Samrøðubólkur

                                           Tórshavn hin 25. Januar

Mál nr.:22/09429-30

Hoyringsskriv viðvíkjandi

Uppskoti til

Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om anvendelse af tvang i psykiatrien
(Fastlæggelse af mindreårige psykiatriske patienters retsstilling, skærpede kriterier for tvangsfiksering, ændring af kapitel 5 a, udvidelse af brugen om udskrivningsaftaler og koordinationsplaner m.m.)

Sinnisbati takkar fyri møguleikan at gera viðmerkingar til løgtingslógaruppskotið, og halda vit at tað er sera jaligt, at lógin verður endurskoðað og rættartrygdin hjá psykiatriskum sjúklingum styrkt. Vit síggja fleiri góðar broytingar við hesum uppskotinum, somuleiðis sum vit vilja gera vart við nakrar stúranir í lógini.

Hægstu raðfesting at minka um nýtslu av tvingsli
Sinnisbati er av tí fatan at tvingsilsinntriv í størstan mun eiga at umgangast, soleiðis at grundleggjandi rættindi, persónligt frælsi og sjálvsavgerðarrætturin hjá einstaklingum verður virdur. Vit eru tilvitað um, at tað tíverri er neyðugt í summum førum; fyri at tryggja viðgerð ella um sjúklingurin er til skaða fyri seg sjálvan ella onnur. Í støðum, har tvingsilsinntriv verða mett neyðug, eiga tey at fara fram á ein so skipaðan hátt sum gjørligt. Tvingsil er oyðileggjandi fyri góða og álitisfulla psykiatriska viðgerð og kann hava skaðiligar avleiðingar fyri tann sjúka. Við hægri raðfestingum av psykiatriska økinum, viðgerðum, fleiri og fjølbroyttari tilboðum og hægri starvsfólkanormeringum kann beinast fyri fleiri tilburðum av tvingsli í psykiatriini. At minka um tvingsilsinntriv eigur tí eisini at vera millum hægstu raðfesting hjá politisku skipanini og myndugleikum á økinum.

Broytingar í § 1, 2 og 3
Sinnisbati stuðlar broytingini í endamálsorðingini í § 1 og 2. Tað er ein umráðandi og jalig broyting í lógini, at tað týðiliga kemur fram, at einkulti sjúklingurin skal viðfarast við virðing og inndragast í eitt javnbjóðis samstarv í mun til viðgerðartilgongd. Víst verður eisini til § 2, stk. 2, sum sigur: ”tvang må aldrig erstatte omsorg, behandling og pleje”. Hetta samsvarar við okkara fatan, at tvingsil bert má nýtast í neyðstøðum, og at tað í nógvum førum kann fyribyrgjast við røttu umsorgan, viðgerð og stuðli. Tað eru fleiri ganskingar, sum vísa á, at tað ber til at minka um nýtsluna av tvingsilsinntrivum, men tað krevst, at økið verður styrkt sum heild.

Vit taka undir við endamálsorðingini í § 2, men vilja vísa á at hon ikki kann standa einsamøll. Hon setur nøkur krøv fram í mun til eftirlit, tí at tað hevur lítið virði í praksis, um tað ikki eisini er eftirlit við tvingsilsinntrivunum og verður fylgt upp, mett um og sett inn í støðum, har tvingsil verður nýttur – um tað eisini er í støðum har umsorgan, viðgerð og stuðul kann nýtast ístaðin. Tí setur Sinnisbati spurning við, hvussu eftirlit verður hildið við tvingsilsinntrivum í Føroyum, og um mannagongdirnar verða fylgdar. Í Danmark hevur man Institut for Menneskerettigeder, sum hevur eftirlit við mannarættindastøðuni í Danmark. Tey spæla ein stóran leiklut í mun til gransking á brekøkinum og hava eisini til uppgávu at hava eftirlit við og syrgja fyri, at ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, verður hildin. Við hesum ber til at fáa meira vitan um avbjóðingar á økinum og somuleiðis styrkja økið. Víst verður til hoyringsskriv hjá Institut for Menneskerættigheder í samband við broytingar um tvingsil í psykiatrilógini, har tað kemur greitt fram, hvussu stóran týdning tað hevur við einum slíkum stovni, ið hevur førleikarnar til at gera gransking á økinum.

Í Føroyum hevur leingi verið ein ætlan um at seta eitt talsfólk fyri brekøkið á stovn, og er hetta staðfest í samgonguskjalinum ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Hetta umboðið kundi eisini havt til uppgávu at havt eftirlit við hesum. Í Føroyum hava vit sum heild eisini tørv á meiri gransking og hagtølum á økinum.

Sinnisbati stuðlar somuleiðis § 3, ið leggur upp til hægri sjúklingauppítøku og kunning til avvarðandi – eisini í mun til tvingsil. Sinnisbati hevur í mong ár lagt stóran dent á týdningin við at inndraga avvarðandi í størri mun. Fleiri kanningar vísa eisini á, at avvarðandi hava sera stóran týdning í mun til sjúkugongd, og hvussu skjótt tann rakti kann koma fyri seg aftur. Tí er tað eisini okkara vón, at kunningin til avvarðandi verður betra við hesum (psykoedukation) .

§ 13 og útskrivingaravtala
Sinnisbati fegnast um, at tað í lógarbroytingunum verður lagt upp til, at ein útskrivingaravtala verður gjørd í samstarvi við sjúkling, psykiatriska depilin og viðkomandi myndugleikar og partar. Tað er av allar størsta týdningi, at ein útskrivingaravtala verður gjørd við allar sjúklingar, áðrenn teir verða útskrivaðir aftur. Tað er umráðandi at kunnað verður um, hvørjar møguleikar um stuðul viðkomandi hevur eftir útskriving. At tað eitt nú verður kunnað um økispsykiatriina og sosialpsykiatriina. Somuleiðis er tað týdningarmikið, at man verður settur í samband við ein kontaktpersón eftir útskriving. Hetta kann eisini vera við til at fyribyrgja fleiri endurinnleggingar, at fólk koma skjótari fyri seg aftur og kann spara samfelagnum nógv í longdini.
Royndirnar hjá Sinnisbata siga okkum, at tað er tørvur á einum kontaktpersóni uttanfyri Psykiatriska Depilin, eftir at fólk eru útskrivað. Tað eru fleiri fólk, ið venda sær til okkara, tí tey ikki hava fingið gjørt eina avtalu við útskriving og ikki vita, hvussu tey kunnu koma í gongd aftur við dagligdagin, tí tey mangla ein kontaktpersón í skipanini. Hetta síggja vit bæði við, at fólk skriva til okkara kjatt-ráðgeving, og við at tey ringja á kontórið. Ein loysn kundi verið at inndrigið sosialpsykiatriina undir Almannaverkinum enn meir, og at man har kundi fingið tillutað ein mentor. Skúlin (fólkaskúlin og Glasir) er somuleiðis ein týdningarmikil partur at hava við í útskrivingaravtaluni, tí at tað í stóran mun eisini snýr seg um ung fólk.

