Screenshot_2023-09-14_at_17.43.30

Nýggjur leiðari á Sólteigi og Eysturstræti


Andrias Hansen tekur við eftir Rasmus Patursson, sum nú leggur frá sær vegna aldur, eftir at hava verið leiðari á sjálvsognarstovninum síðan 1.apríl 1985.


Andrias er 50 ára gamal, útbúgvin ergoterapeutur, og hevur drúgvar royndir innan psykiatriska økið, har hann hevur starvast í 20 ár. Andreas hevur leiðsluroyndir frá ergoterapiini á Psykiatriska deplinum, og hevur starvast bæði á stongdari og opnari deild, í sosialpsykatriini og nú seinastu árini í Fountainhúsinum.

Andreas hevur eisini starvast á ymsum stovnum í Danmark, áðrenn hann kom heim aftur til Føroya í 2009 og fór á Psykiatriska Depilin at arbeiða.

Andrias byrjar í starvinum 1. oktober 2023.

Sinnisbati ynskir Andriasi blíðan byr í starvinum, og takkar Rasmus Patursson fyri sítt góða og drúgva arbeiði sum leiðari á sjálvsognarstovninum.

IMG_3357

Tvingsil í Psykiatri: avbyrging og at missa sjálvræðið– søguligt baksýn


Vit liva í einum samfelagi, har vit leggja dent á frælsi og sjálvræði. Hesir tankar skulu eisini gjarna vera galdandi fyri menniskjur við sálarsjúku. Men tað hevur ikki altíð verið so. Søgan er lang, torgreidd og heldur dapur. Men eitt yvirlit kann gerast. 


Avbyrging, dárakistur, spennitroyggjur, Cella og vaktarhald

Frá umleið 1500 til umleið 1800, gekk ein internering fyri seg í samfelagnum, ið gekk út uppá at rudda upp í samfelagnum fyri fólk, sum vóru sæð sum ein trupulleika fyri samfelagið. Hospitalið hevði juridiskt vald til at sperra fólk inni, her uppí: arbeiðisleys, fátøk, evnaveik, brotsgerðarfólk og fólk, sum vóru sálarliga illa fyri (Foucault, 2008, kap. 2). Síðst í 1700 vórður fólk við sálarsjúku í Danmark koyrd í dárakistur, sum tey kundu liggja áravís í (Vaczy Kragh (red.), 2008), og varð hetta praktiserað væl inn í 1800 talinum (ibid.). Hesar dárakistur vóru bókstaviligt sagt kistur, sum fólk lógu í. Í 1792 kemur spennitroyggjan í nýtslu (Hansen, 1996). Miskeiðis í 1800 kemur ein avdeiling til Hospitalið í Føroyum kallað „Cellan“, har fólk við sálarsjúku vórðu avbyrgd (Jacobsen, 2004). Cellan varð standandi fram til 1977 (ibid.). Síðst í 1800 kemur ein játtin til at hava vaktarhald yvir fólkum við sálarsjúku á Færø Amts Hospital (ibid.).

At missa sjálvræði

í 1911 fekk ein patientur diagnosu frá yvirlækna við Sinnissjúkrahúsið í Vordingborg: „kronisk Sindssygdom, Paranoia, og maa anses for uhelbredelig og farlig for sine Omgivelser“ (Yvirlækni við Vordingborg, 1911). Í 1912 varð ein politisak gjørd burtúr hesum, har patienturin bleiv ómynduggjørd/ur (Kjøbenhavns Politi, 1912). Í 1918 skrivar ein familjulimur hjá einum patienti við sálarsjúku eitt bræv til amtmannin, har hann vil fáa patientin ómynduggjørdan, tí patienturin er óhjálpin og er ein byrða fyri familjuna (Familjulimur, 1918). At hetta brævið er til, vísir, at tað varð møguligt at skriva eina umbøn til amtmannin um at fáa ein sálarsjúkan persón ómynduggjørdan. Ástøðingurin Foucault skrivar um hetta fyribrigdið um ómynduggerðing, har hann sigur, at læknin fekk ein foreldraleiklut, sum viðførdi patientar sum børn (Foucault, 2008, p. 166). Foreldraleikluturin, sum læknin fekk í hesum tíðarskeiðinum gjørdi, at sálarsjúk kundu verða ómynduggjørd. Eitt annað hugtak, Foucault ger nógv við, er hugtakið um læknaligu skoðanina (Foucault, 1973). Læknaliga skoðanin snýr seg um, at læknin fortelur patientinum, hvat er galið við honum, og so má patienturin og øll onnur bara góðtaka tað. Soleiðis fær læknin vald til at taka sjálvræði frá einum patienti, um læknin metur tað verða neyðugt. Og í Føroyum í 1911 og 1912, og aftur í 1918, síggja vit hetta valdið framganga. Familjulimurin, sum skrivaði til amtmannin um at ómynduggerða patientin, grundgav fyri tí við at siga, at læknin hevði sagt, at patienturin var óhjálpin.

