SInnisbati á ferð

BRÁÐFEINGIS TØRVUR Á BRÁÐFEINGISHJÁLP

Sinnisbati vil fyrst og fremst takka Frihedsbrevet og KVF fyri at varpa ljós á sjálvmorð. Sendingin ‘Nert ikki við’ hjá KVF og poddurin ‘Eitt ættarlið í pínu’ hjá Frihedsbrevet hava seinasta mánaðin varpað ljós á evnið. Hetta er eitt sera eymt og tungt evni at tosa um, men tað ger ikki evnið minni umráðandi.

Í báðum sendingunum kemur fram, at tað er tørvur á at tosa meir um evnið og at neyðugt er við hjálp og tilboðum til tey, ið eru sjálvmorðshótt. Eisini kemur fram, at tørvur er á meiri hjálp og tilboðum til avvarðandi. Hetta er ein støða, sum eingin eigur at standa einsamallur í – hvørki tann rakti ella tey avvarðandi hjá tí sjálvmorshótta.

Hyggja vit eftir hagtølunum, er talið av sjálvmorðum minkað nógv seinastu 20 árini. Hetta er gleðiligt. Tó kemur fram í sendingini hjá Frihedsbrevet, at løgreglan verður uppringd áleið tríggjar ferðir um mánaðin um støður, har fólk eru sjálvmorðshótt ella óttast fyri, at ein tey kenna er sjálvmorðshóttur. Talan er í flestu førum um ung fólk.

Hetta kemur ikki óvart á okkum í Sinnisbata, tí vit síggja hetta eisini í okkara kjatt-ráðgeving. Sinnisbati hevur síðani 2019 havt eina kjatt-ráðgeving við sjálvbodnum fakfólki, sum hevur havt opið 2 tímar hvørt kvøld. Flestu samrøðurnar snúgva seg um dapurleika, gleðisloysi og tungir tankar, meðan triðstørsta evnið er sjálvmorð, sjálvmorðsroynd og/ella sjálvmorðstankar. Í 2021 snúðu 19% av samrøðunum seg um sjálvmorð, sjálvmorðsroyndir og/ella sjálvmorðstankar, og í 2022 er talið økt til 27%. Tað eru flest ung undir 29 ár, ið brúka okkara ráðgeving.

Trupult at vita, hvar man skal venda sær
Um tú ella ein, sum tú ert góður við er sálvmorðshóttur, ber til at fáa hjálp frá eitt nú kommunulækna ella vaktlæknanum á 1870. Eisini ber til at ringja til løgregluna, leita sær sálarfrøðiliga hjálp ella royna kjatt-ráðgevingina hjá Sinnisbata ella Tú & Eg-ráðgevingina hjá Barnabata á 116 111.

Tó er enn einki tilboð, ið er tøkt alt samdøgrið, har fólk, sum hava bráðfeingis tørv á sálarligari hjálp, kunnu venda sær. Í sendingini hjá Frihedsbrevet greiðir Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, frá, at tað hevði verið betri, um atgongd var til sálarfrøðiliga professionella hjálp, sum kundi svara eini telefon alt samdøgnið.

Tað er umráðandi, at tey, sum eru sjálvmorðshótt, hava eitt nummar at ringja á, har tey vita, at tey kunnu fáa hjálpina teimum tørvar. Hetta eigur at vera væl upplýst og ómakaleyst. Fólk, ið stríðast sálarliga, hava ofta tørv á onkrum at tosa við og at fáa hjálp – eisini tá kommunulæknin ikki er tøkur.

Í Danmark hava tey m.a Livslinien, sum man kann venda sær til, um man er sjálvmorðshóttur. Við eini slíkari linju, kunnu fleiri sjálvmorðsroyndir fyribyrgjast.

Ein skøvað pláta
Sinnisbati hevur varpað ljós á hendan tørvin aftur og aftur í áravís. Vit blivu tí ómetaliga glað, tá ið hetta loksins kom við í samgonguskjalið beint fyri jól í 2022.

Í samgonguskjalinum stendur: “Sálarligar og kropsligar sjúkur verða javnsettar. Økispsykiatriin verður styrkt og víðkað, og læknavaktin skal styrkjast til at kunna taka sær av fólki, ið brádliga gerast álvarsliga illa fyri sálarliga”.

Hendan tilbúgvingin átti fyri langari tíð síðani at verið sett í verk, og vit heita tí á almennu myndugleikarnar um at seta eina bráðfeingis tilbúgving á stovn alt fyri eitt. Við í hesi tilbúgvingini kann eitt tilboð um eina bráðfeingislinju verða knýtt uppí.

Hesar støður kunnu taka seg upp óvæntað, og tá er tørvur á bráðfeingishjálp. Tá er ikki tíð til at bíða, til kommunulæknin hevur opið aftur og møguliga verða vístur til Psykiatriska depilin ella bíða eftir tíð hjá sálarfrøðingi.

Fyribyrging er lykilin
Best hevði sjálvandi verið at fyribyrgt at fólk gerast so illa fyri, at tey gerast sjálvmorðshótt. Tí eiga vit eisini at seta munandi meira inn við fyribyrging, enn vit gera í løtuni. Á henda hátt ber eisini til at fyribyrgja fleiri tungir tankar, psykiatriska viðgerð og innleggingar.

Sinnisbati meinar, at Headspace er eitt gott boð uppá eitt fyribyrgjandi tilboð. Royndirnar við Headspace í Danmark, Noregi og Íslandi eru ómetaliga góðar. Headspace er eitt stað, har ung kunnu koma inn og fáa ókeypis ráðgeving, og har grundsjónarmiðið er, at eingir trupulleikar eru ov stórir ella ov smáir. Tað er eitt tilboð har fleiri myndugleikar, kommunur, land og stovnar samstarva um fígging – og um at hjálpa teimum ungu í felag.

Nevndin í Sinnisbata

SInnisbati á ferð

Ikki í dag

Eftir Eyðbjørg Reynslág

Skipið hevur ligið uttanfyri grønu oynna nakrar dagar. ‘’Dierdre’’ stendur á síðuni við blonkum, hvítum bókstavum. Skipsmenninir hava fríðkað um skipið, gjørt klárt at fara longu leiðina um heimshøvini aftur, og hevur hvíta húð teirra tí fingið eitt sólbrent dæmi. Hóast teir ikki tosa upprunamálið á grønu oynni, so hava teir megnað at fingið nóg mikið av fruktum í øllum litum. Síðsti smábáturin liggur inni við strondina, har tann síðsti førningurin verður gjørdur klárur at hiva umborð á hann.