Broytingar í § 19
Broytingarnar í § 19 viðvíkjandi kropskanning v.m elva til stúran í mun til rættartrygdina hjá sjúklingum, tá tað framyvir verður møguligt at kanna sjúklingar uttan ein grundaðan illgruna. Hetta eru inntriv í nøkur av teimum mest grundleggjandi mannarættindini, herundir til persónligt frælsi og kropsliga og sálarliga integritetin. Sinnisbati viðmælir, at man ikki setur hesar broytingar í verk, tí at atlitið til rættartrygdina hjá sjúklingunum eftir okkara meting vigar tyngst. Hetta eru inntriv, sum fara yvir mark hjá nógvum, og fleiri kunnu uppliva tað mannminkandi og eyðmýkjandi. Sinnisbati setur eisini spurnartekin við ætlanina í § 19 stk. 2 og stk. 6 um at loyva psykiatriskum deildum at nýta kropsskannarar og narkohundar, sum ein máta at styrkja átøkini ímun til fyribyrgjan av rúsevnum. Vit eru tilvitað um at rúsevnisnýtsla er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum, og neyðugt er tí eisini at seta fyribyrgjandi átøk í verk. Har eru fleiri góð átøk í nýggju heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, sum var útgivin í mars 2022.

Hesi átøkini í § 19 kunnu tvørturímóti vera við til at skapa eitt meiri ótrygt viðgerðarumhvørvi. Umráðandi er tí at kanna, um slík átøk hóska seg í mun til føroyska samfelagið, um vit hava somu trupulleikar sum Danmark viðvíkjandi hesum, og um hetta møguliga kann elva til enn meira stigmatisering av fólki við sálarligum avbjóðingum og diagnosum. Tað er umráðandi, at ikki skera øll fólk við sálarligum avbjóðingum yvir ein kamb, sum hesi átøkini kunnu stuðla uppundir. Í almennu viðmerkingunum til danska lógaruppskotið sæst tað m.a at fleiri kanningar eru gjørdar í mun til fleiri av ásetingunum um tvingsilsinntriv og um § 19, og tí eftirspyrja vit eisini hetta í Føroyum. Ynskiligt er at viðgerðartilboð, ið taka hædd fyri sálarligu trupulleikunum hjá sjúklingum eins og trupulleikum við bundinskapi (tvídiagnosum), verða raðfest hægri. Í heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu, verður víst á at persónar við tvídiagnosum detta niður í millum skipanirnar, og tí eigur eitt tilboð at verða skipað til hesi.

Broytingar í § 21
Tað er gleðiligt at tað við hesum lógarbroytingunum eru fleiri avmarkingar í mun til tvingsil, og eisini at tað verður ásett eitt krav um minsta og hægsta tíðarinnterval ímun til læknaligu metingarnar av tvingsilsfesting. Í § 21, stk. 4 stendur tað at: “Den første vurdering skal foretages, senest 4 timer efter at beslutningen om anvendelse af tvangsfiksering er truffet. Efterfølgende vurderinger skal foretages med højst 10 timers mellemrum.” Her kann vísast til CPT (Evropeiski stovnurin fyri torturfyribyrgjan), sum hevur sligið fast, at hægt loyvda markið fyri fastspenning við belti ikki eigur at vera longri enn 6 tímar. Tað er tí stórur munur á tí, og ásetingunum í stk. 4 um 10 tímar. Hetta er Danmark m.a eisini blivið átalað fyri. Serliga í mun til dómin í Evropeiska Mannarættindadómstólinum frá 15. Septembur 2020, Aggerholm ímóti Danmark . Institut for Menneskerettigheder vísir somuleiðis á at eingin fastspenning við belti eigur at varða í meira enn 48 tímar. Tey vísa á at jú longri ein fastspenning varðar, jú meiri kann man seta spurnartekin við um fastspenningin er sterkt neyðug og líkur krøvini um at ein átrokandi vandi skal vera til staðar.

Sinnisbati hevði ynkst, at betri umstøður og orka var hjá felagsskapinum at kanna fleiri av viðurskiftunum í hesum týdningarmiklu broytingum í psykiatrilógini, tí at hetta hevur stóra ávirkan á okkara limir.

Samrøðubólkur

NÝGGJUR BÓLKUR Í SUÐUROY

Í næstum byrjar ein nýggjur sjálvhjálparbólkur í Suðuroy til ung yvir 18 ár, ið kenna ótta og angist. Hetta er triðju ferð, at Sinnisbati bjóðar sjálvhjálparbólk út til ung við ótta og angist. Undirtøkan og afturmeldingarnar hava verið sera góðar. Tí bjóða vit tilboðið aftur.

Um bólkin

Í sjálvhjálparbólkinum fáa luttakandi møguleika at hitta onnur ung, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila tankar, kenslur og royndir saman. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur av angist og ótta í gerandisdegnum.

Bólkurin byrjar 20. mars. Luttakarar møtast 10 ferðir saman við bólkaleiðara, mánadagar millum kl. 15.30. og 17.30 í hølum í Vági. Pláss er fyri 10 luttakandi í bólkinum.

Bólkurin er skipaður í samstarvi við Vivian Sjóðklett og Kunstterapi.fo. Vivian Sjóðklett, sum fer at leiða bólkin, er útbúgvin námsfrøðingur, kunstterapeutur og kynslívsfrøðingur. Vivian nýtir millum annað amboð innan kunstterapi og mindfulness. Eingi krøv ella ávísir førleikar eru neyðugir fyri at kunna luttaka í bólkinum – einans at tú ert yvir 18 ár.

Luttakarar og bólkaleiðari eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.
Tað er ókeypis at luttaka í bólkinum, men avmarkað pláss er.

Melda til

Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til Sinnisbati@Sinnisbati.fo. Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðari síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðara at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.

Ávísing ella diagnosa er ikki neyðug fyri at luttaka í bólkunum hjá Sinnisbata. Tilboðið er eins væl ætlað at virka fyribyrgjandi.

