.

 

Skrá fyri ítróttardagin:

Kl. 09.30 – Innskriving + luttøkugjald

Kl. 10.00 – Sørvágs og Vága kommuna bjóða morgunmat.

Kl. 10.15 – Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, bjóðar vælkomin.

Kl. 10.45 – Upphiting.

Kl. 11.00 – Fótbóltur og boccia.

Kl. 11.30 – Kaffi/te, køkur og frukt.

Kl. 12.30 – Stafett-kapping og postarenning.

Kl. 14.00 – Borðhald v/felagssangi og undirhaldi.