Rósa Samuelsen

Míni hjartamál eru tey bleytu virðini ❤

2019-08-29 - Rósa Samuelsen

Góðu veljarar. Tað, sum stendur mínum hjarta nær er at betra um umstøðurnar hjá menniskjum, sum ikki hava tað gott. Í dagligdegnum varnast vit oftani ikki, at tað eru fólk, sum treingja til hjálp, ikki fyrr enn tað rakar ein sjálvan ella ein av okkara kæru, merkja vit veruligani, hvussu meint tað rakar, ikki bara tann, sum er raktur, men alla familjuna.

Skulu vit meta okkum sum eitt vælferðarsamfelag, so er neyðugt at vit taka hond um tey, sum eru veik, sjúk og okkara gomlu í samfelagnum.

Eitt samfelag, sum tekur sær av teimum veiku er eitt ríkt land fyri øll.

Eg vil arbeiða fyri :

Viðgerðartrygd. Ongin skal bíða í meira enn 30 dagar fyri at koma í viðgerð. Likam- og sálarheilsa skal líkastillast. Vit skulu hava eitt heilsuverk, sum er á hædd við okkara gannalond.

Tað skal eingin munur vera á, hvørja sjúku ein verður raktur av. Tað er oftani skjótari at fáa hjálp fyri eina likamliga sjúku, sjálvt um bíðilistin eisini er alt ov langur. Tá talan er um sálarligar sjúkur ella sálarligt órógv, so rakar tað eisini meint. Sum við øllum øðrum sjúkum, longri tíð tað tekur at koma í viðgerð, verri verður sjúkan. Psykiatriska økið skal hava hægri raðfesting og lúka somu krøv sum verða sett í okkara grannalondum. Vit hava amboðini, Heildarætlanin fyri Sálarheilsu er gjørd og skal setast í verk.

Rehabiliteringætlan : Likamlig, sálarlig og sosial, skal tryggjast við lóg.

Sálarfrøðilig hjálp, viðlíkahaldsvenjing, talulæra skal veitast til fólk, sum eru rakt av sjúku ella skaða, so tey koma fyri seg aftur.

Sosiala- og almannaøkið. Góða tilgongdin skal endurskoðast og mennast.

Børn, ung og familjur við serligum tørvi, skulu hava eitt stað at venda sær til. Tvørfakliga samskipa tænasta.

- Hond skal takast um tey avvarðandi. Ein samskipari/talsfólk skal vera í boðið fyri at lætta um byrðarnar, sum avvarðandi hava í dag.

Fólkaskúlin og dagstovnaøkið skulu endurskoðast og styrkjast. Lærarar ognámsfrøðingar skulu hava eftirútbúgving innan serøki. Vit skulu hyggja eftir okkara grannalondum og læra, hvussu tey taka hond um børn við avbjóðingum. Minimum normeringar.

Eftirskúli fyri ung við serligum tørvi skal setast á stovn. Tað eru fleiri ung, sum eru liðug við 10 flokk, sum ynskja at koma á eftirskúla, líknandi Rásina. Fleiri høvdu havt gleði av at komi á eftirskúla, har landbúnaður og djórahald eisini var ein partur av tilboðnum.

- Vit skulu hava serstøk tilboð til kvinnur, sum hava rúsdrekka- ella rúsevnatrupulleikar. Gransking vísir, at kvinnur hava heilt serligan tørv, tá tað kemur til rúsdrekka- og rúsevnisviðgerð, eins og at familjur, raktar av misbrúki, verða sera hart raktar.

Børn og ung, har álvarslig sjúka ella misnýtsla av rúsdrekkaevnum er ein partur av uppvøkstrinum, skulu hava tilboð um viðgerð. Í okkara grannalondum eru lógir, sum tryggja børnum viðgerð (Barneindragelse)

Eldralógin skal endurskoðast, umframt fíggjarleisturin, tænastustøði hækkast og minimumsnormeringar og tyngdarmeting verður ein partur av endurskoðanini.

Tað eru alsamt fleiri børn, sum hava serligan tørv, sum mett verður ikki kunnu verða einsamøll heima eftir skúlatíð. Tí er neyðugt at fáa Frítíðarskúlatilboð til børn frá 1. Flokki til og við 6 flokki, við serligum tørvi í Vágum.