Samrøðubólkur

Soleiðis viðgera vit tínar persónsupplýsingar

Hendan dátuverndarkunning hevur til endamál at upplýsa teg um okkara viðgerð av persónupplýsingum. Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Sinnisbata at tryggja, at viðgerin er í samsvari við reglur í dátuverndarlógini, og at tann skrásetti er kunnað/ur um, hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingum í dátuverndarlógini.


Í Sinnisbata viðgera vit persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at kunna loysa okkara uppgávur. Tað er okkara ábyrgd at tryggja, at tú trygt kanst lata Sinnisbata tínar persónsupplýsingar.   

Í hesi dátuverndarkunning kanst tú lesa nærri um, hvussu vit viðgera persónsupplýsingar í okkara arbeiði sum áhugafelag og um tíni rættindi í hesum sambandi.

Vit eru dátuábyrgdari

Sinnisbati er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónsupplýsingunum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av persónsupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum:


Sinnisbati

Íslandsvegur 10C

FO-110 Tórshavn

Tel.: +298 597913

T-post: Sinnisbati@sinnisbati.fo


Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónsupplýsingum

Persónupplýsingar eru sambært dátuverndarlógini øll sløg av upplýsingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu knýtast at einum ávísum likamligum persóni. Hetta kann verða navn, bústaður, telefonnummar, mynd ella teldupostbústað o.s.fr. 

Sinnisbati viðger persónsupplýsingar um teg í samband við limaskap í felagnum. Tað kann eisini vera at Sinnisbati hevur gjørt eina avtalu við teg, og tað tí er neyðugt hjá okkum at fáa persónsupplýsingar um teg, ella tú hevur sent Sinnisbata ein fyrispurning um eitt hvørt, sum ger, at Sinnisbati skal viðgera tað, tú sendir inn.

Tú hevur altíð rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar vit viðgera um teg. 


Upplýsingar í samband við limaskap

Tá tú innlimar teg í Sinnisbata, verður tú biðin um at skráseta navn, føðingardag, bústað, telefonnummar og teldupostadressu. Tá tú skrásetur teg sum lim hjá okkum, er tað við sjálvvirkandi gjaldsavtalu ígjøgnum MínRokning.fo, og persónsupplýsingarnar verða skrásettir á MínRokning. Tú verður biðin um at skráseta P-tal/V-tal, men hetta verður ikki goymt og Sinnisbati sær ikki P-talið hjá tær. Hetta verður bert brúkt til at tryggja, at tað er knýtt at peningastovnskontuni. Um ikki, kann samlaða skrásetingin ikki góðkennast. Ynskir tú seinni at frámelda gjaldsavtaluna, kanst tú gera tað í Mínrokning-portalinum.


Upplýsingar, sum verða savnaðar við beinleiðis samband

Um fólk seta seg  í samband við okkum umvegis okkara skrivstovu, teldupost, telefon ella á annan hátt, skráseta og savna vit ikki upplýsingarnar. Um tú sendir ein fyrispurning á teldupost, verður telduposturin slettaður, tá hann er avgreiddur. Tað kann vera at vit fáa fyrispurningar í Sinnisbata, sum krevja at vit vita nakrar persónsupplýsingar um teg og spyrja teg nakrar spurningar. Tú gert sjálv/ur av, hvat tú ynskir at upplýsa og hetta verður ongastaðni skrásett. Starvsfólkini í Sinnisbata er knýtt at reglunum um tagnaðarskyldu.


Viðgerðarheimild 

Hvør okkara viðgerðarheimild er, veldst um hvørjar upplýsingar vit viðgera og hvat endamálið við viðgerðini er. Vit kunnu einans viðgera upplýsingar, sum eru neyðugar til endamálið við viðgerðini.  

Okkara viðgerðarheimild er grundað á heimilað áhugamál, sbr  § 8, stk. 1, nr. 1,og 6 (vanligar persónsupplýsingar) 

Í serligum førum:

12, stk. 1, nr. 2, 3, 4, 5, 7 ella 8 eftir dátuverndarlógini (viðkvæmar persónsupplýsingar)

Um vit savna og viðgera persónsupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.


Samtykki

Í einstøkum førum hava vit tørv á samtykki frá tær fyri at viðgera persónsupplýsingar um teg. Til dømis er neyðugt við samtykki frá tær, um vit vilja nýta eina mynd av tær á okkara heimasíðu ella melda teg til ein sjálvhjálparbólk. Slíkt samtykki verður fingið til vega sambært ásetingunum í DVL § 9.  Tú hevur altíð rætt at taka títt samtykki aftur til ein og hvørja tíð.


Hvørjum letur Sinnisbati persónsupplýsingar?  

Sinnisbati letur í útgangsstøðinum ikki persónsupplýsingar víðari til annan myndugleika. Vit lata í ávísum førum tínar persónupplýsingar víðari til triðjupartar. Hetta kann t.d vera til viðkomandi fríyrkisfólk í felagnum í samband við tilmelding til okkara sjálvhjálparbólkar. Hetta er altíð við samtykki frá viðkomandi, sum meldar seg til.


Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum

Sinnisbati nýtir sum útgangsstøði ikki veitarar ella dátuviðgerarar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum so sum til sosialar miðlar, har móttakarin er í USA.

Sinnisbati hevur eina Facebook- og Instagramsíðu, sum verða brúktar til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook og Instagram savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook og Instagram síðurnar hjá Sinnisbata. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðunum, og at síðurnar brúka hesar upplýsingarnar til at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skalt síggja. Um tú sært taðm sum liggur á hesum síðum, er tað allar helst tí, tú hevur skrásett tín vanga og góðtikið politikkin hjá Instagram og Facebook.


Hvussu leingi goyma vit tínar persónsupplýsingar?

Sinnisbati varðveitir bert tínar upplýsingar, so leingi sakligar grundir eru fyri hesum og so leingi tað er neyðugt í mun til endamálið, tínar dátur eru skrásettar og verða brúkar til. 

Persónsupplýsingar kunnu tó verða goymdar í tann mun og so leingi hetta er ein skylda sbrt. lóg ella øðrum heimildargrundarlagi.  Persónsupplýsingar kunnu t.d. eisini verða goymdar, so leingi tørvur er á teimum í starvsfólkamálum og í sambandi bókhald.

Viðvíkjandi persónsupplýsingum í samband við limaskap, verða hesar bert goymdar, so leingi viðkomandi er limur í felagnum.


Rætturin til at taka samtykki aftur

Tú kanst altíð taka títt samtykki aftur. Hetta kanst tú gera við at seta teg í samband við okkum. Sí samskiftisupplýsingar í 1. Broti. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.


