SInnisbati á ferð

Tað er ikki altíð lætt at siga frá, um okkurt ringt er hent

Tað kann vera ringt at siga frá, um ein hevur verið fyri harðskapi. Tað kann eisini vera, at vit ikki skilja ella vita, at tað, sum er hent, er ólógligt.
Eingin hevur rætt at fremja harðskap. Hvørki likamligan, sálarligan, kynsligan, fíggjarligan ella materiellan harðskap. Fólk, ið bera brek, skulu vera viðfarin við virðing og tey hava rætt til ta hjálp og tann stuðul, teimum tørvar.

Onkuntíð hava fólk tørv á “amboðum”, sum í hesum faldaranum, til at fáa greiðu á støðuni. Við myndum og einføldum spurningum ber til at fáa skil á, hvat ið veruliga er hent. Fyri tey, sum hava trupult við at siga frá, kann Hvat hendi? faldarin hjálpa til at fáa skil á spurningum og svarum. Faldarin skal nýtast, tá ið illgruni er um harðskap. Hvat hendi? faldaran um harðskap gjørdi Karin Torgny hjá Utvecklingscentrum Dubbelt Utsarr. Summar av myndunum í faldaranum vórðu gjørdar í samstarvi við svenska undirvísingartilfarsstovnin, SPSM. Meira upplýsingar um faldaran eru á heimasíðuni torgnytext.se.

Almannamálaráðið fíggjaði og samskipaði hesa útgávu.
Faldarin er at finna á hesum heimasíðum: AMR.fo, av.fo, javni.fo, sinnisbati.fo, kvinnuhusid.fo.

Til ber at heinta faldarin her: The booklet färöiska 201705

SInnisbati á ferð

Fyrsta Sálarheilsuvirðislønin verður handað á Altjóða Sálarheilsudegnum 10. oktober 2017

Fyri fyrstu ferð verður virðisløn handað einstaklingi ella felagi, sum hava gjørt arbeiði ella tiltøk, sum eru við til at varpa ljós á sálarheilsu, er sálarheilsu fremjandi ella bøtir um korini hjá fólki við sálarsjúku og/ella avvarðandi teirra.

Stórt arbeiði verður gjørt kring landið á hesum økinum hvønn dag, men vit hoyra tíanverri sjálvdan tær góðu søgurnar. Nógv fólk gera hvønn dag eitt stórt íkast, sum hevur uppiborðið at blíva heiðrað. Tí fer Sinnisbati fyri fyrstu ferð at handa ársins Sálarheilsuvirðisløn.

Øll kunnu tilnevna, hvør skal hava Sálarheilsuvirðislønina. ​Ein dómsnevnd ger síðani av​, hvør ​skal hava heiðurin av at fáa ​fyrstu Sálarheilsuvirðislønina, út frá innkomnu uppskotunum.

Virðislønin verður handað á Altjóða Sálarheilsudegnum, sum í ár verður hildin í Østrøm í Tórshavn tann 10. oktober 2017.

Uppskot kunnu sendast Sinnisbata á sinnisbati@sinnisbati.fo í seinasta lagi mikudagin 1. oktober.

SInnisbati á ferð

Innbjóðing til norðurlendskan psykiatritoppfund fyri ung

Sunnudagin 19. november og mánadagin 20. november verður fyrsti norðurlenski psykiatritoppfundur fyri ung avhildin í Keypmannahavn. Tað er Det Sociale Netværk í Danmark, sum skipar fyri.

Endamálið til hendan ungdómstoppfundurin er, at styrkja samstarvið millum tey norðurlendsku londini á økinum, sum snýr seg um sálarliga heilsu hjá ungum. Á fundinum fáa ung úr norðurlondum møguleikan fyri at deila tankar og hugskot, umframt at menna politikk á økinum yvir tveir dagar. Tað er sera tydningarmikið at ung hoyrast í hesum kjakinum og deila teirra royndir, soleiðis at tey saman kunnu skapa loysnir og menning. Tíverri er tað soleiðis, at sálarligar avbjóðingar millum ung er ein vaksandi trupulleiki. Tað mugu vit gera okkara til at broyta. Sinnisbata sendir aðalskrivara felagsins, Laura Apol, sum hevur fingið persónliga innbjóðing. Harumframt skal Sinnisbati finna eitt annað ungdómsumboð, sum kann verða við at umboða Føroyar á fundinum. Hetta umboðið skal verða millum 15 og 30 ár. Hava tit eitt umboð, tit ynskja at senda avstað, so er at senda eina umsókn til sinnisbati@sinnisbati.fo áðrenn 10. oktober kl. 15:00, har viðkomandi, sum hevur hug og eldhuga innan øki, skrivar eitt sindur um seg sjálva/n.