Stórur tørvur er á búð-, umlættingarplássum og dagtilboðum til fólk undir 67 ár viðseinheilaskaða og Alzheimer, har viðlíkahaldsvenjingar og aðrar aktuellar tænastur eru ein partur av tilboðnum.

Ein endurmenningardepil (Rehabiliteringssdepin) má gerast, so vit hava virðilig tilboð til fólk, sum hava brúk fyri at koma fyri seg aftur.

Seinárinini av kynsligum ágangi eru ógvusligar, tí er neyðugt at hyggja eftir um tilboðini sum verða veitt eru nøktandi. Talið av fólki, sum hava verið úti fyri kynsligum ágangi, sum leita sær hjálp er støðugt vaksandi. Higartil í ár hevur Kris havt um 70 fólk í viðgerð, leyslig hagtøl frá sálarfrøðingum siga, at talið har eisini er støðugt vaksandi.

Búðstaðir til fólk við serligum tørvi. Tað skal verða ein sjálvfylgja, at ung við serligum tørvi, skulu kunna búgva í egnari íbúð ella í búfelagskapi.

Hetta eru stór mál at seta sær fyri, men samstundis sera týðandi mál. Fáí eg møguleikan, vil eg berjast fyri at fáa sett hesi mál í eitt komandi samgonguskjal.

Eg heiti inniliga á teg um at stuðla hesum.

Set X við Rósu Samuelsen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

Erhard Joensen

“Har er onki at ivast í. Tú hevur ADHD”

2019-08-29 - Erhard Joensen

Hetta verður mín seinasta grein áðrenn løgtingsvalið leygardagin og hetta er ein persónlig grein. Eg vil samstundis nýta høvið, at geva Pól Huus Sólstein viðurkenning fyri at tosa alment um sína sálarsjúku, og samstundis geva sítt ískoyti til, at vit í felag, sum samfelag, kunnu bróta tøgnina viðvíkjandi sálarsjúku.

Tað var ein vanligur, ófýsin februardagur í 2017, aftaná fleiri samrøður og útgreining hjá einum sálarlækna, at hann segði mær, at eg hevði ADHD. Eg hvakk við. Eg? ADHD? Nei, tað kundi hann gloyma alt um.

Tað gekk ein góð løta, áðrenn eg yvirhøvur skilti, at hetta var ein diagnosa. Eg ánaði ikki hvat tað var. Eg hevði hoyrt um onkrir smádreingir, ið høvdu hesa diagnosuna, og at teir kundu vera serliga ólátaðir og nøkur órógvandi element í fólkaskúlanum. Eg hevði altíð sitið í frið.

Hví endaði eg hjá sálarlækna í 2017?

Søgan frammanundan er tann, at eg havi starvast sum stjóri á tveimum alifyritøkum síðstu nógvu árini, fyrst í Føroyum og síðan í Danmark. Fyrst bygdu vit eina alifyritøku upp í Vági, ið nú er seld til Bakkafrost, og í Danmark var eg, sum stjóri, partur av etableringsfasuni í fyrstu alifyritøkuni í heiminum, ið alir laks á landi. Og eg helt ongantíð frí. Bókstaviliga. Eg dugdi ikki, at halda frí. Hetta hevur allarhelst ávirkað mína familju í nógv ár, eins og meg sjálvan.

Fyrstu ferð eg small um var á summri í 2008. Eg small um á kontórinum og fekk at vita frá læknunum, at eg hevði fingið eitt alvorligt stress-anfall. Eg lá í songini í nakrir dagar og byrjaði síðan at arbeiða aftur, hóast teir staðiliga frámæltu hetta.

Tað hendi aftur í oktobur í 2017. Eg small um. Hesuferð var enn og verri. 1 tími er vekk úr minninum, ímeðan eg eri komin úr stovuni við sjúkrabilinum til Suðuroyar Sjúkrahús.

Eg fekk onkra stabiliserandi kemiska blanding frá móttakandi læknanum á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og fekk so annars at vita, at eg hevði verið heldigur, tí hetta var absolutt ikki at spæla við. Heldigur? Var tað nakað, ið eg ikki føldi meg henda fyrrapartin í oktobur, var tað heldigan. Men alt er relativt, verður sagt og alternativið var ikki so hugaligt at hugsa um.