Tíni rættindi 

Tú hevur sambært Dátuverndarlógini fleiri rættindi í mun til okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Um tú ynskir at útinna hesi rættindi, skalt tú seta teg í samband við Sinnisbata.

Rætturin til kunning (§§ 23-25)

Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Rætturin til innlit (§ 26)

Tú hevur rætt til at fáa inntil í tær upplýsingar, sum Sinnisbati viðger um teg.

Rætturin til rætting (§ 27)

Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

Rætturin til striking (§ 28)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.

Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Um treytirnar til viðgerðaravmarking eru loknar kunnu vit einans viðgera tínar persónsupplýsingar í serligum førum.

Rætturin til mótmæli (§ 32)

Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Tú kanst altíð mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.


Kæra til Dátueftirlitið 

Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur við viðgerð av tínum persónsupplýsingum. 

Tú kanst klaga um viðgerð við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum kl. 9.00 og 15.00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo.

Um tú hevur spurningar um okkara viðgerð av persónupplýsingum, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Um tú sendir okkum teldupost, eigur telduposturin ikki at innihalda trúnaðar- ella viðkvæmar upplýsingar, uttan so at telduposturin er bronglaður.

Samrøðubólkur

Tøgnin

Eftir Eyðbjørg Reynslág

,,Eg elski teg,’’ segði hon við einum ivandi smíli. Tað kendist, sum steðgaði tíðin upp við hasum orðunum. Kroppur mín stívnaði, hálsurin turrur. Hvat skuldi eg nú gera? Vit høvdu bara verið par í sjey mánaðir, og eg ætlaði mær at gera tað liðugt. Eg hevði bara ikki funnið rætta tíðspunktið at gera tað enn… Vónin í eygum hennara slóknaði meira og meira við sekundunum, ið gingu. Tað gjørdi smílið eisini. Eg burdi havt gjørt tað liðugt, áðrenn tað kom so langt, men sannleikin var, at mær dámdi hennara lætta huglag, og eg vildi helst ikki særa hana. Trupulleikin var bara, at tað gekk ov skjótt. Eg visti ikki enn, um eg vildi fara so langt við henni. Eg visti ikki eingang, hvat eg vildi um eina viku! Hon kundi ikki bara bresta út við sovorðnum orðum og fáa tey at ljóða so løtt at siga. Tað vóru tey ikki! Ikki um tú meinti tað ordiligt.

,,E-eg… E-eg haldi ikki… At v-vit skulu síggjast longur.’’ Tað var sum at svølgja turt havragrýn, og mín ryggur byrjaði at blíva gjøgnumbloyttur. Eygu hennara leitaðu eftir skemti í mínum. Hon fann tó skjótt útav, at eg meinti tað av álvara. Tað var tøgn í óendaligar minuttir. Ikki fyrr enn eg hoyrdi higst og hugdi upp á hana aftur, sá eg tárini renna oman eftir kjálkunum. Aldrin hevði eg kent meg so illa sum nú. ‘’Orsaka, men eg eri ikki vísur í, um tú ert-‘’ byrjaði eg, men bleiv avbrotin.

‘’S-spar meg fyri umberingum! Tú e-er og fer altíð at v-vera bangin fyri at fara víðari!’’

Hon hevði ikki hugt uppá meg síðani. Ikki so frætt sum eitt lítið eygnakast av nøkrum slagi. Eg harafturímóti kláraði tað ikki so væl. Eyguni vóru sum límað til hana. Hennara mjúka, langa hár, sum angaði av tí eyðkenda sjampoinum, hon altíð brúkti, fall sum tað altíð plagdi. Eg saknaði hennara nærveru, hennara látur og at hyggja at henni og síggja hennara skálkaliga smíl. Síggja, hvar hon nú leitaði eftir at finna onkran, sum hon kundi arga eitt sindur. Tíbetur fór hon ongantíð ov langt. Hon visti, nær hon skuldi steðga. Tað einasta, hon vildi, var at vinna sær nøkur smíl frá teimum rundanum seg. Hon hevði ikki verið so smílandi, sum hon plagdi. Tað var nú kanska heldur ikki so løgið, tá eg nú hevði gjørt tað liðugt soleiðis. Tað helt eg sjálvur vera eitt slag undir beltið. Vinir mínir hildu, at nú var tíð uppá at koma víðari, eftir at eg hevði sitið og start í mínum egna heimi í tríggjar vikur nú. Teir hildu meg hava gjørt eitt mistak. Men eg visti betur. Eg skuldi ikki binda meg til nakað, ið var ov langt úti í framtíðini at hugsa um. Tó hevði eg ynskt, at tað var eitt sindur lættari at lata hana fara.

Eg hevði nógv skúlating, men tað gekk ikki serliga væl við nøkrum av teimum. Hvørja síðu í søgubókini mátti eg lesa minst tríggjar ferðir, um eg skuldi fáa nakað við, men enntá tá fylgdi mín heili ikki ordiliga við. Tá eg skuldi skriva stílin í enskum, var tað í heilum, at eg hevði skrivað hennara navn í staðin fyri navnið á høvuðspersóninum í søguni, eg skuldi greina. At sova gekk ikki nógv betur. Tað tók mær øldir at fáa ta tungu kensluna í kroppin, so at hann ikki vildi flyta seg alla tíðina. Tá eg so endiliga var sovnaður, tók hon pínadoyð eisini yvir mínar dreymar. Gentan hevði sníkt seg inn í mítt lív og yvirtikið alt! Tað gingu ikki meira enn tvey sekund, áðrenn tankarnir aftur fóru til hana. Nú var also ovboðið! Eg hevði gjørt eitt mistak, sum mátti rættast…

Har gekk hon sum vant. Vit plagdu altíð at fylgjast í skúla, men eg var byrjaður at ganga fyrr í skúla, so at eg ikki skuldi møta henni á vegnum. Vónandi fór hon at fyrigeva mær, men óansæð hvat, skyldaði eg henni sannleikan. Eg hevði endiliga savnað mær nóg mikið av dirvi saman, hevði hugsað um hvørt orð, eg skuldi siga, og hevði vant tað frammanfyri spegilinum heima. ‘’Lív!’’ Hon hvørki steðgaði á ella hugdi aftur um seg. Hetta fór kanska at verða eitt sindur verri, enn eg hevði væntað. Eg setti ferðina upp, men tað kendist, sum merkti hon tað og gjørdi tað sama. Ikki fyrr enn vit vóru komin til høvuðsvegin, fangaði eg hana aftur. ‘’Lív!’’ ‘’Hvat??? Hvat vilt tú mær? Hevur tú ikki gjørt nóg mikið?’’ hvesti hon eftir mær. Orð hennara stungu, men eg hevði uppiborið tað. Eygu hennara leitaðu í mínum. Hørð. Særd…

‘’Eg veit væl, at eg nokk eri tann persónurin, tú minst vil síggja fyri tíðina, og tað skilji eg væl. Eg hugsaði bara at siga tær sannleikan, tí eg fái ikki sovið ella etið ordiligt ella nakað sum helst uttan teg. Orsaka, fyri mátan eg gjørdi tað liðugt uppá. Tað var barnsligt av mær, og tað var bara tí, at eg ikki tordi at føra okkara parlag víðari… Eg vóni, at tú kann fyrigeva mær, men eg skilji væl, um tú ikki kann. Eg vildi bara hava teg at vita, at eg…’’ Eg hugdi inn í eygu hennara. Tað fór alt at verða í lagi.

‘’Eg elski teg,’’ segði eg. Men har fór ongantíð at koma eitt aftursvar frá henni. Regnið rann eftir ljósagráa gravsteininum. Aftaná bilurin hevði rakt okkum handan lagnudagin, var beinanvegin ringt eftir sjúkrabili. Í skundi vórðu vit førd á sjúkrahúsið, har eg bleiv lagdur í andahjálpartól. Tað bleiv skjótt staðfest, at hon var deyð á staðnum. Eg náddi ikki sum frætt at siga henni tað… ‘’Eg elski teg.’’

Samrøðubólkur

Novembernátt

Eftir Sølva Næs Hoydal

Tað var seint um náttina ein kaldan novemberdag, at eg var einsamallur heima og lá í míni song við eygunum víðopnum. Eg lá og stardi upp eftir træbrettunum í loftinum, sum høvdu strikur sum líktust eygum, sum eygleiddu meg, meðan eg lurtaði eftir novembervindinum syngja sín neyðarsliga sang uttandura og regndroparnar fossa niður úr takrennuni. Út gjøgnum mítt lítla kjallaravindeyga sá eg greinarnar sveiggja í vindinum, og brúnu vetrarbløðini, sum lendu á vindeygakarminum og ikki vildu sleppa honum aftur. Eg hoyrdi bornholmaraurið, sum spakuliga tikkaði í stovuni uppiá og tungu rugganina í veggjunum, sum blivu fluttir av sterka vindinum. Oljufýringin stóð og gramdi seg við síðuna av, og vaskið inni á vesinum gjørdi eisini ljóð um seg til tíðir. Bølamyrkt var inni, men út gjøgnum vindeygað sást væl, tí enn hevði eg ikki keypt gardinur. Eg tók ikki eyguni av tí, og legði merki til hvørja einstaka rørslu, sum eg sá uttanfyri. Tað var tá, eg sá skuggan.

Eg var vísur í, at tað var okkurt, sum flutti seg forbí vindeygað. Okkurt, sum ikki var ein grein ella nakað annað av slagnum. Løtu seinni hoyrdi eg tað:

Bank, bank, bank.

Trý tung bank á kjallarahurðina. Kroppurin frysti. Einaferð afturat:

Bank, bank, bank.

Harðari hesaferð. Eg tók í dýnuendan og hálaði hann upp til nøsina. Eg andaði títt.

Bank, bank, bank.

Enn harðari hesaferð. Eg leyp upp úr songini og gekk skelvandi yvir til hurðina.

,,Hv… Hvør er tað?” stamaði eg.

,,Tróndur, góði. Lova mær inn.” Tað var røddin á mammu míni, sum eg hoyrdi. Tað rann kalt niður eftir bakinum á mær. Hetta var ikki mamma.

13 dagar áðrenn hevði eg fingið eini ræðulig boð frá sjúkrahúsinum. Tað var eitt vanligt týskvøld, har eg sat einsamallur heima og hugdi at filmi, ímeðan mamma og babba og lítlasystir vóru farin til klassiska konsert. Mær dámdi ikki klassiskan tónleik, so eg varð verandi heima. Knappliga lýsti telefonin upp og byrjaði at rista, og tað var eitt ókent nummar. Longu tá byrjaði eg at stúra. Drálandi trýsti eg á grønu telefonina, og tað var tá, eg fekk boð um, at øll trý høvdu verið í einum ógvisligum bilóhappi á veg heim frá konsertini, og systir mín var tann einasta, sum andaði enn og lá á sjúkrahúsinum. Læknin bað meg koma skjótast gjørligt. Eftir boðini bíðaði læknin eftir einum svari, men eg fekk ikki orðið upp. Eg sat og lurtaði eftir bornholmaraurinum tikka. Tá eg kom til sjúkrahúsið, var ikki nógv tíð eftir hjá systur míni. Eg hoyrdi hennara síðsta andadrátt. Hon var bara 16 ár.

,,Tað… Tað er ikki tú!” bóltaði tað úr mær, men røddin uttanfyri var ikki samd. ,,Lova mammu tíni inn, góði. Her er so kalt her úti.”

,,Eg kann ikki… Eg vil ikki!” rópti eg. Ein lítil steðgur var, og so byrjaði hon at banka á hurðina við allari sínari megi, og hálaði hart í handtakið.

“Lova mær inn! Eg eri mamma tín!” Røddin broyttist heilt. Hon var hvøss nú. Eg traðkaði spakuliga nøkur fet frá hurðini.

,,Nei! Tað er ikki tú!” royndi eg at sannføra meg sjálvan um. Eg helt hendurnar fyri oyruni og gekk aftureftir yvir til songina og setti meg á hana. Læt eyguni aftur, og hoyrdi hjartað banka.

Knappliga…

Friður.