Krøvini eru hesi:

  • Gjarna hava innlit í arbeiðsøkið í tínum landi; antin politiskt, sum avvarðandi ella sum fyrrverandi ella núverandi brúkari av psykiatriini
  • Tú skal hava áhuga innan arbeiðsøki
  • Vera millum 15-30 ár
  • Skriva eina umsókn á í mesta lagi 2400 tekn

Flogferðaseðlar og hotel frá sunnudagin til mánadagin verða goldið av Sinnisbata og Det Sociale Netværk. Viðkomandi verður útvald/ur av einari nevnd, sum er óheft av feløgunum. Spurningar kunnu sendast til laura.apol@sinnisbati.fo

Fyribils skrá kann downloadast her: DSN_A4_Nordisk-Ungetopmøde- program_aug17

SInnisbati á ferð

Altjóða Sálarheilsudagur 2017

Altjóða Sálarheilsudagurin er eitt afturvendandi tiltak, sum í ár verður hildin í Öström í Tórshavn 10. oktober 2017.

Tónleikur, fyrilestrar, list og básar við kunning um stovnar, feløg og onnur, sum arbeiða innan økið, eru við á degnum.

Drekkamunnur og søtt til góman verður at fáa.
Tiltakið byrjar kl. 13, og tað er ókeypis. Øll eru vælkomin.

Upphiting til 10. oktober verður mánadagin 9. oktober 2017
Kl. 19:00: Ópið á psykiatriska deplinum:

Stað: P40, Eirargarður 17, Tórshavn

Kl. 19:30: Framløga v/ Ole Wich, myndlistafólk “Ljóð, litir og bati” (á donskum): Forskning viser at helse og helbredelse fremmes, når akustik og de visuelle miljøer på de psykatriske afdelinger forbedres. Foredraget om P40 handler om de overvejelser og forbedringer, der er foretaget gennem det sidste år og der vises billeder af renoveringen.

Stað: Eirargarður 19, Tórshavn

Týsdagin 10. oktober 2017

Kl. 13:00: Dyrnar lata upp á Öström.

Kl. 13:50: Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata bjóðar vælkomin.

Kl. 14:00: ”Hvat er ABC fyri sálarliga heilsu?”: Greitt verður frá hvat sálarlig heilsa er, og hvussu vit kunnu styrkja og røkja okkara sálarligu heilsu v/ Moniku Mohr, verkætlanarleiðari í Fólkaheilsuráðnum.

Kl. 14:30: Recovery spæla nøkur løg.

Kl. 14:45: Møguleikar á arbeiðsplássum fyri at rúma fólki við avbjóðingum v/ Jákup Mørk, fíggjarleiðari, Reyni Service, ársins rúmligi arbeiðsgevari 2017.

Kl. 15:15: Flóvin Viderø spælir nøkur løg.

Kl. 15:30: “Hvussu stóran part av sálarligari betran skyldast heilsuverkinum og psykiatriskum tilboðum – hvussu nógv skyldast øðrum faktorum so sum sosialt netverk og arbeiðsviðurskifti?“ v/ Suni Poulsen, sálarfrøðingur.

Kl. 16:00: ”Leitanin eftir at vera”: Gongdin at koma úr tunglyndi, at einki kunna, og síðani spakuliga arbeiða seg fram ímóti at virka í dagligdegnum og liva við sárinum v/ Katarinu Nolsøe.

Kl. 16:15: Døgg Nónsgjógv spælir nøkur løg

Kl. 16:30: Fountainhúsið, arbeiðsrættað tilboð til fólki við sosialum og sálarligum avbjóðingum: “Eitt virkið lív” – Sigursól Margrethardóttur sigur sína søgu.

Kl. 17:00: Steðgur + kaffi + básar.