Eg fekk greið boð frá móttakandi læknanum á SS, at eg beinanvegin skuldi fáa fatur í einum sálarlækna, fyri at fáa eina útgreining og koma í viðgerð beinanvegin. Og so fekk eg at vita, at hetta ikki kundi bíða. Um eg ikki fekk fatur á einum í Føroyum, skuldi eg fara til Danmark at fáa hjálp.

Men eg eri heldigur
Aftaná at hava fingið diagnosuna mátti eg seta meg inn í hana, og jú longri eg las, jú meiri gav lívið seinastu árini meining. Óbehandlað ADHD hevur fylgisjúkur við sær og tað vóru hesar, ið høvdu víst seg sum symptomir, ið eg var kannaður fyri seinastu árini.

Samanumtikið var hetta allarhelst besti februardagurin í mínum lívið. Eg kom í medicinska viðgerð, ið hevur broytt mítt lív.

Eg var og eri heldigur. Eg fekk fatur á einum privatum sálarlækna beinanvegin.

Um eg hevði skula ígjøgnum almennu skipanina, hevði eg skula bíða í mánaðir, ja, kanska ár. Eg dugi ikki at yvirskoða avleiðingarnar av, at staði á einum bíðilista í langa tíð, hvørki fyri meg sjálvan ella tey avvarðandi.

So góðu landsmenn- og kvinnur. Eg meini tað tá ið eg sigi, at vit skulu javnseta fysiskar og sálarligar sjúkur. At vit innan eitt stutt áramál skulu bjóða øllum okkara borgarum eina trygd fyri, at tað verdur tikið hond um tey beinanvegin tey gerðast sjúk.

Eg havi roynt tað, so eg veit hvat eg tosið um.

Sambandsflokkurin meinar tað, tá hann sigur, at allir borgarar skulu hava 30 daga viðgerðartrygd.

So vel Sambandsflokkin tann 31. august.

Vel Erhard

Jens Arni Leo Hammerfoss

Sálarheilsa fyri øll

2019-08-28 - Jens Arni Leo Hammerfoss

Nógv hevur verið tosað um sálarhjálp til børn og ung, gamaní, men ein stórur bólkur av fólki millum 18 og 60 ár verða umlopin. Tað er ikki rætt og ei heldur sømiligt fyri okra borgarar.

Eftir at hava hoyrt fleiri úttala seg um hetta í almenna rúminum, og somuleiðis við meg persónliga, má ásannast, at støðan er verri, enn jeg dugdi at ímynda mær.

Avlasting, røkt og endurvenjing fyri vaksin við sálarsjúku er als ikki nøktandi. Avvarðandi kenna seg slept upp á fjall, tá tey mugu taka sær av tí sálarsjúka. Hjálpin er ikki nøktandi, tá ið tey verða útskrivað. Eitt dømi var, at viðkomandi fekk sína sjúku staðfesta og varð síðani útskrivaður. Viðkomandi endaði við tunglyndi, har ábyrgdin av røkt varð løgd á tey avvarðandi.

Uppraðfesting

Týdningarmikið er, at okur hækka støðið og játtanina til psykiatriska økið í heilsuverkinum fyri at viðgera og lofta hesum fólkum, tá ið teimum tørvar tað. Somuleiðis, at røkt og endurvenjing verður givin, tá ið tey eru útskrivað, so tey fáa ta hjálp, teimum tørva, til eitt betri lív.

Til síðst vil jeg nevna, at okur vilja javnseta sálarsjúku við aðra sjúku og víðka um tilboðið til sálarsjúk.

Javnaðarflokkurin vil raðfesta heilsuøkið hægri, og sum liður í tí vil jeg arbeiða fyri, at sálarheilsuøkið í Føroyum verður tillagað tørvin hjá tí sálarsjúka.

Jens Arni Leo Hammerfoss, valevni Javnaðarfloksins

Skærmbillede 2019-08-27 kl. 14.23.52

Viðgerðartrygd og rehabilitering – eitt samfelag fyri øll

2019-08-27 - Rósa Samuelsen

Ongin skal bíða í meira enn 30 dagar fyri at koma í sjúkraviðgerð. Tað skal ikki gerast munur á, um talan er um likamligar ella sálarligar sjúkur ella sálarligt órógv - tær skulu líkastillast og uppraðfestast.