Eg læt eyguni upp. Eg hugdi runt í kamarinum og so í vindeygað. Kroppurin frysti. Hon stóð í vindeyganum. Stóð pinnastill, hugdi beint inn, og eg sá andlitið. Tað var mamma, men tó ikki. Andlitið var dekkað av blóði og sárum, og svarta hárið var dýggjvátt og legði seg út yvir pannuna á ein sovorðnan hátt, at eyguni ikki sóust. Tað var sama andlitið, sum einaferð hugdi at mær, tá eg lá í songini og ikki fekk sovið. Sama andlitið, sum hevði so blíð eygu og smílandi varrar, sum vóru tað síðsta eg sá, áðrenn teir sungu mær eina vøgguvísu, og stilla, bleyta røddin fekk eyguni til ótilvitað at søkka niður í dreymaheimin. Sama andlitið, sum lýsti upp við gleði, tá eg hevði spælt mína fyrstu klaverkonsert, og hon leyp yvir til mín, lyfti meg upp og kysti meg á kjálkan. Tá segði bleyta røddin: ,,Kom til mín, eingil mín. Kom til mín, eingil mín.” Nú bleiv røddin hvøss. Hon stóð uttanfyri vindeygað og tær tenninar, sum enn vóru eftir í munninum, vóru málaðar við blóði. ,,Kom til mín, eingil mín. Kom til mín, eingil mín…”

,,Nei!” rópti eg, og hugdi niður í gólvið. Køldu gólvflísarnar fluttu seg og blandaðust inn í hvørja aðra. Alt tóktist óveruligt.

Aftur friður.

Eg hugdi út. Eingin. Tá sá eg brádliga eitt annað andlit. Pápi mín.

Hann hugdi at mær við tí eina eyganum, sum ikki manglaði. Tað mesta av hárinum á skallanum manglaði, og høkan var brotin, so munnurin stóð víðopin og slitnu tenninar sóust. Tað var sama andlitið, sum einaferð hugdi niður og spurdi meg, um eg vildi sita á akslum hansara á Ólavsøku, so eg kundi síggja skrúðgonguna. Sama andlitið, sum lýsti upp við gleði, tá eg fangaði ein stóran fisk, tá vit vóru úti við bátinum. Og sama andlitið, sum læt sum um tað ikki sá meg, tá vit spældu krógva og blunda, og eg goymdi meg í skápinum. Tá spurdi hann: ,,Halló? Er nakar har inni? Kann eg koma inn?”

,,Lova mær inn!” Røddin varð hvøss. Hann bankaði skallan á vindeygað og klóraði eftir vegginum. Blóðið blettaði vindeygakarmin, og rópið skar seg inn í mítt oyra.

,,Ikki nú… Ikki nú!” bønaði eg, og lat eyguni aftur.

Friður.

Men næstan beint aftaná eg lat eyguni upp, stóð hon har. Systirin. Ella tað, sum var systurin, áðrenn nøsin varð skrødd av, og áðrenn blóð rann sum tár úr eygunum. Hon hevði ein tungan andadrátt, sum hoyrdist ígjøgnum rútin. Akkurát sum tann, hon hevði á sjúkrahúsinum, og eygu hennara hugdu at mær, sum tey hugdu tann dagin á sjúkrahúsinum; tá eyguni fyrireikaðu seg upp á at síggja deyðan, og eg fekk einki gjørt.

Eg hugsaði um, hvussu argur eg bleiv, tá systirin gjørdi so lítið sum at stjala mínar leikur, ella taka mat frá mínum tallerki. Eg bleiv súrur í fleiri dagar, og vit skeldaðust ofta. Eg visti, at tað er sovorðið, sum systkin gera, men eg var harmur um, at eg ongantíð náddi at siga orsaka. Eg kom eisini í tankar um allar tær stuttligu løturnar, vit høvdu havt saman, og eisini tær flóvisligu. Sum tá eg opnaði hurðina til kamarið hjá henni einaferð og sá hana mussa ein drong frá skúlanum. Hon var so flóv aftaná, og vildi hava meg at gloyma alt um tað.

,,Hevur tú gloymt meg?” Røddin uttanfyri vindeygað var hás. Sum um hon næstan ikki fekk andað. Hon byrjaði at gráta. ,,Lova mær inn,” bønaði hon, ,,Her er so kalt. So ísakalt.”

,,Nei!” rópti eg, og legði meg niður á songina og helt hendurnar fyri eyguni. Friður.

Men so hoyrdi eg kjallarahurðina bresta upp. Tung, vát fótafet komu trampandi ímóti mær. Skirvisligu og slitnu beinini hjá mammu, babba, og systir nærkaðust songini, og eg reisti meg upp.

,,Hevur tú gloymt okkum, Tróndur?” róptu tey í kór, ,,Hvussu kundi tú lata okkum doyggja? Hví sleppur tú at liva, men ikki vit? Hvussu kanst tú vera so harðhjartaður?” Teirra røddir gjørdust harðari og harðari. Doyvandi. Eg læt eyguni aftur og helt fyri oyrini. Eg fekk høvuðpínu, og pínan bara vaks. Hjartað bankaði, ein klumpur var í hálsinum, eg hevði ilt við at anda, og eg føldi, at eg var um at bresta.

,,TAÐ ER IKKI MÍN SKYLD!” skrálaði eg so hart, sum eg kláraði, og opnaði eyguni aftur. Tárini í eygunum gjørdu sjónina káma, men eg varnaðist, at tey vóru burtur.

Friður. Óavbrotin friður. Endiliga.
Men hetta var bara ein novembernátt av nógvum.

Samrøðubólkur

Takk fyri í ár og gott nýggjár

Vit í Sinnisbata eru ómetaliga takksom fyri allan stuðul og vælvild í 2022. Vit ynskja at takka øllum limum, samstarvspørtum, felagsskapum, fyritøkum, stovnum og landi og kommunum fyri dyggan stuðul og gott samstarv í 2022. Vit eru takksom fyri alt tað arbeiðið, og ikki minst sjálvbodna arbeiðið, ið er blivið lagt í at skapa betri rúmd og kor hjá teimum við sálarsjúku og avvarðandi teirra. Uttan tykkum hevði okkara arbeiði ikki verið møguligt.

Tað hevur verið eitt virkið og gevandi ár hjá Sinnisbata.

Í ár fegnast vit millum annað um, at Sinnisbati hevur fingið eitt ungmannafelag. Vit vilja eisini geva teimum røsku og ágrýtnu ungu í Sinnisbata Ung eina serliga tøkk fyri teirra góða arbeiði í ár, og vit gleða okkum at síggja, hvat 2023 hevur at bjóða uppá.

Í ár søgdu vit farvæl og takkaðu Lauru Apol fyri hennara arbeiði sum aðalskrivari í felagnum ígjøgnum mong ár. Vit kundu í ár eisini hátíðarhalda 40 ára føðingardag hjá Sinnisbata við bókaútgávu um felagið, ið Grækaris Djurhuus Magnussen hevur skrivað.

Í samstarvi við Almannaverkið hava vit skipað fyri átakinum ‘Gangið í mínum skóm’, ið hevði til endamál at varpa ljós á sálarsjúku, og hvussu tað kann kennast at liva við angist, tunglyndi og skitsofreni. Saman við Norðurlandahúsinum hava vit havt fyrilestur við Peter Lund Madsen og Lotte Lykke um angist og skúlaaftran, og vit varpaðu somuleiðis ljós á skúlaaftran á altjóða sálarheilsudegnum í ár. Vit hava m.a eisini framleitt eitt poddvarp saman við Sinnisbata Ung, givið eitt limablað út og skipað fyri sjálvhjálparbólkum. Sinnisbati hevur somuleiðis verið virkið í løgtingsvalinum og skipað fyri valfundi og átaki á sosialu miðlunum.

Vit fegnast um fleiri batar á sálarheilsuøkinum í 2022 og ynskja framhaldandi at vera við til at varpa ljós á og stríðast fyri einum enn betri samfelagi fyri øll í 2023.

Vit fara við hesum at ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár – við vón um góða heilsu í 2023.

– Nevndin í Sinnisbata

317724374_10227052102421475_6207285824577440020_n

ALLIR BORGARAR MUGU VERA VIÐ. Altjóða dagur teirra, ið bera brek

Í dag er altjóða dagur teirra, ið bera brek. Vit eru komin longri á leið. Men hygg kring teg og síggj veruleikan. Tað eru hópin av borgarum, sum ikki hava somu atgongd, sum flestu okkara. Til skúla og útbúgving, til eitt arbeiði, til ítriv og menning, til eitt heilsugott lív, til egnan bústað, til at luttaka í almenna kjakinum – og nakað so einfalt sum at fylgja við og luttaka í einum valstríði.

SKAMMSØGA OKKARA

Einaferð útfluttu vit okkara egnu borgarar, tí fá ella eingi tilboð vóru til teirra. Eg var sjálv smágenta, tá vit góvust við hesi ómenniskjaligu “loysn”. Minnist, tá hesi byrjaðu at flyta heim. Mamma, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, arbeiddi á nýstovnaðu psykiatrisku deildini, har fleiri fluttu inn, tí bústaðir ikki vóru til øll. Hon segði frá um manga lagnu, og seinni las eg “Søgan um hini” eftir Doris Hansen og “Jana-eitt hjartabarn” eftir Tóruni Ellingsgaard.

Jú víst er mangt blivið betri, tí vit tóku ábyrgd. MEN. Her er nógv eftir at gera. Okkum tørvar at tryggja grundleggjandi rættindi fyri fólk, ið bera brek. Tey eiga eisini at kunna velja, hvar tey vilja búgva, og hvørjum tey vilja búgva saman við. Okkum tørvar lóggávu ímóti mismuni á øllum økjum í samfelagnum, so til ber at kæra um mismun.

Eingin lóg verjir fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Er tað rímiligt, at eitt barn, ið ber brek, ikki sleppur í skúla altíð, tá onnur børn sleppa? Nei!

Vit mugu samskipa tilboðini, so familjur og borgarar, ið bera brek, ikki skulu brúka alla orku sína til at stríðast fyri sjálvsøgd tilboð og rættindi. Øll børn og ung við avbjóðingum eiga at fáa eitt samskipað tilboð, so hjálp og stuðul gerast samanhangandi og munadygg. Ein hurð!

VALLYFTI OKKARA

Vit í Tjóðveldi vilja halda fram at arbeiða fyri atgongd fyri øll. Vit vilja fremja brekpolitisku virkisætlanina. Tryggja øllum atkomu til bygningar – og til tænastur og tilfar á internetinum. Brekpolitiskt umboð skal skipast. Vit vilja áhaldandi byggja nútímans bústovnar og heim til fólk við serligum tørvi. Og vit vilja arbeiða fyri betri korum og eftirløn, eisini til fyritíðarpensjonistar.

Føroyar skulu eisini gerast eitt gott ferðamál fyri fólk, ið bera brek. Lat okkum stremba eftir at koma á heimskortið fyri at vera eitt land við javnrættindum og møguleikum fyri allar borgarar.

Í dag brennur kalendaraljósið frá Dugna fyri júst tí!

Greinin kann lesast við teldutalu á www.tjodveldi.fo/bjort

X við E 🇫🇴🍀

Bjørt Samuelsen

316663641_10225949029905359_3690409568442998698_n

Psykiatriin má styrkjast

Bíðilistarnir til barnapsykiatriina bara vaksa og bíðitíðin er nú uml. 2 ár. Tvey ár í einum barnalívi, hvussu leingi er tað ikki? Og hvussu má støðan vera í familjunum, meðan bíða verður? Tað er lætt at ímynda sær, hvussu trupult og vónleyst tað má upplivast.

Bíðilistarnir til barnapsykiatriina vóru so at siga burtur í 2019. Meðan vit sótu í samgongu, fingu vit eisini eina barnapsykiatriska dagdeild setta á stovn umframt eina røð av øðrum batum á psykiatriska økinum sum heild. Til dømis fingu vit økispsykiatri til Vágarnar, Sandoynna/Skúvoynna og Suðuroynna, og ABC fyri sálarheilsu fór av bakkastokki. Ábøtur blivu gjørdar á innleggingardeildini, og tey seinastu búfólkini, sum høvdu búð á psykiatriska deplinum í áratíggju, fingu góðan bústað hjá Almannaverkinum.

Nakrir bíðilistar til útgreining av vaksnum eru tíbetur minkaðir seinnu árini, men teir eru enn alt ov langir.

Ókeypis sálarfrøðilig hjálp til ung er komin í hesum valskeiðnum. Tað fegnast vit um. Annars er ikki nakað annað av nýggju sálarheilsuætlanini sett í verk í valskeiðnum. Tað frættist at vælskipaða tilboðið til mammur við barnsburðartunglyndi er, um ikki dottið niðurfyri, so skert. Tað er syrgiligt og má fáast í rættlag beinanvegin.

Tað mugu veruliga takast stór tøk á øllum sálarheilsuøkinum. Dentur má leggjast á bæði fyribyrgingarpartin, á útgreining og á viðgerðarpartin.

Vit hava Gigni, sum arbeiðir við heilsufremjan í øllum barnafamiljum og eisini á skúlaøkinum. Tað er nógv at vinna við at menna og styrkja Gigni, so vit fáa vent gongdini og gjørt meira við trivnað og fyribyrging, meðan børnini eru smá.

Meira má eisini gerast í stundini fyri at fáa bíðilistan til útgreining í barnapsykiatriini niður. Og tey tilmæli og tær viðgerðarætlanir, sum verða tilmæltar, mugu kunna setast í verk í skúlum, barnagørðum, frítíðartilboðum o.s.fr.