Týdningurin í sjálvræði í dag
Í dag eru vit tíbetur komin so mikið langt, at vit hava stóra virðing fyri sjálvsræðnum hjá einum patienti, har so lítið inntriv í persónliga fræslinum verður gjørt sum gjørligt. Hetta sæst í uppskotinum hjá Sinnisbata frá 1987, ið mælti til at desentralisera viðgerðina á borgarum við sálarsjúku (Sinnisbati, 1987). Hetta er eitt uppskot, ið leggur upp til at integrera borgarar við sálarsjúku, heldur enn at goyma tey burtur. Í hesum sambandi, kemur ein viðgerðarhættur inn, ið kallast økispsykiatri, ið gongur út uppá at viðgerða tann sjúka í tí økinum og umhvørvinum, viðkomandi býr (Arbeiðsbólkurin, 1991, p. 10). Hugburðurin er, at vit skulu fara frá avbyrging, og heldur integrera menniskjur við sálarsjúku.

Skrivað hevur John Sigurd Hammer


Keldur:

Arbeiðsbólkurin. (1991). Løgmansskrivstovan. Sótt frá Løgmansskrivstovan: http://tilfar.lms.fo/logir/alit/1991.00%20Psykiatriætlan%20ár%202000.pdf?fbclid=Iw AR3s0pmYyMaSaxmqkhFakaL2SefUE8KX7lCAUzjl1hcOw_4U1Bseyr4DQPg (tikið niður 17.05.21)
Familjulimur. (1. August 1918). Til Færø Amt, 3/8, F. A. J. 1918, Nr. 463. Føroyar: Landsskjalasavnið.

Foucault, M. (1973). The Birth of the Clinic. New York: Pantheon Books. Foucault, M. (2008). Galskapens Historie. Oslo: Gyldendal Akademisk.

Hansen, D. (1996). Søgan um hini. Tórshavn: Føroya Skúlabókagrunnur. Jacobsen, E. S. (2004). Slóðir í Heilsuverkssøguni. Tórshavn: Føroya Fróðskaparfelag.

Kjøbenhavns Politi. (15. Juni 1912). Politikammeret, 24/6 F. A. J. 1912, Nr 722. Keypmannahavn, Danmark: Landsskjalasavnið.

Sinnisbati. (1987). Decentaliserið viðgerðina av sinnissjúkum! Uppskot frá Sinnisbata um framtíðar politikk innan sinnisrøkt. Sinnisbati.

Vaczy Kragh (red.), J. (2008). Psykiatriens historie i Danmark. København: Hans Reitzels Forlag.
Yvirlækni við Vordingborg. (31. Oktober 1911). Fra Overlægen ved Sindssygeanstalten ved Vordingborg til Færøernes Sorenskriveri, J. Nr. 113-1911/12. Føroya Amt. Vordingborg, Danmark: Landsskjalasavnið.

IMG_3357

Søguligt baksýni á stigma & stigmatisering


Stigma og stigmatisering er ein ótti/ófrættakensla av tí ókenda og tí ónormala. Og hyggja vit at søguni, síggja vit, hvussu hetta hevur gingið fyri seg. Í 1900 talinum er tað komið fyri, at ein við sálarsjúku er steinaður úti á gøtuni í Føroyum. Fara vit heilt langt aftur í tíð, aftur til 1500 talið, og eisini í 1700 talinum, so hava fólk við sálarsjúku í Evropa verið forfylgd og rikin út úr sínum heimstaði.


Søgulig internering av fólki við sálarsjúku

Frá umleið 1500 til umleið 1800, gekk ein internering fyri seg í Evropa, har menniskjur við sálarsjúku vórðu gjørd til ein samfelagsligan trupulleika, sum skuldi ruddast upp í samfelagnum. Hendan interneringin var fyri m.a evnaveik, arbeiðisleys, fátøk, brotsgerðarfólk og fólk, ið vóru sálarliga illa fyri. Tey síðstu, ið vórðu skild frá brotsgerðarfólkum, vóru fólk við sálarsjúku.