Í dag eru fleiri fólk, sum eru sera hart rakt, tí tað manglar eitt samansett tilboð (ein pakkaloysn). Tað er ikki nóg gott skipað samstarv millum allar instansir, sum hava ábyrgdina av ymsu veitingunum.

Tað eru fólk, sum eru liðugt viðgjørd frá sjúkrahúsinum. Tað eru fólk, sum í drúgva tíð sita inni á sjúkrahúsi, fólk sita heima við hús, sum sita innilæst í egnum kropp, tí tey ikki hava fingið tað hjálpina teimum tørvar. Fólk, sum í nógv ár ikki hava fingið nakra hjálp, skaðin er hendir, sjúka hevur rakt. Lýðingarnar eru stórar, fyri tann, sum er sjúkur og familjuna sum heild. Ein vónleys tilvera fyri allar partar.

Eitt tað ringasta er at gerast sjúkur, men tað versta er ikki at fáa hjálp, tí tá ferð øll familjan í knús.

Sambandsflokkurin hevur víst handling

Í rúma tíð hevur Sambandsflokkurin málrættað, í tøttum samstarvi við dugnalig fakfólk, sett rehabilitering á breddan.

Á fólkafundinum í 2012 hevði eg, fyri Sambandsflokkin eina framløgu undir heitinum - Eitt samfelag fyri øll, Rehabilitering, har breiðið tørvurin varð lýstur.

25. oktober 2018 skipaði Sambandsflokkurin fyri einum almennum fundi um Rehabilitering, undir heitinum - At venda aftur til lívið og gerandisdagin. Á fundinum greiddi formaðurin í Rehabiliteringsforum Danmark, Claus Vinther Nielsen frá skipanini í Danmark. Hann vísti á, at tann leisturin, sum Sambandsflokkurin legði fram, er ein av bestu loysnunum og ynski hann somu skipan í Danmark. Áhugin var so stórur, at hann kom við einari innbjóðing til Altjóða fundin um rehabilitering, sum verður í Danmark í sept 2020, har hann ynskti, at júst hesin leisturin bleiv lagdur fram.

Sambandsflokkurin hevur eisini í verki víst, at handling er aftanfyri, við at leggja tvey uppskot fyri Løgtingið, har annað var eitt uppskot til samtyktar at gera eina menningarætlan um rehabilitering fyri Føroyar. Uppskotið bleiv einmælt samtykt av Løgtinginum, so landsstýrið skal fyrireika og leggja fyri Løgtingið eina menningarætlan við greiðari visjón og ítøkiligum málum um samskipaða tvørfakliga endurmenning fyri Føroyar, sum tryggjar rættindi og skyldur hjá borgarunum. Tá menningarætlanin er gjørd, skal hon leggjast fyri Løgtingið sum frágreiðing til aðalorðaskifti. So longu nú kann man siga, at arbeiðið er farið í gongd.

Sambandsflokkurin vil hava yvirskipaða lóg fyri Rehabilitering (likamliga, sálarliga og sosialt), sum bygd verður á rehabiliteringshugtakið hjá WHO. Ein tilgongd, har eitt fólk við førleikatarni,- sálarliga ella likamliga- tey avvarðandi og fakfólk samstarva. Endamálið er at geva teimum fólkum eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív, sum hava fingið - ella eru í vanda fyri at fáa - álvarsliga skerd evni, kropsliga, sálarliga ella sosialt, fyri at virka í samfelagnum.

Tað verður í dag, alt ov nógv fokuserað uppá at deila ábyrgd av uppgávunum, ístaðin fyri at hava felags fatan at skapa samanhangandi tilboð út frá tørvinum hjá sjúklingurin og hvat hann megnar og ynskir. Avvarðandi parturin er sera týdningarmikil, tí skalavvarðandi verða ein sjálvsagdur partur, har hædd verður tikið til tørv, ynski og hvat avvarðandi megnar. Ein felags loysn fyri familjuna sum heild.

Talan er um sálarsjúkur, krabbameinssjúkur, apopleksi og aðrar neurologiskar sjúkur, giktasjúkur, hjarta- og æðrasjúkur, lungnasjúkur, vødda- og beinagrindssjúkur og diabetes.

Tørvurin á rehabilitering er risastórur í Føroyum. Vit kunnu ikki blíva við at bíða, men mugu gera nakað munagott skjótt. Meira við bíða størri og massivari verður trupulleikin, vit síggja nú stórar menniskjaligar avleiðingar fyri tann, sum er raktur og familjuna rundanum. Eisini fyri samfelagið eru avleiðingar stórar.