Kl. 17:30: “Hví skal sálarheilsa á tímatalvuna?”

Ongantíð áður hava vit lagt størri dent á trivnað í skúlum og stovnum. Kortini økist parturin av børnum og ungum, sum hava sálarligar avbjóðingar. Í upplegginum víðkar Gitte um trivnaðarhugtakið og vísir á, hvat skúlar og stovnar skulu arbeiða miðvíst við fyri betra um sálarheilsuna hjá børnum og ungum og á hendan hátt fyribyrgja, at tey fáa sálarligar trupulleikar. v/ Gitte Klein, útbúgvin lærari og Master í Positivari sálarfrøði.

Kl. 18:00: Rebekka Petersen og Líggjas Olsen spæla nøkur løg.

Kl. 18:15: Ársins Sálarheilsuvirðisløn verður handað (Sinnisbati).

Kl. 20:00: Takk fyri hesuferð – síggjast í 2018!

Drekkamunnur og søtt til góman verður at fáa.

Tiltakið byrjar kl. 13, og tað er ókeypis. Øll eru vælkomin.

Feløg og stovnar, sum hava hug at hava ein bás hendan dagin, eru vælkomin at seta seg í samband við Lauru Apol, aðalskrivara í Sinnisbati við at ringja á 597913 ella við at skriva til laura.apol@sinnisbati.fo. At hava bás er ókeypis.

Sí eventið á Facebook her.

 

 

SInnisbati á ferð

Freistin til “Time Out” er longd til 15. september

Freistin at tekna seg til “Time Out”, avvarðandi bólkur fyri børn og ung millum 10-18 ár, er longd frá 15. august til 15. september. Byrjað verður 3. oktober.

Tað er ikki altíð lætt at vera barn ella systkyn hjá einum, ið hevur sálarsjúku.

”Time Out” er eitt nýtt tilboð til børn og ung, sum eru avvarðandi at fólki, ið hava sálarsjúku. ”Time Out” er eitt “hvílirúm” hjá børnum og ungum, har tey fáa eitt stað, har tað ber til at tosa við onnur í líknandi støðum, og saman við stuðlandi fakfólkum. Tilboðið eitur “Time Out”, tí hetta er staðið, har tey ungu kunnu siga “time out” frá gerandisdegnum og slappa av, tosa um sjúkuna, sum tann, ið barnið ella tann ungið er avvarðandi at, hevur, og deila royndir. ”Time Out” er eisini heilt einfalt eitt stað, har tey luttakandi kunnu hava tað stuttligt saman og hugna sær.

”Time Out” er staðið har barnið og tann ungið kann koma og vera við í einum felagsskapi við fólki, sum vita júst hvussu tey kunnu hava tað, og har tað er pláss fyri at siga tað ein hevur brúk fyri, og hava teir kenslurnar, sum ein hevur.

Avvarðandibólkarn​i​r hjá Sinnisbata er​u​ bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast. Tilboðið ikki eitt viðgerða​r​tilboð. Bólkarn​i​r verð​a​ stuðla​ðir​ av tve​imum​ fakfólk​um​, sum hava serkun​n​leika innan økið. Luttaka​​r​ar​nir og fakfólkini eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.

Vit byrja við einum bólki aftaná summar fyri børn, ið eru avvarðandi at fólki, ið hava sálarsjúku (10-18 ár). Bólkarnar verða deildir upp eftir aldur. “Time out” er eitt slagav “hvílirúmi”. Eitt stað, har børn kunnu siga ”time out” frá tíðini heima, har tað kann kennast trupult at vera, tá ein er barn hjá ella systkin at einum, sum er sjúkur.

“Først til mølle-principp”. Tað kostar 300 kr. at luttaka (eru tað sysktin, so kostar bara tað eina barnið). Tað er bindandi at melda seg til.

SInnisbati á ferð

Time Out bólkur til børn og ung, ið eru avvarðandi

Er tú avvarðandi at nøkrum við sálarsjúku og ert tú millum 10 og 18 ár? Hevur tú hug at vera í bólki, har vit hava tað stuttligt og hugna okkum? Hevur tú hug at hava eitt stað, at tosa við onnur í líknandi støðu, saman við stuðlandi fakfólkum? Tað er ikki altíð lætt at vera barn ella systkin hjá einum, ið hevur sálarsjúku og tað vilja vit gera nakað við.

Time Out er eitt bólka tilboð til børn og ung, ið eru avvarðandi at fólki, ið hava sálarsjúku. Time Out er eitt hvíldarrúm.

Tilboðið eitur Time Out, tí hetta er staðið, har børn og ung kunnu siga “time out” frá gerandisdegnum og slappa av, tosa um sjúkuna, ið tann, ið barnið ella tann ungi er avvarðandi at hevur, ella deila møguligar royndir í felagsskapi við fólki, ið vita júst hvussu tey kunnu hava tað. Har er pláss fyri, at siga tað ein hevur brúk fyri, og at hava tær kenslur, sum ein hevur.

Avvarðandibólkar hjá sinnisbata eru bólkar, har umleið 6-10 í bólki møtast. Tilboðið er ikki viðgerðartilboð. Bólkarnir verða stuðlaðir av tveimum fakfólkum við serkunnleika innan økið. Luttakarar og fakfólk eru áløgd tagnarskyldu.

Luttakarar verða settir saman eftir aldri. Bólkarnir møtast 8 ferðir, frá kl. 16-18 í hølunum hjá Sinnisbata. Tilmeldan er á heimasíðuni hjá Sinnisbata, kostar 300 kr,- og er bindandi. Til ber at seta seg á bíðilista. Freistin at melda til er 1. august 2017.

Bólkarnir hittast 5. september, 12. september, 19. september, 26. september, 3. oktober, 10. oktober, 17. oktober og 24. oktober. GG: í heystferiuni verður eingin bólkur.

Les meira og melda til her

SInnisbati á ferð

Kendur føroyskur framleiðari ger sang saman við Aqua-stjørnuni René Dif til Poul Nyrup og headspace

Ung, sum hava tørv á onkrum at tosa við, fáa teirra heilt egna sang við nýggja staklagnum, ”Vinterbarn”, hjá Aqua-stjørnuni René Dif.  Hann hevur skrivað og framleitt sangin saman við viðurkenda føroyska framleiðararnum Kristoffer Mørkøre.

Óstøðug barnaár við ikki færri enn átta skúlaskiftum.

Sangarin René Dif veit, hvussu tað er at vera ungur, hava lítið sjálvsálit og at kenna seg einsamallan í heiminum. So tá fyrrverandi danski forsætisráðharrin og protektor fyri Det Sociale Netværk og ungdómsráðgevingina headspace, Poul Nyrup Rasmussen, spurdi, um Dif hevði hug at skriva ein sang til headspace, hugsaði René Dif seg ikki leingi um, áðrenn hann játtaði.

Tað bleiv til sangin ”Vinterbarn”, sum handlar um, at mann er nóg góður, sum mann er, uttan mun til hvat onnur halda.

René Dif ber nógv fyri brósti, tá talan er um ung, sum stríðast við alt frá hjartasorg til sálarligt viðbrekni. Hann hevur sjálvur upplivað at skula skifta skúla átta ferðir, tá hann var barn. Hann fekk ikki 9. floks prógv, og hann hevði ynskt, at hann hevði havt eitt headspace, tá hann var barn og ungur.

”Um headspace hevði verið til, har mann bara kann koma beint inn av vegnum uttan at skula mátast og vigast, og uttan at skula bíða í 2 ½ mánað, so hevði eg verið glaður. Tað, at mann kann koma uttan at skula vísa á alt møguligt, merkir, at mann kann koma við teimum trupulleikunum, mann hevur, nú og her. Tað eru øll tey stóru tingini, sum mann er heilt einsamallur um. Tær stóru avgerðirnar, kenslan av ikki at vera nóg góður, at mann ikki veit, hvar mann skal fara, hvønn mann skal venda sær til, hvat mann skal gera,” sigur René Dif.

Føroyskt headspace

Ungdómsráðgevingin headspace hevur nú 16 miðstøðir í Danmark og hevur eisini ætlan um at lata ráðgeving upp í Føroyum. Ung kunnu koma til headspace anonymt og fáa hjálp til alt frá hjartasorg og einsemi til vantandi sjálvsálit og sálarligt viðbrekni. Í løtuni verður kannað, um til ber at finna fígging til at lata eina headspacemiðstøð upp, sum í fyrstu atløgu verður í Tórshavn. Samstarvið um eina føroyska headspacemiðstøð er ímillum Det Sociale Netværk og Sinnisbata, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

René Dif og poppbólkurin Aqua seldu í sínum bestu døgum í 90’unum meira enn 36 milliónir fløgur, so vantandi sjálvsálit og einsemi er nokk ikki tað, sum heimurin setur í samband við René Dif. Men hansara egnu avbjóðingar sum barn og ungur gera, at hann væl skilir tey ungu, sum hava trupult við at finna fótafesti í tilveruni. Til tey ungu, sum hava tað trupult í dag, hevur hann hesa áheitan, sum eisini er kjarnan í nýggja staklagnum, “Vinterbarn”:

”Eg tori væl sjálvur at kalla meg størsta mynsturbrótaran í Danmark. Men øll ung hava tað í sær. Tað er bara ein spurningur um at halda á og ikki geva tí, sum onnur halda, gætur. Tað er ringt, tá mann er ungur og ikki hevur stórt sjálvsálit, men trúgv uppá tað! Um tú kanst droyma tað, so kanst tú gera tað. At hava tamarhald á egnum lívi er ein sigur. Og mann skal ongantíð vera bangin fyri at biðja um hjálp. Tað havi eg altíð gjørt, og tað fari eg altíð at gera. Um eg byrji uppá okkurt nýtt, sum til dømis nú, har eg sum 48 ára gamal havi fingið eina kokkaútbúgving, so eri eg jú noyddur at spyrja onnur, sum hava royndir. Og tað eru tey fæstu sum siga, at tey ikki vilja hjálpa tær”, sigur René Dif.

René Dif er sera glaður fyri samstarvið við framleiðaran Kristoffer Mørkøre, sum eigur Kris-Stuff Studio í Tórshavn. Sangurin, ”Vinterbarn”, er skrivaður á eini ferð til Føroya í samstarvi við framleiðaran og tónleikaran, Kristoffer Mørkøre, sum René Dif bert kann bera rós.

”Kristoffer er ein ótrúligur framleiðari. Hann dugir framúr væl at lesa tey listafólkini, sum hann arbeiðir saman við. Hann hevur eina einastandandi tónleikafatan, og hann er tann besti at samstarva við í tí tónleikaligu tilgongdini og undir menningini av einum sangi. Kristoffer er bara sum heild ein góður tónleikari. Vit hava arbeitt saman fleiri ferðir, eg havi verið í Føroyum meira enn 10 ferðir nú. Vit arbeiða so væl saman, at tá vit skrivaðu ”Vinterbarn”, gjørdu vit líka nakrar sangir afturat, nú tá vit vóru í gongd, sum vit skjótt fara í studio at spæla inn”, endar René Dif.

 

HYGG EFTIR SJÓNBANDINUM, ”VINTERBARN”, HER:

https://youtu.be/QJu5mx_6Z5w

Staklagið ”Vinterbarn” er spælt inn í Sweet Silence studionum og Kris-Stuff Studio.  Tónleikarar: Gert Smedegaard á trummum (CV Jørgensen mm), Niklas Schneiderman (Magtens Korridorer) og Niclas Johannesen á guitarum, Kristoffer Mørkøre á bass og keyboards og tann fløguaktuella Ulla Britt Simonsen á kór og 2. rødd.

Fakta um headspace.

headspace er eitt anonymt og ókeypis ráðgevingartilboð í Danmark undir Foreningen Det Sociale Netværk. Málbólkurin er børn og ung í aldrinum 12-25 ár. Tað verður rikið av meira enn 500 sjálvbodnum um alt landið.

Í headspace eru eingir trupulleikar ov stórir ella smáir, tey ungu gera sjálvi av, hvussu farast skal fram, og tað er eingin bíðitíð ella journalir.

Síðan byrjanina í 2003 hevur headspace havt samband við meira enn 27.000 ung. Tað eru headspace í Aabenraa, Aalborg, Albertslund, Ballerup, Billund, Esbjerg, Greve, Helsingør, Herlev, Herning, Horsens, Hvidovre, København, Odense, Roskilde og Rødovre. headspace hevur somuleiðis ætlan um at lata ráðgeving upp fyri ungum í Føroyum.

Poul Nyrup Rasmussen setti Det Sociale Netværk á stovn í 2009, hevur verið formaður fyri Det Sociale Netværk og er í dag protektor fyri bæði headspace Danmark/Det Sociale Netværk.

SInnisbati á ferð

Úr hjálparloysi til handling – saman standa vit sterk

Í hesum døgum verður skrivað um, at vit hava nógv ung fólk, ið stríðast við sálarligar trupulleikar og rúsevnis trupulleikar.

Vit í Sinnisbata vilja staðiliga heita á politisku myndugleikarnar, at taka tað í størsta álvara, at vit hava ung fólk, sum onkursvegna ikki klára at fóta sær uttan hjálp.

Marginaliseraðir ungdómar, tað vil siga ung, ið t.d. bæði hava sosialar trupulleikar, sálarligar avbjóðingar, rúsdrekka/rúsevnismisnýtslu og eisini eru vorðin heimleys, hava oftast tørv á hjálp frá fleiri pørtum.

Vit í Sinnisbata halda tí, sum Jan Poulsen, vakthavandi á politistøðini, var inni á í gjárkvøldið, at samstarv er vegurin fram.

At hesi ungu gerast ein kastibløka millum løgreglu, psykiatriska depilin, misnýtslu viðgerðarstøð, tilboð frá Almannaverkinum og øðrum, ger at øll royna sítt besta í hvør sínum lagi, og at heildarviðgerð gerst nærum ógjørlig.

Vit mæla til at ein arbeiðsbólkur ella netverk verður sett á  stovn, fyri hvønn ungan borgara, ið tørvar hjálp. Nakað sum við “góðu tilgongdini”, ið verður bjóðað familjum við børnum, sum hava Autismu.

Vit í Sinnisbata meta, at tað er umráðandi, at inndraga familjuna og saman virka fyri, at okkara ungu fáa ta hjálp teimum tørvar.

Róa Midjord
Forkvinna í Sinnisbata

SInnisbati á ferð

Sinnisbati 35 ár í dag

Í dag, 24. mai 2017, eru 35 ár liðin síðani Sinnisbati, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra, bleiv sett á stovn. Í tí sambandi vilja vit nýta høvið til at vísa á ein part av søgu felagsins. 6. juni 2002, í sambandi við at Sinnisbati fylti 20 ár, var ein grein um Sinnisbata, sum Føroya Fiskimannafelag gav út í blaðnum FFBlaðið, Blað Verka- og Veiðimanna. Tað var ein góð og lýsandi grein, sum eisini greiddi frá hátíðarhaldi, ið var hildið tá. Tú kanst lesa greinina niðanfyri:

Tann 24. mai vóru 20 ár liðin síðan felagið Sinnisbati varð sett á stovn. Hetta er, sum navnið sigur, felagið, sum skal arbeiða fyri at bøta um viðurskiftini hjá teimum sinnisbrekaðu. Dagurin varð hildin við “maner” leygardagin tann 25. mai.

Seinnapartin var ein samkoma í Norðurlandahúsinum, har tveir íslendskir gestir greiddu frá royndum í Íslandi við sálarrøkt. Annar var Heðinn Unnsteinsson, sálarfrøðingur, sum er leiðari fyri “verk- ætlanini til sálarliga heilsu”. Heðinn er fyrrverandi tunglyndissjúklingur, sum sjálvur kennir til trupulleikarnar við at hava sálarligt brek. Hin var Ebba Ásmundsdóttir, sum hugleiddi um sálarliga heilsu. Bæði sluppu sera væl burtur úr teirra framløgum. Annars skipaði Maria Andersen saman við dóttrini Lenu og manni hennara Niclas fyri undirhaldinum, og setti hetta sín serliga dám á. Um kvøldið var samkoma á Hotel Hafnia, hagar tey, sum á einhvønn hátt høvdu dugnað felagnum hesi farni 20 árini, vórðu boðin. Her greiddi Katrin Dahl,sum var ein av teimum, sum vóru við til at stovna Sinnisbata, frá, hvussu hetta tiltakið kom í lag.

Karin Margretha Joensen Næs var eldsálin aftanfyri stovnanina av Sinnisbata, men hon doyði alt ov ung.

Her legði hon serligan dent á tann týdning, sum Karin Margretha Joensen Næs hevði havt fyri Sinnisbata,og greiddi hon m.a. soleiðis frá: Karin Margretha Í samband við at vit halda stovningardag fyri Sinnisbata, er tað natúrligt, at vit minnast Karin Margretu Joensen Næs. Tað var hon, sum tók stig til at stovna felagið. Eitt kvøldið, eg var á vakt á Deild 2, ringdi Karin Margreta. Hon spurdi um eg vildi vera við til at stovna felag við tí endamáli at bøta um viðurskiftini hjá teimum sinnissjúku. Eftir umhugsan játtaði eg, av tí at eg helt, at hevði hon orku til slíkt arbeiði,kundi eg ikki annað enn stuðla tí. Kanska var tað eitt gott útgangspunkt. Karin Margreta kendi sostatt til hesa her viligu sjúku út frá egnum royndum, og eg hevði ta fakligu ekspertisu frá mínum arbeiði. Vit tosaðu við Berlinu Hentze, og var hon til dystin fús at vera við. Karin Margreta gjørdi endamálsorðing, lógaruppskot, og vit kallaðu saman til stovnandi aðalfund.

Nógv fólk møttu til fundar, nógv fleiri enn vit høvdu væntað. Tað gleðiliga var, at fleiri frá statshospitalinum eisini møttu upp. Millum onnur var Árni Olsen sáli. Nevnd bleiv vald, felagið fekk navn, og tað var Hans Birgir Hansen (Bigge), sum hevði uppskot um at felagið skuldi eita Sinnisbati. Næsta tak var at skaffa pening, fyri at hava nakað at arbeiða við. Vit gjørdu bingo, sjálvt um eingin av okkum kendi nakað til hettar, sum var rættiliga nýtt tá, og væl bar til.Vit fingu fitt av peningi, og ógvuliga góðan stuðul frá fólki. Felagið fekk ikki so lítið á skafti. Tað fekk gjøgnumbrot á fleiri økjum, so sum at keypa hús á Sólteigi til vardan bústað til fólk, sum høvdu verið innløgd í longri tíð, og sum sostatt kundu royndarútskrivast.

Felagið fekk gjørt eina byrjan til distriktpsykiatri, sum slett ikki var í Føroyum tá. Skipað bleiv fyri pallborðsfundi, sum bleiv sjón- og útvarpaður, og mangt annað. Alt hettar eigur Karin Margreta størstu tøkkina uppiborna fyri. Hon fekk tað mest ómøguliga til at gerast møguligt. Tað, sum hon fór í holt við, fekk hon gjøgnumført. Hon hevði eina eldsál, sum brendi fyri, at bøta um umstøðurnar hjá øllum brekaðum í Føroyum. MBF, meginfelag teirra brekaðu, hevur ómetaliga nógv at takka Karin Margretu fyri. Hóast trupulleikar í egnari familju, so hevði hon altíð yvirskot til at hjálpa øðrum eisini. Og so hevði hon eitt sinnalag og humor av Guds náði. Tá trupulleikarnir vóru størst, plagdi hon at siga – gloym hettar eina løtu – og so fann hon uppá okkurt heilt annað at taka sær til. Mangar stuttligar løtur minnast vit hana fyri. Sinnisbati hevur havt stóran týdning Tað vóru eisini fleiri onnur, sum høvdu orðið og víst varð á, hvussu stóran týdning Sinnisbati hevði havt.

Felagið kann sigast at hava tvinnar høvuðsuppgávur. Onnur er at fáa játtan og orku til at bøta um viðurskiftini hjá teimum sinnisveiku. Hin er at virka fyri, at tað skal verða roknað fyri at vera eins náttúrligt at vera sjúkur í sinninum, sum at hava eina vanliga likamliga sjúku. Tað er sjálvsagt rættiliga ringt at máta, hvussu tað gongur við hesi seinni uppgávuni,men tað gongur í hvussu er rætta vegin. Viðvíkjandi teirri fyrru, so er rættiliga nógv hent, ikki minst seinastu tíðina.

Eitt, sum hevur stóran týdning, er, at tað er komið eitt álit um heildarpsykoatri, so nú hava politikkararnir fingið eina nágreiniliga kós at sigla eftir, og er uppgávan hjá Sinnisbata at halda teimum til. Eitt stórmál er eisini, at tað júst nú er settur ein psykoatriskur samskipari, so tey sálarliga sjúku nú vita hvagar tey kunnu venda sær um tað er eitthvørt áfatt. Tað er eisini nakað við at henda í royndunum at loysa íbúðartørvin hjá teimum sinnisveiku og verður eitt sambýli nú bygt.Tað skal tó sigast, at her er langt á mál, og tað er rættiliga avgerandi eisini at fáa slík sambýli úti um landið. 

SInnisbati á ferð

Danni Elmo: Væleydnaður í ruðuleika og við fullari ferð í frígear

“Væleydnaður í ruðuleika og við fullari ferð í frígear” er ein frágreiðing um eitt lív á tromini, við ADHD sum trúføstum fylgisveini, bæði  í góðum og í illum.

Ein tónleikaligur fyrilestur, har Danni Elmo, við  gittara, tekur teg við á eina fangandi ferð, við forteljingum og sangum, ið Danni sjálvur hevur upplivað og skrivað.

Danni Elmo, sum í dag er 30 ára gamal, hevur verið heimansettur á ymiskum stovnum síðani  hann var 9 ára gamal, tá foreldur hansara ikki longur megnaðu at hava hann búgvandi hjá sær. Alt lívið hevur hann havt trupult við at stýra sínum impulsum og við at savna seg og longu sum 4 ára gamal fekk hann staðfest ADHD. Hann hevur verið fyri kynsligan ágangi og  sálarligum  umsorgaranarsvíki. Hann hevur verið misnýtari av ymsikum euforiserandi evnum og hevur megnað at komið burturúr misnýtsluni – fyri síðan aftur at blíva misbrúkari aftur seinni. Hann hevur luttikið í Melodi Grand Prix við góðum úrsliti, fyri síðan at søkka niður í  tunglyndi, tá veitslan var av. Hann hevur livað góða lívið við damu, barni og húsi, men misti alt og endaði sum heimleysur í einum kjallara.

Í dag er hevur Danni stýr upp á tilveruna og tær avbjóðingar sum lívið býðir honum. Hann veit hvat hann vil, og heldur fast við sín rætt at liva eitt gott lív. Hann hevur yvirskot til at greiða frá síni søgu, í tí vón at hann kann hjálpa øðrum, sum eru í  líknandi støðu, og fremja innlit og skilsemi fyri avvarðandi. Tað ger hann við nærveru og kenslusemi sum fær tárini fram. Við undrunarsamum dirvi og imponerandi styrki. Við sjarmu og humori, sum hitar. Við eini stórari gleði um at vera pápi, tónleikari, eitt menniskja sum tú og eg, umframt at verða talurør fyri útsettum børnum og ungum. Fyrilesturin bjóðar til opinleika og at til ber at seta seg inn í hvussu tað er at vera sálarliga viðkvæmur og hava sosialar avbjóðingar. Fyrilesturin gevur djúpt innlit og elvir til umhugsni í mun til tað, sum Danni hevur verið ígjøgnum, og tað, sum hevur hjálpt honum. Hansara søga gevur eitt sjáldsama húðleyst erligt innlit í lívið hjá einum ungum menniskja, sum hevur yvirlivað í stríðum mótstreymi.

Søgan gevur tær, ið sjálv/ur stríðist,  dirvi –  eisini tær, sum elskar ein, ið stríðist. Søgan er viðkomandi hjá øllum, ið hava áhuga innan sosiala og sálarliga økið. Hon motiverar eldsálir og serfrøðingar til at økja um nærveruna og forvitni í samveruni við tey, ið stríðast. Ikki minst gevur søgan íblástur til at leggja størri dent á fyribyrging

Fyrilesturin kemur eitt nú inn á:

  • Misnýtslu
  • Viðgerð
  • Sálarfrøði
  • Mentorskipan
  • ADHD
  • Stovnar
  • Tónleik
  • Tað at eydnast
  • Tól
  • Impulsir
  • Kost og motión
  • At liva við einum sum hevur ADHD ella er sálarliga viðkvæmur
  • Spyrjirundu