Dárakistur í Danmark í 1800-talinum

Fara vit aftur til 1800 talið í Danmark, fáa vit eina óhugnaliga søgu um, hvussu fólk við sálarsjúku eru viðførd. Danski staturin legði dent á at avbyrgja og pasifisera menniskju við sálarsjúku. Hetta varð gjørt, við m.a. at koyra tey í sonevndar dárakistur. Dárakistan var bókstaviligt ein kista, sum hevði eina matlúku, og var bygd við tjúkkum træi, fyri at gera tað nærum ómøguligt at bróta út. Tað kom fyri, at menniskju lógu í dárakistum í áravís. Hetta var fyri tey, ið vórðu mett at vera vandamikil. Í navninum „dárakista“ liggur, at tey, ið verða koyrd í har, eru dárar. Tey, ið minni vandamikil vóru, vórðu koyrd í spennitroyggjur, sum varð hildið at vera frígerandi í mun til dárakistuna.

Cellan í Føroyum í miskeiðis 1800-talinum
Í Føroyum, miskeiðis í 1800 talinum, høvdu tey eina deild á Hospitalinum, sum tey kallaðu fyri Cellan. Í hasum navninum sæst ein hugburður í at avbyrgja fólk við sálarsjúku, sum at nærmast koyra tey í fongsul. „uhyggelige fængsel... galehus... uting... frygtelig pine“ (Jacobsen, 2004, pp. 173-174) vóru orðini, ið vórðu nýtt til at lýsa Celluna, og sum heild tykist ein hugburður at vera, at hesi fólkini máttu avbyrgjast, so at tey ikki órógvaðu onnur fólk.

Vit hava tíbetur flutt okkum nógv, bæði í viðgerðarhættum og hugburð til sálarsjúku. Søgan vísir okkum, hvussu menniskju kunnu verða viðfarin, tá hugburðurin, ella fatanin er tann, at tey eru vandamikil og mugu avbyrgjast.

 

Skrivað hevur John Sigurd Hammer

 


Keldur
Det Etiske Råd. (2012). Samfundet og ”de gale” - Magt og afmagt i psykiatrien. Hentet fra Det

Etiske Råd: https://www.etiskraad.dk/~/media/Etisk-Raad/Etiske-
Temaer/Psykiatri/Publikationer/2012-06-19-samfundet-de-gale.pdf

Foucault, M. (2008). Galskapens Historie. Oslo: Gyldendal Akademisk.
Jacobsen, E. S. (2004). Slóðir í Heilsuverkssøguni. Tórshavn: Føroya Fróðskaparfelag.
Stórá, T., & Joensen, E. (29. oktober 2019). Tematýsdagur um psykiatri:
https://kvf.fo/non?sid=100453 (tikið niður 28.05.21). (G. Nolsøe, Interviewer)
Vaczy Kragh (red.), J. (2008). Psykiatriens historie i Danmark. København: Hans Reitzels

2

AVVARÐANDIBÓLKUR TIL UNG 18-35 ÁR

Ert tú millum 18-35 ár og avvarðandi til ein, sum hevur sálarsjúku? So er avvarðandibólkurin hjá Sinnisbata møguliga fyri teg


Endamálið við bólkinum er:

– at møta øðrum ungum í líknandi støðu
– at læra hvussu ein kann handfara støðuna á ein gagnligan hátt
– at læra um avbjóðingar í mun til sálarligu støðuna hjá avvarðandi persóninum (psykoedukatión)
– at sleppa at seta orð á egnar tankar og kenslur í mun til egnu støðu

Bólkurin byrjar 19. oktobur, ella tá fullteknað er. Luttakarar møtast 8 ferðir saman við bólkaleiðara, hósdagar millum kl. 17.00-19.00 í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 8 luttakandi í bólkinum.

Bólkurin er skipaður í samstarvi við Róu Midjord. Róa er m.a gestaltterapøut, náttúruterapøutur og rúsviðgera, og hevur hollar royndir sum bólkaleiðari í avvarðandibólkum hjá Sinnisbata.