Sambandsflokkurin vil framvegis arbeiða í tøttum samstarvi við fakfólk á økinum. Fyri Sambandsflokkurin er viðgerðartrygd og rehabilitering eitt krav, um flokkurin kemur í eina samgongu.

Vit vilja hava einar Føroyar, sum onnur lond kunnu spegla sær í. Eitt samfelag við starvsfólkum á fakligum høgum støði, har tað verður spennandi og avbjóðandi at arbeiða og búgva.

Eg heiti inniliga á teg, um at stuðla mær, um vit eru samd.

Rósa Samuelsen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

time ouutt

Sálarheilsu í valstríðnum

Hvør hevur skrivað um sálarheilsu og psykiatri í valstríðnum? Tað kann vera eitt sindur torført at halda stýr á! Vit hava roynt, og niðanfyri kanst tú lesa lesarabrøv frá valevnum, sum hava set sálarheilsu og psykiatri á breddan í valstríðnum.

GG! Um tú ert valevni og eisini hevur skrivað um sálarheilsuøkið og psykiatri, og títt lesarabræv ikki finst her, so er tað tí, vit ikki hava sæð tað, funnið tað – men í øllum førum, so er bara at senda okkum leinkið, og so skulu vit fáa tað í rætt lag, so eisini títt lesarabræv verður at finna her á síðuna!

Gott val!

Lesarabrøv um sálarheilsu og psykiatri – Valið 2019

Bjørg Dam

Fáa serligu familjurnar heim aftur!

2019-08-25 - Bjørg Dam

Hevur tú fingið eitt barn við serligum tørvi, so ver ða Fø royar ofta valdar frá, tí hjálpin er betri aðrastaðni.

Okkara vallyfti hjá Javnaðarflokkinum er “Heimsins besta barnaland”. Hettar er sjálvsagt galdandi fyri øll børn.

Eitt av mínum hjartamálum eru serligu børnini, og tí fari eg at arbeiða fyri, at allir skúlar við fleiri enn 200 næmingum skulu hava serflokkatilboð, vit skulu hava fleiri serlærarar og serná msfr øðingar, betri normeringar og fyrireikingartíð og ikki minst familjuráðgeving og betri viðgerð til børn og vaksin við ADHD.

Størru børnini skulu, sum øll onnur børn, eisini sleppa á eftirskúla og ítr ó ttarskúla og fáa eina miðnámsútbúgving.

Øll skulu hava somu møguleikar út frá egnum fortreytum at ávirka sítt lív, og fáa taðallarbesta lívið hevur at bjóða.

Í dag eru Føroyar ikki barnalandið hjá nøkrum børnum. Tað er skomm fyri ríka land okkara, og tað fari eg, um høvi býðst, at broyta.

Bjørg Dam, valevni Javnaðarfloksins

Pól Huus Sólstein

RESPEKT!

2019-08-24 - Pól Huus Sólstein

RESPEKT!

Var á valfundi hjá Sinnisbata í gjárkvøldið. Ein so sera góður fundur, og viðkomandi fyri okkum øll.

Hóast hann er væl og virðiliga lýstur bæði í sosialu miðlunum og útvarpið, so saknaði eg nakað. Og tað slóg meg ikki sørt, at ikki allir flokkar sum vóru umboðaðir í løgtinginum møttu. Vánaligt.

Og hyggjandi yvir áskoðarafjøldina kundi eg staðfesta at ikki
EIN - Ja ikki ein einasti mannligur politikari var møttur. Teir politikara sum vóru møttir vóru kvinnur. Og takk fyri tað. Hetta sigur ikki sørt fyri virðingina innan økið

Og so tað allartýdningarmesta - har var ongin sálarlækni møttur. Og eg havi ein mistanka til, at teir kanska eru so fáir, at ongin hevur tíð. Tað er tí ikki teirra skyld, men politiska raðfestingin sum hevur ábyrgdina. Og heldur ikki dugdi eg at hóma serliga nógv innan sálarheilsuøki í Sjúkrahúsverkinum.

Hetta sigur mær bara tað, at tað verður als ikki givið hesum øki nóg nógvan ans.