Hon hevur eygleitt teir. Eygleitt hann. Hann við tí ljósa, bylgjuta hárinum, ið fellir um ennið niður til tey myrkabláu djúpu eyguni. Hvørja ferð hann smílist, glógva tey sum stjørnur á himmalhválvinum. Í dag má hon gera tað. Tað er seinasti møguleiki. So við og við førkar hon seg úr tí grøna, ið hevur fjalt hana so væl. Hon nærkast, inntil bert fáir metrar skilja tey. Skipsmenninir eru á veg innar eftir tí síðsta góðsinum, ið liggur í skugga undir pálmunum. Eisini hann. Áðrenn hon nær at broyta ætlan, byrjar hon at syngja. Tað eru bara tey bæði úti í bakandi sólini, so skjótt er, at hann hevur fest eyguni á loyndarfullu sangarinnuna. At byrja við tykist hann at ivast í, um hann skal fara niðan til hinar, men sangurin treingir ígjøgnum, og mest sum dregur hann ímóti henni sum í duli. Spakuliga rættir hon honum sólbrendu hond sína við einum dárandi smíli. Smílikullurnar koma fram í kjálkum hans í tí, hann tekur ímóti. Eitursgrønu eygu hennara draga hann til sín, nærri og nærri. Nú er hann komin so nær, at hon sær allar tær smáu frøknurnar á andliti hansara. Hann letur eyguni aftur og byrjar at hella seg ímóti henni.

Í sama bili hálar hon hann niður við sær í dýpið, áðrenn hann gáar eftir mosagrønu sveivini í vatninum. Við øllum mátti dregur hon hann við sær longur og longur út og roynir sum frægast at halda høvdi hansara undir vatnskorpuni. Maðurin berjist fyri lívinum, men hon hevur fyrimunin. Tað gongur ikki leingi, áðrenn hon sjálv fer undir, so at eingin av hinum monnunum byrjar at skjóta við hasum forpestu vápnunum. Eisini má hon skunda sær, so hon nær at síggja sál mansins fara úr kroppinum. Tað er besti parturin av øllum, so synd hevði verið at hava strevast fyri einki. 

Tey bláu eyguni hyggja so biðandi uppá hana. Hon heldur seg ørminnast at hava sæð eini líknandi fyrr í sínum lívi. Áðrenn hon gjørdist ein av havsins skapningum. Ja, tá hon var ein vøkur genta, genta skiparans. Skiparin við bláu eygunum og freistandi smílinum; tað var tað, ið hevði fingið hana umborð. Hon helt tað vera kærleika, droymdi um eina framtíð við honum, har tey ráddu yvir øllum høvunum. Men so kom hasin forbrendi stormurin, og hon fekk alla skuldina, tí hon var einasta kvinna umborð. Hon hevði bønað og biðið, men ikki eingang skiparin segði nøkrum ímóti. Hon varð tveitt fyri borð við samnanbundnum beinum at drukna og søkka niður á havsins botn. Seinni partur varð uppfyltur, men hon doyði ikki. Í staðin vuksu beinini saman, og hon fekk førleikan at anda undir vatni. Ikki gekk leingi áðrenn hon fekk fatur á skiparanum. Hon gav honum ein spakuligan deyða. Hetta gav henni okkurt slag av rættvísiskenslu. 

Hon smílist við tankan, men nú ið gomlu minnini eru blivin upplívgað, stingur eitt annað minni seg upp. Hon situr sum smágenta í føvninginum á mammu síni. Mamman fortelur søguna um teir báðar hundarnar, tann hvíta og tann svarta, ið liva í øllum menniskjum. Tað var yndissøgan hjá mammuni. ‘’Hvíti hundurin er tað góða, og tann svarti alt tað ónda. Tú velur sjálv hvørjum tú fóðrar, Elidia.’’ Tað var langt síðani, hon hevði hugsað um teir báðar hundarnar og mammuna. Á, sum hon saknaði hana nógv. Hevði hon bara lurtað eftir henni, so hevði hon havt eitt eydnusamt lív og ikki verið dømd til hesa lagnuna. 

Eyguni á manninum eru enn ræðslusligin og plágað. Øll hesi minnini um mammuna hava givið henni samvitskubit. Nakað, hon ikki visti, hon kundi fáa longur. Hon kennir báðar hundarnar berjast í sær. Dysturin er javnur. Tað er hennara val; hon hevur fóðrið til hundarnar. Maðurin er steðgaður at stríðast nú, hann hevur givið upp. Hon tekur eina avgerð, so hon sleppur honum. Við tí styrkini, hann hevur eftir, byrjar hann at arbeiða seg upp móti vatnskorpuni nakrar metrar yvir teimum. Tað fer kanska ikki at eydnast hvørja ferð at lata hvíta hundin vinna, men hetta er so ein byrjan. 

Hon hevur snarað sær á fyri at svimja niður aftur í myrkri, tá hon hoyrir eitt gjums uppi yvir sær. Tað er frá skipinum sær hon; ein steinur søkkur niður við nógvari ferð. Um steinin er eitt tog bundið um, og í hinum endanum er eitt skapilsi. Eitt menniskja – ein ung kvinna – við samanbundnum beinum. Ikki gongur leingi áðrenn kvinnan er úr eygsjón niðri í myrka dýpinum og ikki til at bjarga. Við eini øgiligari styrki bylgist tann gamla vreiðin uppaftur í Elidiu. Ljóshærdi maðurin er komin heilt upp til vatnskorpuna nú og er á veg móti lítla róðrabátinum nærhendis honum. Tann hvíti hundurin skal sleppa at vinna einaferð… Men tað verður ikki í dag!

SInnisbati á ferð

SINNISBATI HEVUR FINGIÐ NÝGGJA NEVND

(Frá vinstru: Elisabeth Carlsson, Joan B. Poulsen, Súsanna Olsen, Vivian Sjóðklett, Oda Jóhansdóttir, Margretha Poulsen, Súsanna Herdalur Tausen, Minna Sólfinnsdóttir og Rannvá Dam í Baiansstovu. Erla Matras Jensen og Rógvi Fossádal vanta á myndini)

Tann 28. Februar 2023 var aðalfundur í Sinnisbata, og nógv fólk vóru møtt upp í hølunum hjá Megd hetta kvøldið.

Súsanna Olsen forkvinna legði fram sína forkvinnufrágreiðing, har hon legði dent á virksemið í farna nevndarári. Tað hevur verið eitt virkið nevndarár við fleiri tiltøkum, átøkum og bókaútgávu. Harumframt kundi Sinnisbati hátíðarhalda 40 ára stovningardag. Súsanna rósti eisini nýggja ungmannafelagnum hjá Sinnisbata, Sinnisbati Ung, sum hevði stovnandi aðalfund í februar 2022. Tey hava verið sera virkin og sjónlig á ymisku miðlunum, og verið við til at varpa ljós á sálarheilsuna hjá ungum.

Ársfrágreiðing er tøk her

Í nevndini hjá Sinnisbata kunnu 7 nevndarlimir sita og í minsta lagi 2 tiltakslimir. Til aðalfundin stóðu 5 av 7 nevndarlimir fyri vali, og øll stillaðu uppaftur. Harafturat vóru tvey nýggj andlit, sum stillaðu upp.

Sinnisbati hevur altíð tørv á góðum kreftum, og eru heili 11 nevndar- og tiltakslimir í nýggju nevndini.

Á fyrsta nevndarfundi 7. mars skipaði nevndin seg soleiðis:

– Súsanna Olsen, forkvinna
– Oda Jóhansdóttir, næstforkvinna
– Súsanna Herdalur Tausen, skrivari
– Rannvá Dam í Baiansstovu, kassameistari
– Erla Matras Jensen, nevndarlimur
– Vivian Sjóðklett, nevndarlimur
– Minna Sólfinnsdóttir, nevndarlimur
– Margretha Poulsen, tiltakslimur
– Joan B. Poulsen, tiltakslimur
– Elisabeth Carlsson, tiltakslimur
– Rógvi Fossádal, tiltakslimur

Nýggja nevndin er til reiðar at fara til verka til eitt nýtt og spennandi nevndarár, har nógv virksemi er á skránni.

SInnisbati á ferð

AVVARÐANDI BÓLKUR Í SUÐUROY

Í næstum byrjar ein avvarðandi bólkur í Suðuroy. Bólkurin er til tín, ið er avvarðandi foreldur, maki, systkin ella vaksið barn at einum, ið hevur sálarsjúku. 

Um bólkin

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlaði og ráðaleys, og vita kanska ikki, hvussu tey skulu bera seg at.

Í sjálvhjálparbólkinum fáa avvarðandi møguleika at hitta onnur, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila, kenslur, avbjóðingar og royndir saman. Tey avvarðandi kunnu tosa opið og erligt um upplivingar, trupulleikar og gerandisdagin sum avvarðandi. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur og aðrar avbjóðingar í gerandisdegnum. Bólkurin verður skipaður við felagspráti og psykoedukatión.

Bólkurin byrjar 3. apríl. Luttakarar møtast 10 ferðir saman við bólkaleiðara, mánadagar millum kl. 19.00 og 21.00 í hølum í Vági. Pláss er fyri 8 luttakandi í bólkinum.

Bólkurin er skipaður í samstarvi við Onnu Mariu Erlingsdóttir Jacobsen. Anna Maria Erlingsdóttir Jacobsen, sum fer at leiða bólkin, er útbúgvin námsfrøðingur, familju- og psykoterapeutur.

Einasta treyt fyri at luttaka í bólkinum er, at tú ert yvir 18 ár, og ert avvarðandi til ein, ið hevur sálarsjúku.

Luttakarar og bólkaleiðari eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.

Tilmelding og kostnaður

Eitt gjald á 200 kr. er fyri at luttaka, sum dekkar kostnaða fyri kaffi o.a. Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til Sinnisbati@Sinnisbati.fo.

Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðari síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðara at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.

Ávísing ella diagnosa er ikki neyðug fyri at luttaka í bólkunum hjá Sinnisbata. Tilboðið er eins væl ætlað at virka fyribyrgjandi.

SInnisbati á ferð

Vera

Eftir Fíu Winther Poulsen

Hon hevði alt lívið havt allar møguleikar liggjandi beint frammanfyri sær. Hon var ein hvít, hinskynd, nøkunlunda kløn kvinna, sum búði í Føroyum. Foreldrini vóru rík og vóru løgið nokk rættiliga góð foreldur. Onkuntíð kundu tey finna uppá at læsa hana inni eitt sindur ov leingi, ella at vaska yndisblusuna skeivt við vilja, so hon bleiv ov lítil, ella fekk skeivan lit. Tey høvdu ongantíð sett nøkur mørk ella givið nakrar strangar reglur. Hon skuldi bara smíla og vera blíð, tá hon var við teimum. Smáting, sum songartíð, telefontíð, lektiur, pengar, at ballast, vinfólk, frítríðarítriv og tílíkt hildu tey hana læra best sjálv. Og í mun til foreldur, hon hevði hoyrt um, vildi hon givið sínum foreldrum eitt 11 tal í karakter, tey vóru relativt góð. Sjálv hevði hon eisini alt tað, hon kundi ynskja sær. Hon kláraði seg væl í skúlanum, hevði nógv vinfólk og var sum so væl dámd ímillum fólk. Soleiðis hevði tað altíð verið, og hon var góð til at skapa góðan stemning rundanum seg, og royndi at syrgja fyri at fólk høvdu tað gott í hennara selskapi.

Høvdið hjá henni var ofta eitt strævið stað at vera. Tað føldist onkuntíð sum hon bar uppá eina 60 kilos vekt í høvdinum. Men sum oftast føldist tað sum høvdið var tómt. Tá kundi hon finna uppá at slamma nakrar heysar fyri at fáa ein góðan láturkrampa. Ella fyri at føla tónleikin í kroppinum. Ella fyri at merkja matin í munninum.

Síðani hon var 14 ár og besta vinkonan nakkaði sjeikin hjá henni, hevði hon havt okkurt slag av múri rundanum kensluliga lív sítt. Hon bygdi ein vegg upp fyri at verja seg sjálva. Men hon dugdi væl at goyma tað, tí uttanifrá sá tað út sum øll sluppu innum, men hon visti, at um nakar traðkaði feil, so var veggurin uppi aftur og álitið burtur. Tað var altíð hesin tómleikin í høvdinum, sum stýrdi. Hann var har næstan allatíð. Tað var ikki fyrr enn hon var um at detta av einum kanti, at kensluliga lívið opnaðist. Tá opnaðist tað eisini so nógv, at hon hevði hug at snara hjólunum á bilinum ímeðan hon koyrdi 140 við vilja, so kenslurnar hildu uppat. Ella at taka rakiblaðið og skera eina langu linju eftir beininum. Men tað hendi tíbetur so sjáldan at hon lat kenslurnar taka yvir. Sum oftast var hon bara lamsligin. Og tað var eisini gott, tí tað hevði eisini hildið hana frá at blíva forelskað, sum var marran. Tá gentur blivu forelskaðar, lótust tær til at missa alla sjálvsrespekt. Hon hevði sjálvandi nakrar ferðir verið eitt sindur hugtikin av onkrum dreingi, men hon hevði tamarhald á støðuni. Einaferð var ein fittur drongur, sum avvísti hana. Tá skrivaði hon eitt bræv við menstruatiónsblóði til hann og koyrdi tað í postkassan. Men hann fylti ikki í høvdinum longur. Har var eisini tann, sum tók jomfruheitina hjá henni á vesinum í Basecamp. Vikuskiftið eftir sá hon hann við einari aðrari gentu, so hon koyrdi eina sjóverkstablett í hennara mojito, ímeðan eingin sá. Men hetta vóru tó bara smáting, vildi hon mett.

Seinasta árið var hon byrja at prøva ymiskt av, sum at sniffa nakrar linjur av og á. Tað dámdi henni væl. Hon gjørdi tað bara tí hon keddi seg, ikki tí hon mátti. Hon visti, at hon skuldi ansa eftir við slíkum, so tað gjørdi hon eisini. So hon helt seg til at gera tað í vikuskiftinum. Kanska onkuntíð, tá hon hevði ein strævnan dag í skúlanum, men aldrin ov nógv. Hon helt seg meira til at slamma heysar, tað metti hon vera í lagi at gera. Fólk spurdu hana ofta um tey kundu sleppa at prøva at roykja við henni. Eisini fólk, sum hon ikki fylgdist við til dagligt. Hon føldi seg sum nakað serligt, tá tey spurdu hana. Tað virkaði sum tey hildu hana vera kula, so hon lat tey bara fáa tað ókeypis.

Hon hevði eisini filmað seg sjálva nakrar ferðir á onlyfans. Tað dámdi henni sum so væl, men bara av og á. Ein av hennara vinmonnum, sum hon plagdi at sniffa við, tímdi væl at gera onlyfans video við henni. Ella ja, hann filmaði hana og legði tað út. Men tað var super, tí hann goymdi filmsbrotini á telduni, og hjálpti við at klippa tey. Hann vísti tað eisini fyri vinmonnunum fyri at fáa teirra meining um tey, so tað var so lætt.

Føroyar var eitt fantastiskt land, men hon hevði ein dreym um at flyta hiðani tá hon bleiv eldri. Kanska til New York, har hon var ein meyra í mun til øll fólkini. Tað fór sjálvandi at verða ringt at leggja øll tey fantastisku minnini úr Føroyum frá sær, men hon helt eisini til tíðir at lívið í Føroyum var eitt sindur rotið. Onkuntíð skrivaði hon enntá í dagbókina at hon hataði tað, men tað segði hon ikki hart. Tað passaði nokk ikki, tað mátti vera eitt úrslit av onkrum degi, tá hon lat kenslurnar taka yvir. Lívið hjá henni var jú relativt fantastiskt. Hon hevði jú alt nakar kundi biðja um. Hon var ein hvít, hinskynd, nøkunlunda kløn kvinna, sum búði í Føroyum. Foreldrini vóru rík og vóru løgið nokk rættiliga góð foreldur. Og hóast hon bleiv smá kedd, tá tey læstu hana inni, vildi hon mett, at hon hevði tað heilt ótrúliga gott.

SInnisbati á ferð

Einki annað enn til

Eftir Gunnvá Winther

Lítli plastikksirkulin ger eitt merki í mín nakka. Hann trýstir á endan og kalda stiftin kemur móti
húðini og leggur eitt myrkablátt exlibris eftir sær meðan restin av penninum lyftist av lítla
merkinum til eitt klikk hoyrist. Køldu hendur hansara leggja seg á mínar heitu herðar og súgva
tær til sín, sum var tað róðrið á fyrstu súkklu hansara. Hitin javnar seg út. Eg kroysti hondina fast
saman. So fast, at eg stingi neglirnar inn í lógvan.

,,Haldi tað var rætta avgerðin at koma við, heldur tú ikki?” teskar hann í mín nakka, so hárini
merkja hvørt luftmýl, sum verður órógvað av aldunum frá tjúkku, djúpu røddini. Umheimurin
rykkir í meg. Áh ja. Her eru onnur fólk. Nei, kanska var tað ikki so býtt at koma her. Eg hevði
ikki hug. Eg vildi hava hann fyri meg sjálva. Gevast við at vera til og bara vera menniskja. Haldi
tað er líka frægt at vera her, hóast eg togi miðalaldurin nakað niður. Hann var eitt av mínum
seinastu “so øgiliga góðu hugskotum”. ,,Man ikki tað?” Eg royni at ljóða argandi. Leggi høvdið
skrátt afturá og flyti eina hond upp á øvugtu øksl. Oman á hansara hond. So liggur um ikki annað
okkurt av valdinum hjá mær. Á mínum herðum.

Eg togi seigliga luft inn gjøgnum nøsina. ,,Tyst?” Tað er ein spurningur, men kenst meira sum
ein staðfesting. Hann bíðar í øllum førum ikki eftir svari, men sleppir heldur mínum akslum og
gongur avstað. Nakna merkið kenst sum er eitt plástur júst skrykt av tí. Kuldin kemur aftur, men
ikki úr hondunum. Luftini. Eg lati eyguni aftur og vaggi høvdið til hvørja síðu, í takt við fjara
tónleikin, sum eg ikki hevði lagt merki til.

Kuldin kemur kanska eisini av myrkabláa blekkinum, sum situr á hansara og nú eisini mínum
hondum. Aftan á eina løtu kemur hann aftur. Hann hevur eina cider í hondini. Hann tekur um
meg aftanifrá, opnar ciderina og leggur hana í mína høgru hond, so at heita hondin liggur kleimd
millum køldu dósina og kalda, blekkváta lógvan. ,,Haldi tú hevur drukkið ov lítið," mutlar hann
og flennir. Eg eri fyri so vítt samd í, at eg havi drukkið lítið. Bara ikki so samd í, at tað skuldi
verið ov lítið. Kanska eri eg bari tað yngri. Hann førir mína hond upp, og dósin nærkast
varrunum. Speglingin av vætu, brúsi og ljósi fær tað at líkjast einum stjørnuhválvi. Tað kenst
sum lærir hann einum lítlum barni at skriva.

Hann hevur eitt fast tak um meg. Við yvirkroppinum kemur hann nærri og nærri og vit ferðast
inn á kamarið, har hann førir meg niður á hvítu seingina. Ljóðið av hinum fólkunum er doyvt av
afturlatnu hurðini. Brot av hesum minna meg um okkurt eg kenni. Vælkendi dansurin. Tað ráa,
sum vil sleppa út. Hann tekur í meg og mussar meg. Fast. Hetta var akkurát tað eg droymdi um tá
kvøldið byrjaði.

Hansara smíl er burtur nú, bara blonku eyguni eru eftir í mínum sjónarringi. Vit halda á at
koma nærri og nærri saman. Hann tekur um mín troyggjukant, og eg merki kantin av eini
neglaflís klóra meg í ryggin áðrenn troyggjan verður drigin uppeftir. Hann sleppur ikki mínum
varrum fyrr enn toystykkið noyðir hann til tað, og hann fer beint ímóti mær aftur. Eg royni bara
at fylgja mínum andadrátti, meðan hann roynir at fylgja mínum kroppi við bæði eygum, hondum
og heila. Míni pirrusár fara at svíða av saltinum í sveittanum, sum hann megnar at
framprovokera. Hann finnur sær pennin fram aftur, og fer í holt við at krutla meg til. Sama kalda
styftin leggur bláar snurrutar linjur á akslarnar, um óstbeinið, niður á bróstini og oman eftir
búkinum. Eg liggi og síggi tok-tekningarnar, sum hanga á vegginum. Síggi eina flugu banka móti
vindeyganum í eini miseydnaðari roynd at sleppa út. Lukti hansara svongd, sum hann vil metta
við mær. Vinstra hond kínir aftan á honum, og eg merki grovu, turru húðina gnadda móti míni.
Kenni toppin í hárinum, sum verður trýstur niður móti koddanum, so eg fái ilt í hárbotnin. Hann
tveitir pennin til viks og reisist. Tað er yvirstaðið og hann fer út. Eg liggi eftir. Mín blusa liggur á
einum spælihúsi niðri á gólvinum. Andlitið svíður enn, og eg havi bláar linjur um allan kroppin.
Tað einasta eg hoyri eru tvey duk: bassurin í stovuni, sum váttar fyri mær, at umheimurin er til,
og hjartað í mínari bringu, sum váttar fyri mær, at eg eri til. Og nú eri eg einki annað enn til.

Onkustaðni í mær liggur orka at trýsta yvirkroppin uppfrá og toyggja meg eftir blusuni. Kuldin
frá gólvinum treingir gjøgnum bumullina og inn í húðina tá eg seti fótin á ljósa træið, toyggi meg
eftir blusuni og lati meg í hana sum best ber til. Eg havi ofta hoyrt, at man ikki andar líka væl í
polyester sum í bumull, og endiliga gevur tað meining, hóast eg man hava skilt tað skeivt.

Á veg út hyggi eg eftir rukkutu dýnuni, sum eisini er full í blekki. Hurðin fer upp og eg
stempli inn í umheimin. Ferðin gjøgnum gongina er ein onnur nú. Tað eri eg, sum gangi
frameftir. Ferðist javnt frameftir við kroppinum.

Ein køld hond kemur á mín arm, og eg geri eitt rykk við øllum kroppinum. Mín toppur verður
sendur aftur og fram og roytir meg í hárbotninum. Tað er gentan, sum tók ímóti mær fyrr í kvøld. Hon stendur við hevjaðum eygnabrúm, spyrjandi eygum, alt ballað inn í einum smáálítandi smíli.
Eygnakastið ger eitt skjótt lop oman á mínar armar. ,,Tað var tú, sum kom við honum sjálvum,
ikki so?” spyr hon við síni høgu rødd. Eg lati varliga við høvdinum, meðan hon heldur á at
smílast. ,,Fert tú longu avstað?” Eitt svølg seinni aktar mín munnur meg. ,,Eeh, ja, eg skal til
arbeiðis í morgin.”

Gentan hellir smílandi við høvdinum. ,,Jaa, soleiðis er tað onkuntíð.” Hon kroystir mín arm eitt
sindur. Eg kroysti akslarnar inneftir og royni at ikki spenna so nógv í ørmunum. ,,Takk fyri,”
svari eg knapt og seti ferðina upp út í durðin. Tá eg gangi framvið køkinum síggi eg hann. Og
hann sær meg. Dukini úr bassi og bringu taka yvir aftur. Reina, blíða smílið er aftur á hansara
andliti, og hann veittrar til mín. Í eina løtu hongur møguleikin at skifta kós í heilanum, men eg
skúgvi hann til viks. Nú skal eg bara út. Í durðinum er gólvið vátt og ljósið sterkt. Sama ljós vísir
mær mína spegilsmynd, sum rúnarbindur míni eygu. Myrkabláu linjurnar eru enn allastaðni. Tær
eru eitt net hann hevur lagt um meg, so øll kunnu síggja tað. Eg royni at gníggja tær burtur, men
tað einasta eg fái burturúr tí er heit húð. Mín egna, sum eg sjálv havi framprovokerað. Bara eg fái
lyft hetta undarliga netið av mær, tað merki eg. Fyri nú má tað bara fjalast, so eg lati meg í
jakkan. Tá eg eri komin út hyggi eg eftir náttarhimmalinum, sum líkist innihaldinum í eini cider-
dós. Hasin liturin finst altso aðrastaðni enn á mínum armi, hugsi eg við meg sjálva og byrji at
ganga meðan eg smoyggi ermuna upp og kíni linjunum.

SInnisbati á ferð

AÐALFUNDUR OG ALMENT TILTAK

Týsdagin 28. februar kl. 19.00 verður árligi aðalfundurin hjá Sinnisbata. Aðalfundurin verður hildin í hølunum hjá MEGD á Íslandsvegi 10C í Havn. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Áðrenn aðalfundin fara vit at hava tvey spennandi upplegg. Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, kemur at greiða okkum frá ætlanunum hjá landsstýrinum á psykiatriska økinum. Eftir hetta fer umboð frá sosialpsykiatriini í Almannaverkinum at greiða frá um teirra virksemi, og hvørji tilboð tey kunnu bjóða.

Skrá:
19.00
-Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
-Umboð frá sosialpsykiatriini
19.30
– Aðalfundur, skrá sambært viðtøkum felagsins

Stilla upp í nevndina
Hevur tú hug at vera við í arbeiðinum at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra, varpa ljós á sálarheilsu og skipa fyri tiltøkum og átøkum? Stilla so upp í nevndina hjá Sinnisbata.

Ynskir tú at stilla upp í nevndina og hevur spurningar hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á sinnisbati@sinnisbati.fo ella ringja á 597913.

 

Kaffi, te og okkurt søtt verður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin.

SInnisbati á ferð

                                           Tórshavn hin 25. Januar

Mál nr.:22/09429-30

Hoyringsskriv viðvíkjandi

Uppskoti til

Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om anvendelse af tvang i psykiatrien
(Fastlæggelse af mindreårige psykiatriske patienters retsstilling, skærpede kriterier for tvangsfiksering, ændring af kapitel 5 a, udvidelse af brugen om udskrivningsaftaler og koordinationsplaner m.m.)

Sinnisbati takkar fyri møguleikan at gera viðmerkingar til løgtingslógaruppskotið, og halda vit at tað er sera jaligt, at lógin verður endurskoðað og rættartrygdin hjá psykiatriskum sjúklingum styrkt. Vit síggja fleiri góðar broytingar við hesum uppskotinum, somuleiðis sum vit vilja gera vart við nakrar stúranir í lógini.