Einasta treyt fyri at luttaka í bólkinum er, at tú ert ímillum 18-35 ár, og ert avvarðandi til ein, ið hevur sálarsjúku.

Luttakarar og bólkaleiðari eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.

Tilmelding og kostnaður

Eitt gjald á 300 kr. er fyri at luttaka, sum dekkar kostnaða fyri kaffi o.a. Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til Sinnisbati@Sinnisbati.fo við navni og telefonnummari.

Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðari síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðara at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.


Um avvarðandibólkarnar hjá Sinnisbata

Avvarðandibólkarn​i​r hjá Sinnisbata er​u​ bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast.

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlaði og ráðaleys, og vita kanska ikki, hvussu tey skulu bera seg at.

Í sjálvhjálparbólkinum fáa avvarðandi møguleika at hitta onnur, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila, kenslur, avbjóðingar og royndir saman. Tey avvarðandi kunnu tosa opið og erligt um upplivingar, trupulleikar og gerandisdagin sum avvarðandi. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur og aðrar avbjóðingar í gerandisdegnum. Bólkarnir eru skipaðir við felagspráti og psykoedukatión.

bólkuradd

AVVARÐANDI BÓLKUR TIL MENN

Sinnisbati hevur tvær ferðir skipa fyri avvarðandibólki til menn – bæði í Tórshavn og í Klaksvík. Í heyst fara vit aftur at hava ein bólk.


Endamálið við bólkinum er:

– at møta monnum í líknandi støðu
– at læra hvussu ein kann handfara støðuna á ein gagnligan hátt
– at læra um avbjóðingar í mun til sálarligu støðuna hjá avvarðandi persóninum (psykoedukatión)
– at sleppa at seta orð á egnar tankar og kenslur í mun til egnu støðu

Bólkurin byrjar 26. Septembur, ella tá fullteknað er. Luttakarar møtast 8 ferðir saman við bólkaleiðara, týsdagar millum kl. 16.00-18.00 í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 8 luttakandi í bólkinum.

Bólkurin er skipaður í samstarvi við sálarfrøðing Erling Fles, ið kemur at leiða bólkin.

Einasta treyt fyri at luttaka í bólkinum er, at tú ert mannfólk yvir 18 ár, og ert avvarðandi til ein, ið hevur sálarsjúku.

Luttakarar og bólkaleiðari eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum

Tilmelding og kostnaður

Eitt gjald á 300 kr. er fyri at luttaka, sum dekkar kostnaða fyri kaffi o.a. Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til Sinnisbati@Sinnisbati.fo við navni og telefonnummari.

Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðari síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðara at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.


Um avvarðandibólkarnar hjá Sinnisbata

Avvarðandi bólkarn​i​r hjá Sinnisbata er​u​ bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast.

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlaði og ráðaleys, og vita kanska ikki, hvussu tey skulu bera seg at.

Í sjálvhjálparbólkinum fáa avvarðandi møguleika at hitta onnur, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila, kenslur, avbjóðingar og royndir saman. Tey avvarðandi kunnu tosa opið og erligt um upplivingar, trupulleikar og gerandisdagin sum avvarðandi. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur og aðrar avbjóðingar í gerandisdegnum. Bólkarnir eru skipaðir við felagspráti og psykoedukatión.

IMG_3357

TIME OUT bólkur byrjar eftir summarfrítíðina

Sinnisbati fer aftur at hava væl dámdu TIME OUT Bólkarnar eftir summarfrítíðina. TIME OUT er eitt tilboð til øll, sum eru millum 12-18 ár, og sum hava foreldur ella systkin við sálarsjúku.

TIME OUT er eitt frírúm hjá børnum og ungum – eitt stað, har tey kunnu siga time out frá gerandisdegnum, og møta øðrum í líknandi støðu. Her kunnu tey tosa við onnur við somu upplivingum og deila royndir saman og alt møguligt annað, tí vit hugna og stuttleika okkum eisini.

Bólkurin er skipaður av royndum bólkaleiðarum, sum saman við luttakarunum fara at taka ymisk evni upp at viðgera. Eisini fáa luttakarar amboð at fáa røttu javnvágina at liva egið lív, og samstundis vera ein partur av familjuni.

Luttakarar og bólkaleiðarar hittast eina ferð um vikuna í átta vikur í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 10 luttakarum. Bólkurin byrjar 4. septembur (ella tá fullteknað er) og møtist mánadagar millum 17.00-19.00.

Hvat siga børnini og tey ungu um TIME OUT?

Sinnisbati hevur havt TIME OUT bólkar síðani 2016, og hava afturmeldingarnar frá luttakarunum verið góðar. Eitt, sum gongur aftur, er, at tey ungu ikki longur kenna seg einsamøll. Um bólkin siga tey luttakandi m.a:

– Nú veit eg, at sálarsjúka ikki smittar

– Eg havi onkran sum SKILIR, og eg føli meg ikki einsamalla longur

– Eg tori betri at hava tað, sum eg havi tað, tí eg veit, at tað ikki bara eri eg

– Eg skilji betri, hvussu mamma hevur tað, og hvat sálarsjúka er

Melda til bólkin
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, ella ein tú kennir? Tilmelding fer fram við at skriva ein teldupost til sinnisbati@sinnisbati.fo við navni og telefonnummari. Tað kostar 300 kr. at luttaka (eru tað sysktin, so er tað bert eitt gjald).

Hevur tú spurningar, so ber til at ringja til Sinnisbata á 597913 ella senda ein teldupost.

Bólkaleiðarar eru álagdir tagnarskyldu eftir galdandi reglum.

IMG_3357

AÐALFUNDUR HJÁ SÓLSTRÆTI

Innkallað verður til aðalfund hjá sjálvsognarstovninum Sólstræti, sum Sinnisbati varðar av.

Aðalfundurin verður hildin mikudagin 14. juni 2023 kl. 15.00 – 16.00 í hølunum hjá MEGD við Íslandsvegin 10c.

Skrá sambært viðtøkum.

 

IMG_3357

ERT TÚ EIN AV OKKARA NÝGGJU RÁÐGEVUM?

Hevur tú eina heilsufrøðiliga, námsfrøðiliga, sosialfakliga útbúgving ella líknandi, og hevur hug at nýta tínar førleikar til eitt gott endamál? Sinnisbati leitar í løtuni eftir fleiri sjálvbodnum kjatt-ráðgevum til okkara toymi við dugnaligum fakfólkum.

Síðani 2019 hevur Sinnisbati bjóðað kjatt-ráðgeving á okkara heimasíðu, og hevur ráðgevingin verið væl vitjað. Øll, sum venda sær til ráðgevingina eru dulnevnd, og tað eru ráðgevarnir eisini. Felags fyri allar samrøðurnar er, at talan eru um menniskju, ið hava tað trupult og hava tørv á ráðgeving og vegleiðing. Kjatt-ráðgevingin er opin 5 dagar um vikuna í 2 tímar (sunnudag-hósdag kl. 20.00-22.00).

Starvið er ólønt og sjálvboðið, men tað krevst, at tú hevur eina viðkomandi útbúgving ella samsvarandi starvsroyndir við ráðgeving og vegleiðing av fólki. Tað er eisini umráðandi, at tú hevur gott innlit í samfelagsviðurskifti og psykiatri, og góðar førleikar innan skriftligt samskifti. Lesandi innan heilsufrøðiliga, námsfrøðiliga ella sosialfakliga útbúgving eru eisini vælkomin at søkja.

Starvið snýr seg um umleið eina vakt á 2 tímar hvørja ella aðru hvørja viku.

Sinnisbati bjóðar eitt mennandi og avbjóðandi sjálvboðið starv, umframt upplæring í talgildari ráðgeving, supervisjón og skeið.

Introskeið við Livslinien

Í samband við at Sinnisbati søkir eftir nýggjum ráðgevum, bjóða vit introskeið við Livslinien. Livslinien er eitt danskt sjálvmorðsfyribyrgjandi tilboð, sum veitir telefon- og kjatt-ráðgeving. Eisini skipa tey fyri skeiðum og undirvísing.

Á skeiðnum fært tú millum annað vitan og undirvísing í sjálvmorðsfyribyrgjandi samrøðuni og undirvísing í kjatt samskifti. Skeiðið verður 3. mai.

Ert tú okkara nýggi ráðgevi?

Ljóðar hetta spennandi, og sum nakað fyri teg? So ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við viðkomandi prógvum og lívsrensli á sinnisbati@sinnisbati.fo.

Freistin at søkja starvið er mánadagin 1. mai 2023.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, ber til at seta seg í samband við Gunnhild Persson, aðalskrivara, á teldupost gunnhild.persson@sinnisbati.fo.