Takk fyri eitt gott og gevandi tiltak Sinnisbati, Tit gera eitt megnararbeiði og haldið tit áfram við hesum. Men við slikari virðing fyri økinum, so er tað ein tung mótbrekka at fáa batar.

Men eg skal eg so siga fyri mína rokning: Mín partur skal ikki liggja eftir um eg komi so langt.

time ouutt

Innbjóðing til norðurlendskan psykiatritoppfund fyri ung

Sunnudagin 17. november til týsdagin 19. november 2019 verður norðurlenskur psykiatritoppfundur fyri ung avhildin í Keypmannahavn. Tað er Det Sociale Netværk í Danmark, sum skipar fyri.

Endamálið til hendan ungdómstoppfundurin er, at styrkja samstarvið millum tey norðurlendsku londini á økinum, sum snýr seg um sálarliga heilsu hjá ungum. Á fundinum fáa ung úr norðurlondum møguleikan fyri at deila tankar og hugskot, umframt at menna politikk á økinum yvir tveir dagar. Tað er sera tydningarmikið at ung hoyrast í hesum kjakinum og deila teirra royndir, soleiðis at tey saman kunnu skapa loysnir og menning. Tíverri er tað soleiðis, at sálarligar avbjóðingar millum ung er ein vaksandi trupulleiki. Tað mugu vit gera okkara til at broyta. Sinnisbata sendir aðalskrivara felagsins, Laura Apol, umframt at Sinnisbati skal finna 2-3 onnur ungdómsumboð, sum kann verða við at umboða Føroyar á fundinum. Hesi umboðinu skulu verða millum 15 og 30 ár. Hava tit eitt umboð, tit ynskja at senda avstað, so er at senda eina umsókn til sinnisbati@sinnisbati.fo áðrenn mánadagin 2. september kl. 12:00, har viðkomandi, sum hevur hug og eldhuga innan øki, skrivar eitt sindur um seg sjálva/n.

Krøvini eru hesi:

  • Gjarna hava innlit í arbeiðsøkið í tínum landi; antin politiskt, sum avvarðandi ella sum fyrrverandi ella núverandi brúkari av psykiatriini
  • Tú skal hava áhuga innan arbeiðsøki
  • Vera millum 15-30 ár
  • Skriva eina umsókn á í mesta lagi 2400 tekn

Flogferðaseðlar og hotel frá sunnudagin til týsdagin verða goldið av Sinnisbata og Det Sociale Netværk. Viðkomandi verður útvald/ur av einari nevnd, sum er óheft av feløgunum. Spurningar kunnu sendast til laura.apol@sinnisbati.fo

Bjørg Dam

Serflokkar: Tíverri ikki pláss fyri tær!

2019-08-19 - Bjørg Dam

Ídag fara tey flestu skúlabørnini aftur í skúla. Tey flestu eru spent, vónrík og glað. Men ikki øll.
- Tíverri eru nøkur við avbjóðingum ella serligum tørvi, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð.

Tosaði við eina mammu, sum við grátandi rødd fortaldi um sonin,
sum skal skifta skúla, tí skúlin hann gekk í einans gongur upp í 7.flokk. Av tí at sonurin hevur ADHD og autismu er serflokkatilboðið í Hoyvíkarskúla sum stoypt til hansara. Foreldrini hava eisini brennandi ynski um, at sonurin skal ganga í einum vanligum fólkaskúla við serfokkatilboði, sum gevur honum møguleika at ganga lutvíst í einum vanligum “heima” flokki og í einum serflokki.

- Men av tí at tað er fult í Hoyvík, og einki annað serflokkatilboð er í Havnini, so ber ikki til hjá soninum at ganga í einum vanligum fólkaskúla. Hetta hava foreldrini sera stóra sorg um.

Afturat tilboðnum í Havn eru serflokkar í Vági, Klaksvík, Sørvági og Runavík. Men hetta er alt ov lítið!

Í 2015 mælti ein arbeiðsbólkur til fleiri serflokkar. Skúlaárið 2013/2014 gingu 6.898 næmingar í føroyska fólkaskúlanum, men einans 1,5% av øllum næmingunum gingu í serflokki, 0,72% í serskúlanum (Guli skúli), og 2,23% samlað uttan fyri almennu skúlaskipanina.