Hægstu raðfesting at minka um nýtslu av tvingsli
Sinnisbati er av tí fatan at tvingsilsinntriv í størstan mun eiga at umgangast, soleiðis at grundleggjandi rættindi, persónligt frælsi og sjálvsavgerðarrætturin hjá einstaklingum verður virdur. Vit eru tilvitað um, at tað tíverri er neyðugt í summum førum; fyri at tryggja viðgerð ella um sjúklingurin er til skaða fyri seg sjálvan ella onnur. Í støðum, har tvingsilsinntriv verða mett neyðug, eiga tey at fara fram á ein so skipaðan hátt sum gjørligt. Tvingsil er oyðileggjandi fyri góða og álitisfulla psykiatriska viðgerð og kann hava skaðiligar avleiðingar fyri tann sjúka. Við hægri raðfestingum av psykiatriska økinum, viðgerðum, fleiri og fjølbroyttari tilboðum og hægri starvsfólkanormeringum kann beinast fyri fleiri tilburðum av tvingsli í psykiatriini. At minka um tvingsilsinntriv eigur tí eisini at vera millum hægstu raðfesting hjá politisku skipanini og myndugleikum á økinum.

Broytingar í § 1, 2 og 3
Sinnisbati stuðlar broytingini í endamálsorðingini í § 1 og 2. Tað er ein umráðandi og jalig broyting í lógini, at tað týðiliga kemur fram, at einkulti sjúklingurin skal viðfarast við virðing og inndragast í eitt javnbjóðis samstarv í mun til viðgerðartilgongd. Víst verður eisini til § 2, stk. 2, sum sigur: ”tvang må aldrig erstatte omsorg, behandling og pleje”. Hetta samsvarar við okkara fatan, at tvingsil bert má nýtast í neyðstøðum, og at tað í nógvum førum kann fyribyrgjast við røttu umsorgan, viðgerð og stuðli. Tað eru fleiri ganskingar, sum vísa á, at tað ber til at minka um nýtsluna av tvingsilsinntrivum, men tað krevst, at økið verður styrkt sum heild.

Vit taka undir við endamálsorðingini í § 2, men vilja vísa á at hon ikki kann standa einsamøll. Hon setur nøkur krøv fram í mun til eftirlit, tí at tað hevur lítið virði í praksis, um tað ikki eisini er eftirlit við tvingsilsinntrivunum og verður fylgt upp, mett um og sett inn í støðum, har tvingsil verður nýttur – um tað eisini er í støðum har umsorgan, viðgerð og stuðul kann nýtast ístaðin. Tí setur Sinnisbati spurning við, hvussu eftirlit verður hildið við tvingsilsinntrivum í Føroyum, og um mannagongdirnar verða fylgdar. Í Danmark hevur man Institut for Menneskerettigeder, sum hevur eftirlit við mannarættindastøðuni í Danmark. Tey spæla ein stóran leiklut í mun til gransking á brekøkinum og hava eisini til uppgávu at hava eftirlit við og syrgja fyri, at ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, verður hildin. Við hesum ber til at fáa meira vitan um avbjóðingar á økinum og somuleiðis styrkja økið. Víst verður til hoyringsskriv hjá Institut for Menneskerættigheder í samband við broytingar um tvingsil í psykiatrilógini, har tað kemur greitt fram, hvussu stóran týdning tað hevur við einum slíkum stovni, ið hevur førleikarnar til at gera gransking á økinum.

Í Føroyum hevur leingi verið ein ætlan um at seta eitt talsfólk fyri brekøkið á stovn, og er hetta staðfest í samgonguskjalinum ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Hetta umboðið kundi eisini havt til uppgávu at havt eftirlit við hesum. Í Føroyum hava vit sum heild eisini tørv á meiri gransking og hagtølum á økinum.

Sinnisbati stuðlar somuleiðis § 3, ið leggur upp til hægri sjúklingauppítøku og kunning til avvarðandi – eisini í mun til tvingsil. Sinnisbati hevur í mong ár lagt stóran dent á týdningin við at inndraga avvarðandi í størri mun. Fleiri kanningar vísa eisini á, at avvarðandi hava sera stóran týdning í mun til sjúkugongd, og hvussu skjótt tann rakti kann koma fyri seg aftur. Tí er tað eisini okkara vón, at kunningin til avvarðandi verður betra við hesum (psykoedukation) .

§ 13 og útskrivingaravtala
Sinnisbati fegnast um, at tað í lógarbroytingunum verður lagt upp til, at ein útskrivingaravtala verður gjørd í samstarvi við sjúkling, psykiatriska depilin og viðkomandi myndugleikar og partar. Tað er av allar størsta týdningi, at ein útskrivingaravtala verður gjørd við allar sjúklingar, áðrenn teir verða útskrivaðir aftur. Tað er umráðandi at kunnað verður um, hvørjar møguleikar um stuðul viðkomandi hevur eftir útskriving. At tað eitt nú verður kunnað um økispsykiatriina og sosialpsykiatriina. Somuleiðis er tað týdningarmikið, at man verður settur í samband við ein kontaktpersón eftir útskriving. Hetta kann eisini vera við til at fyribyrgja fleiri endurinnleggingar, at fólk koma skjótari fyri seg aftur og kann spara samfelagnum nógv í longdini.
Royndirnar hjá Sinnisbata siga okkum, at tað er tørvur á einum kontaktpersóni uttanfyri Psykiatriska Depilin, eftir at fólk eru útskrivað. Tað eru fleiri fólk, ið venda sær til okkara, tí tey ikki hava fingið gjørt eina avtalu við útskriving og ikki vita, hvussu tey kunnu koma í gongd aftur við dagligdagin, tí tey mangla ein kontaktpersón í skipanini. Hetta síggja vit bæði við, at fólk skriva til okkara kjatt-ráðgeving, og við at tey ringja á kontórið. Ein loysn kundi verið at inndrigið sosialpsykiatriina undir Almannaverkinum enn meir, og at man har kundi fingið tillutað ein mentor. Skúlin (fólkaskúlin og Glasir) er somuleiðis ein týdningarmikil partur at hava við í útskrivingaravtaluni, tí at tað í stóran mun eisini snýr seg um ung fólk.

Broytingar í § 19
Broytingarnar í § 19 viðvíkjandi kropskanning v.m elva til stúran í mun til rættartrygdina hjá sjúklingum, tá tað framyvir verður møguligt at kanna sjúklingar uttan ein grundaðan illgruna. Hetta eru inntriv í nøkur av teimum mest grundleggjandi mannarættindini, herundir til persónligt frælsi og kropsliga og sálarliga integritetin. Sinnisbati viðmælir, at man ikki setur hesar broytingar í verk, tí at atlitið til rættartrygdina hjá sjúklingunum eftir okkara meting vigar tyngst. Hetta eru inntriv, sum fara yvir mark hjá nógvum, og fleiri kunnu uppliva tað mannminkandi og eyðmýkjandi. Sinnisbati setur eisini spurnartekin við ætlanina í § 19 stk. 2 og stk. 6 um at loyva psykiatriskum deildum at nýta kropsskannarar og narkohundar, sum ein máta at styrkja átøkini ímun til fyribyrgjan av rúsevnum. Vit eru tilvitað um at rúsevnisnýtsla er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum, og neyðugt er tí eisini at seta fyribyrgjandi átøk í verk. Har eru fleiri góð átøk í nýggju heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, sum var útgivin í mars 2022.

Hesi átøkini í § 19 kunnu tvørturímóti vera við til at skapa eitt meiri ótrygt viðgerðarumhvørvi. Umráðandi er tí at kanna, um slík átøk hóska seg í mun til føroyska samfelagið, um vit hava somu trupulleikar sum Danmark viðvíkjandi hesum, og um hetta møguliga kann elva til enn meira stigmatisering av fólki við sálarligum avbjóðingum og diagnosum. Tað er umráðandi, at ikki skera øll fólk við sálarligum avbjóðingum yvir ein kamb, sum hesi átøkini kunnu stuðla uppundir. Í almennu viðmerkingunum til danska lógaruppskotið sæst tað m.a at fleiri kanningar eru gjørdar í mun til fleiri av ásetingunum um tvingsilsinntriv og um § 19, og tí eftirspyrja vit eisini hetta í Føroyum. Ynskiligt er at viðgerðartilboð, ið taka hædd fyri sálarligu trupulleikunum hjá sjúklingum eins og trupulleikum við bundinskapi (tvídiagnosum), verða raðfest hægri. Í heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu, verður víst á at persónar við tvídiagnosum detta niður í millum skipanirnar, og tí eigur eitt tilboð at verða skipað til hesi.

Broytingar í § 21
Tað er gleðiligt at tað við hesum lógarbroytingunum eru fleiri avmarkingar í mun til tvingsil, og eisini at tað verður ásett eitt krav um minsta og hægsta tíðarinnterval ímun til læknaligu metingarnar av tvingsilsfesting. Í § 21, stk. 4 stendur tað at: “Den første vurdering skal foretages, senest 4 timer efter at beslutningen om anvendelse af tvangsfiksering er truffet. Efterfølgende vurderinger skal foretages med højst 10 timers mellemrum.” Her kann vísast til CPT (Evropeiski stovnurin fyri torturfyribyrgjan), sum hevur sligið fast, at hægt loyvda markið fyri fastspenning við belti ikki eigur at vera longri enn 6 tímar. Tað er tí stórur munur á tí, og ásetingunum í stk. 4 um 10 tímar. Hetta er Danmark m.a eisini blivið átalað fyri. Serliga í mun til dómin í Evropeiska Mannarættindadómstólinum frá 15. Septembur 2020, Aggerholm ímóti Danmark . Institut for Menneskerettigheder vísir somuleiðis á at eingin fastspenning við belti eigur at varða í meira enn 48 tímar. Tey vísa á at jú longri ein fastspenning varðar, jú meiri kann man seta spurnartekin við um fastspenningin er sterkt neyðug og líkur krøvini um at ein átrokandi vandi skal vera til staðar.

Sinnisbati hevði ynkst, at betri umstøður og orka var hjá felagsskapinum at kanna fleiri av viðurskiftunum í hesum týdningarmiklu broytingum í psykiatrilógini, tí at hetta hevur stóra ávirkan á okkara limir.

SInnisbati á ferð

NÝGGJUR BÓLKUR Í SUÐUROY

Í næstum byrjar ein nýggjur sjálvhjálparbólkur í Suðuroy til ung yvir 18 ár, ið kenna ótta og angist. Hetta er triðju ferð, at Sinnisbati bjóðar sjálvhjálparbólk út til ung við ótta og angist. Undirtøkan og afturmeldingarnar hava verið sera góðar. Tí bjóða vit tilboðið aftur.

Um bólkin

Í sjálvhjálparbólkinum fáa luttakandi møguleika at hitta onnur ung, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila tankar, kenslur og royndir saman. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur av angist og ótta í gerandisdegnum.

Bólkurin byrjar 20. mars. Luttakarar møtast 10 ferðir saman við bólkaleiðara, mánadagar millum kl. 15.30. og 17.30 í hølum í Vági. Pláss er fyri 10 luttakandi í bólkinum.

Bólkurin er skipaður í samstarvi við Vivian Sjóðklett og Kunstterapi.fo. Vivian Sjóðklett, sum fer at leiða bólkin, er útbúgvin námsfrøðingur, kunstterapeutur og kynslívsfrøðingur. Vivian nýtir millum annað amboð innan kunstterapi og mindfulness. Eingi krøv ella ávísir førleikar eru neyðugir fyri at kunna luttaka í bólkinum – einans at tú ert yvir 18 ár.

Luttakarar og bólkaleiðari eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.
Tað er ókeypis at luttaka í bólkinum, men avmarkað pláss er.

Melda til

Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til Sinnisbati@Sinnisbati.fo. Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðari síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðara at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.

Ávísing ella diagnosa er ikki neyðug fyri at luttaka í bólkunum hjá Sinnisbata. Tilboðið er eins væl ætlað at virka fyribyrgjandi.

SInnisbati á ferð

Soleiðis viðgera vit tínar persónsupplýsingar

Hendan dátuverndarkunning hevur til endamál at upplýsa teg um okkara viðgerð av persónupplýsingum. Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Sinnisbata at tryggja, at viðgerin er í samsvari við reglur í dátuverndarlógini, og at tann skrásetti er kunnað/ur um, hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingum í dátuverndarlógini.


Í Sinnisbata viðgera vit persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at kunna loysa okkara uppgávur. Tað er okkara ábyrgd at tryggja, at tú trygt kanst lata Sinnisbata tínar persónsupplýsingar.   

Í hesi dátuverndarkunning kanst tú lesa nærri um, hvussu vit viðgera persónsupplýsingar í okkara arbeiði sum áhugafelag og um tíni rættindi í hesum sambandi.

Vit eru dátuábyrgdari

Sinnisbati er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónsupplýsingunum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av persónsupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum:


Sinnisbati

Íslandsvegur 10C

FO-110 Tórshavn

Tel.: +298 597913

T-post: Sinnisbati@sinnisbati.fo


Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónsupplýsingum

Persónupplýsingar eru sambært dátuverndarlógini øll sløg av upplýsingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu knýtast at einum ávísum likamligum persóni. Hetta kann verða navn, bústaður, telefonnummar, mynd ella teldupostbústað o.s.fr. 

Sinnisbati viðger persónsupplýsingar um teg í samband við limaskap í felagnum. Tað kann eisini vera at Sinnisbati hevur gjørt eina avtalu við teg, og tað tí er neyðugt hjá okkum at fáa persónsupplýsingar um teg, ella tú hevur sent Sinnisbata ein fyrispurning um eitt hvørt, sum ger, at Sinnisbati skal viðgera tað, tú sendir inn.

Tú hevur altíð rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar vit viðgera um teg. 


Upplýsingar í samband við limaskap

Tá tú innlimar teg í Sinnisbata, verður tú biðin um at skráseta navn, føðingardag, bústað, telefonnummar og teldupostadressu. Tá tú skrásetur teg sum lim hjá okkum, er tað við sjálvvirkandi gjaldsavtalu ígjøgnum MínRokning.fo, og persónsupplýsingarnar verða skrásettir á MínRokning. Tú verður biðin um at skráseta P-tal/V-tal, men hetta verður ikki goymt og Sinnisbati sær ikki P-talið hjá tær. Hetta verður bert brúkt til at tryggja, at tað er knýtt at peningastovnskontuni. Um ikki, kann samlaða skrásetingin ikki góðkennast. Ynskir tú seinni at frámelda gjaldsavtaluna, kanst tú gera tað í Mínrokning-portalinum.


Upplýsingar, sum verða savnaðar við beinleiðis samband

Um fólk seta seg  í samband við okkum umvegis okkara skrivstovu, teldupost, telefon ella á annan hátt, skráseta og savna vit ikki upplýsingarnar. Um tú sendir ein fyrispurning á teldupost, verður telduposturin slettaður, tá hann er avgreiddur. Tað kann vera at vit fáa fyrispurningar í Sinnisbata, sum krevja at vit vita nakrar persónsupplýsingar um teg og spyrja teg nakrar spurningar. Tú gert sjálv/ur av, hvat tú ynskir at upplýsa og hetta verður ongastaðni skrásett. Starvsfólkini í Sinnisbata er knýtt at reglunum um tagnaðarskyldu.


Viðgerðarheimild 

Hvør okkara viðgerðarheimild er, veldst um hvørjar upplýsingar vit viðgera og hvat endamálið við viðgerðini er. Vit kunnu einans viðgera upplýsingar, sum eru neyðugar til endamálið við viðgerðini.  

Okkara viðgerðarheimild er grundað á heimilað áhugamál, sbr  § 8, stk. 1, nr. 1,og 6 (vanligar persónsupplýsingar) 

Í serligum førum:

12, stk. 1, nr. 2, 3, 4, 5, 7 ella 8 eftir dátuverndarlógini (viðkvæmar persónsupplýsingar)

Um vit savna og viðgera persónsupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.


Samtykki

Í einstøkum førum hava vit tørv á samtykki frá tær fyri at viðgera persónsupplýsingar um teg. Til dømis er neyðugt við samtykki frá tær, um vit vilja nýta eina mynd av tær á okkara heimasíðu ella melda teg til ein sjálvhjálparbólk. Slíkt samtykki verður fingið til vega sambært ásetingunum í DVL § 9.  Tú hevur altíð rætt at taka títt samtykki aftur til ein og hvørja tíð.


Hvørjum letur Sinnisbati persónsupplýsingar?  

Sinnisbati letur í útgangsstøðinum ikki persónsupplýsingar víðari til annan myndugleika. Vit lata í ávísum førum tínar persónupplýsingar víðari til triðjupartar. Hetta kann t.d vera til viðkomandi fríyrkisfólk í felagnum í samband við tilmelding til okkara sjálvhjálparbólkar. Hetta er altíð við samtykki frá viðkomandi, sum meldar seg til.


Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum

Sinnisbati nýtir sum útgangsstøði ikki veitarar ella dátuviðgerarar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum so sum til sosialar miðlar, har móttakarin er í USA.

Sinnisbati hevur eina Facebook- og Instagramsíðu, sum verða brúktar til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook og Instagram savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook og Instagram síðurnar hjá Sinnisbata. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðunum, og at síðurnar brúka hesar upplýsingarnar til at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skalt síggja. Um tú sært taðm sum liggur á hesum síðum, er tað allar helst tí, tú hevur skrásett tín vanga og góðtikið politikkin hjá Instagram og Facebook.


Hvussu leingi goyma vit tínar persónsupplýsingar?

Sinnisbati varðveitir bert tínar upplýsingar, so leingi sakligar grundir eru fyri hesum og so leingi tað er neyðugt í mun til endamálið, tínar dátur eru skrásettar og verða brúkar til. 

Persónsupplýsingar kunnu tó verða goymdar í tann mun og so leingi hetta er ein skylda sbrt. lóg ella øðrum heimildargrundarlagi.  Persónsupplýsingar kunnu t.d. eisini verða goymdar, so leingi tørvur er á teimum í starvsfólkamálum og í sambandi bókhald.

Viðvíkjandi persónsupplýsingum í samband við limaskap, verða hesar bert goymdar, so leingi viðkomandi er limur í felagnum.


Rætturin til at taka samtykki aftur

Tú kanst altíð taka títt samtykki aftur. Hetta kanst tú gera við at seta teg í samband við okkum. Sí samskiftisupplýsingar í 1. Broti. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.


Tíni rættindi 

Tú hevur sambært Dátuverndarlógini fleiri rættindi í mun til okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Um tú ynskir at útinna hesi rættindi, skalt tú seta teg í samband við Sinnisbata.

Rætturin til kunning (§§ 23-25)

Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Rætturin til innlit (§ 26)

Tú hevur rætt til at fáa inntil í tær upplýsingar, sum Sinnisbati viðger um teg.

Rætturin til rætting (§ 27)

Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

Rætturin til striking (§ 28)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.

Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Um treytirnar til viðgerðaravmarking eru loknar kunnu vit einans viðgera tínar persónsupplýsingar í serligum førum.

Rætturin til mótmæli (§ 32)

Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Tú kanst altíð mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.


Kæra til Dátueftirlitið 

Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur við viðgerð av tínum persónsupplýsingum. 

Tú kanst klaga um viðgerð við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum kl. 9.00 og 15.00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo.

Um tú hevur spurningar um okkara viðgerð av persónupplýsingum, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Um tú sendir okkum teldupost, eigur telduposturin ikki at innihalda trúnaðar- ella viðkvæmar upplýsingar, uttan so at telduposturin er bronglaður.