Føroyar eru lítlar. Tað mugu vit kunna draga fyrimunir av og bøta um samstarv millum fakbólkar og ymiskir geirar. Onga aðrastaðni í heiminum eigur tað at vera so lætt sum í Føroyum.

Vit hoyra nógvar røddir, sum siga, at tað kann ikki vera rætt, at so nógv fólk stríðast og hava ilt í sálini. Tað kann tað vera nakað um, og sjálvsagt eiga vit altíð at hyggja eftir um tað eru strukturar í samfelagnum, sum eru viðvirkandi til vánaligan trivnað, strongd og sálarligar trupulleikar. Men tað er eisini vert at hava fyri eyga, at sálarsjúka og sálarligir trupulleikar altíð hava verið av størstu fólkasjúkum. Tær hava bara verið so tabu´seraðar og stigmatiseringin hevur verið so stór, at tað hevur verið fjalt sera væl. Nú er opinleiki um økið og viðgerðartilboðini vaksa. Og tað er bara at fegnast um.

Sirið Stenberg

Tjóðveldi

316534106_10230032980434334_385909598119644013_n

Vit mugu hava sálarliga skaðastovu

Tá ið vit koma í eina kropsliga bráðfeingisstøðu, so kunnu vit fara á skaðastovuna og fáa hjálp. Er talan tó um eina sálarliga bráðfeingisstøðu, ja so mugu vit ofta bíða í fleiri dagar, áðrenn hjálp er at fáa. Tá er oftani ov seint. Vit mugu hava eina sálarliga skaðastovu, ið kann veita bráðfeingishjálp.

Herfyri fekk eg eina søgu sendandi frá einari, ið vildi fortelja mær, hvussu lívið er sum ung kvinna í Føroyum, ið stríðist við ADHD, angist og autismu. Hon vísir á týdningin at fáa styrkt psykiatriina, men ikki minst at vit fáa eina sálarliga skaðastovu, so at hjálp er at heinta, tá ið vit eru í eini bráðfeingisstøðu. Við loyvi frá henni, deili eg her eitt brot úr tí, hon skrivaði til mín:

“Og í fleiri kvøld og nætur, tá eg hevdi tað soleiðis, spurdi eg mammu, um vit ikki kundu fara til læknan at fáa hjálp, um eg ikki kundi fáa medisin beint nú, og hetta var á miðjari nátt..

Har mamma svaraði mær aftur, at Nei góða tað kunnu vit ikki, tí vit hava ikki tann møguleikan her i Føroyum.. Tað, haldi eg, er alt ov langt úti, at man ikki kann fáa hjálp, tá man hevur brúk fyri henni…”

Sum tingkvinna havi eg roynt at fáa hetta evnið á dagskrá. Tað hevur týdning, at vit styrkja sálarheilsuøkið í Føroyum á fleiri økjum. Tað nyttar einki, at tað tekur dagar og longur enn tað, áðrenn tú fært hjálp. Bráðfeingishjálp skal vera klár – líkamikið um vit hava tørv á kropsligari ella sálarligari bráðfeingishjálp.

Hervør Pálsdóttir,

Valevni fyri Tjóðveldi

316406853_5994933720525953_352899763834842937_n

Skal man rinda fyri at verða sjúkur?

Vit reypa okkum ofta av, at vit hava eitt heilsuverk, ið er fíggjað av skattagjaldarunum. Tó má man minnast á, at tað eru ógvuliga nógv brúkaragjøld á heilsuvøruu og tænastuu, ið leggja ein keðiligan fíggjarligan byr á sjúkum borgarum. Eg upplivi ofta í mínum læknastarvi, at sjúklingar eru afturhaldandi við at fara til fysioterapi, sálarfrøðing ella fáa resept uppá dýran heiligvág, hóast tað er teimum tilmælt læknaliga. Tað er tørvur á, at vit endurskoða okkara heilsuskipan og gera upp við tey óneyðugu brúkaragjøldini, ið finnast.

Heiligvágur

Heiligvágur er ofta dýrur og kann tí verða ein keðilig útreiðsla fyri nógvum borgarum – serliga barnafamiljur og borgarir við kroniskum sjúkum. Man kann enda við at rinda 2.200 kr fyri heiligvág, áðrenn Heilsutrygd traðkar inn við fult tilskot. Men tá er tað eisini nógv sløg av heiligvág, ið ikki verða dekkaði av hesum tilskotinum.

Mítt uppskot er heilt konkret, at allur heiligvágur, ið er ordineraður av lækna, eigur at verða dekkaður av fullum tilskoti, soleiðis at borgarin ikki hevur nakað egingjald. Landskassin eigur ikki at hava tørv á at skula taka pening frá sjúkum borgarum

Tannlæknahjálp

Tað er fullkomiliga ólogiskt, at okkara samfelag er innrættað soleiðis, at ein fær ókeypis læknahjálp tá man hevur kropsligan skaða ella sjúku, men man skal rindað túsindavís fyri grundleggjandi tannlæknahjálp og viðgerð.

Tað finnast longu ein skipan har barnatannrøkt er ókeypis, og Heilsutrygd dekkar eisini ein part av tannlæknarokningunum. Tað er lætt og neyðugt at fremja tað, at allar tannlæknaviðgerðir – undantikið tær kosmetisku – skula verða fíggjaðar av landskassanum.

Sálarfrøðing

Sálarligir trupulleikar skula eisini javnsetast við kropsligum trupulleikin. Royndarverkætlanin fyri at veita ungum millum 15-35 ár við angist ella tunglyndi ókeypis sálarfrøðihjálp hevur verður væleydnað, og hevur givið nógvum ungum eina atgongd til sálarliga hjálp, ið tey ikki høvdu frammanundan. Hendan skipanin eigur tó ikki at gera aldursmismun, og tí má tann avmarkingin takast burtur, soleiðis at allir borgarir við relavantum sálarligum trupulleikum fáa atgongd til sálarfrøðiliga hjálp.

Fysioterapi

Fysioterapi gerst ein alsamt størri partur av heildarviðgerðini av ymiskum sjúkum. Tað er ikki rætt, at sjúklingar við akuttum og kroniskum trupulleikum í rørslulagnum skula rinda stóran part av fysioterapeutiska hjálp sjálvi. Heilsutrygd dekkar longu ein part av rokningini, um ein lækni hevur ávíst til viðgerð – mítt uppskot er, at allur kostnaðurin verður dekkaður.

 

Aksel Kambsskarð Berg
Valevni
Miðflokkurin