Arbeiðsbólkurin segði tá, at “Hetta tal má sigast at vera ógvuliga lágt, um vit sammeta okkum við okkara grannalond”. Kelda: Skúlablaðið 19.02.2015.

- Sum tað er nú, so eru tað bert nøkur heppin, sum fáa tilboð um serflokk. Aðalmálið hjá
Javnaðarflokkinum er, at øll børn fáa somu møguleikar. Tað fáa tey ikki nú

Hetta má og skal broytast skjótast til ber!

Um hugsað verður um, at umleið 10% av børnunum hava ADHD, ADD, autismu ella annan serligan tørv, so er eisini statistiskt grundarlag fyri nógv fleiri serflokkum - helst í øllum skúlum við umleið 200 næmingum ella fleiri.

Um so var, so høvdu øll børn fingið sama góða møguleikan at farið glað, spent og nøgd í skúla í dag.

Um álit verður sýnt mær á løgtingsvalinum 31.august, verður eitt av mínum høvuðsmálum, at allir skúlar við 200 ella fleiri næmingum skula fáa serskúlastovur.

Øll børn hava rætt til góð skúlaár!

Bjørg Dam
Valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið.

Rósa Samuelsen

Samfelagið er ikki fyri øll!

2019-08-19 - Rósa Samuelsen

Tá tað er sagt, so lúka vit ikki krøvini, sum ásett eru í ST-sáttmálanum, fyri rættindini hjá teimum, sum bera brek.

Vit mugu betra um tað sosialu og almennu skipanina, sum vit hava í dag.

Tað eru børn og ung, sum ikki fáa neyðugu hjálpina, og eru í kreppu og ikki orka at vera til. Familjurnar eru í sorli og í svárastu neyð. Sum støðan er, so hoyra vit frá foreldrum, at tey mugurenna frá einari skipan til aðra‚ og til tíðir merkja tey, at skipanir koyra tey frá sær‚ vísa til onnur ella mótarbeiða hvør øðrum.

Serfrøðin rópar varskó‚ tað má henda nakað beinanvegin.

Tann góða tilgongdin skal beinanvegin fevna um øll børn og ung við serligari avbjóðing ella varandi sjúku. Hon skal víðkast beinanvegin til eisini at fevna um at hava samskipandi uppgávuna, millum avvarðandi myndugleikar og ymisku økini.

Alt taðalmenna og sosiala økið skal endavendast og gerast av nýggjum og peningurin skal fylgja barninum og familjuni.

Eitt hús skal vera til familjuna at koma til‚ har hond verður tikið um barn‚ foreldur og systkin‚ á einum staði í tryggum umhvørvi. Eitt stað, har barnið hevur eina rødd, har tað verður lurta og lært. Børn og ung uttan orð (non-verbal), deyv og blind skulu eisini hava eina rødd, tað er alneyðugt, at hesi eisini hava ein møguleika í samfelagnum.

Í húsinum skal verða atgongd til Psykiatriska depilin‚ Sernám‚ Almannaverki‚ Barnaverndartænastuna‚ Gigni‚ fysio- og ergoterapi‚ sálarfrøði‚ kostráðgeva v.m., alt eftir, hvat tøvur er á. Saman skulu øll finna bestu loysnina fyri barnið. Ein samskipa tvørfaklig heildarætlan skal gerast‚ saman við familjuni‚ sum uttan himpr skal hava alla ta hjálp‚ sum brúk er fyri uttan drál. Út frá hesum skulu skúli‚ frítíðarskúli og barnagarður veita tað hjálp, sum barnið hevur brúk fyri at mennast og búnast til lívi.

Tað krevur nógv av foreldrum‚ meðan eygleiðingin og útgreiningin verður gjørd av barninum, og aftaná, tá tey skulu læra at “takla”støðuna og framtíðina. Nógv frávera er frá arbeiðinum‚ tí er neyðugt, at tey fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, tá serlækni metir tað er neyðugt. Somuleiðis skal familjan fáa í boði húshjálp til at taka sær av praktiskum uppgávum í húsinum, s.s. klædnavask og reingerð.

Verður skjótt sett inn‚ er tað ein stórur vinningur fyri familjuna og samfelagi sum heild.

Hetta er eitt av mínum hjartamálum, sum eg brenni fyri.

Bara við stuðli frá tær, kann eg røkka málinum. Set X við,

Rósa Samuelsen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin