rætta (1)

Sinnisbati fingið nýggja nevnd og forkvinnu

 

Leygardagin 4. mars var árligi aðalfundurin hjá felagnum Sinnisbati, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Forkvinna Súsanna Olsen helt eina formansrøðu, har hon millum annað legði dent á arbeiðið við eini heildarætlan fyri psykiatriska økið, ið er tiltrongd. Harumframt nevndi hon, at Sinnisbati seinastu árini hevur ment seg nógv, og er í dag ein sjónligur áhugafelagsskapur við nógvum virksemi.

Sinnisbati hevur arbeitt nógv við avvarðandi arbeiði, við sjálvhjálparbólkum bæði til vaksin, børn og ung, eisini rópt ”Time Out”. Hetta er eitt økið felagið framvegis fer at arbeiða fyri, tí tað hevur víst seg at vera sera gevandi. Sinnisbati fer framvegis at arbeiða fyri, at betra um støðuna hjá avvarðandi.

Súsanna Olsen kom eisini inn á, at Sinnisbati í løtuni arbeiðir við at byrja eitt nýtt ráðgevingartilboð til ung, sum skal virka fyribyrgjandi. Tíverri síggja vit í kanningum, eins og í arbeiðinum hjá Sinnisbata, at talið av ungum við sálarheilsu trupulleikum er vaksandi. Trýstið er stórt, og ung hava alt fleiri avbjóðingar innan fleiri øki. Tað kann vera trupult at tosa við foreldur og vinir um hesar avbjóðingarnar, og tí er tað gott at hava eitt stað, har onkur altíð er at tosa við.

Súsanna Olsen endaði við, at boða frá, at hon takkar fyri seg sum forkvinna í felagnum. Súsanna hevur verið forkvinna í Sinnisbata í fýra ár, har hon hevur staðið á odda fyri at fáa gjørt Sinnisbata til eitt sjónligt felag, ið verður tikið við uppá ráð. Felagið takkaði Súsonnu fyri sítt stóra og góða arbeiði, við at geva henni eina gávukurv og ein grafiskan málning.

Røðan hjá Súsonnu Olsen kann lesast á heimasíðu felagsins.

Nýggj nevnd bleiv vald, og hevur skipað seg soljóðandi:

Róa Midjord: Forkvinna

Marjun J. Hentze: næstforkvinna

Jana Mortensen: Skrivari

Tummas Tomassen: Kassameistari

Anna Nolsøe Joensen: Nevndarlimur

Olga Maria undir Skarði: Nevndarlimur

Súsanna Olsen: Nevndarlimur

Tiltakslimir í felagnum gjørdust: Vanja S. R. Davidsen, Margreta Poulsen og Regin Jóanesarson.

Laura Apol stillaði ikki uppaftur. Hon er sett í starv sum samskipari hjá felagnum í nakrar tímar um vikuna, til millum annað at fáa ráðgevingartilboðið upp at standa. Harumframt skal hon taka sær av samskiftisuppgávum, samskipa tiltøk og taka sær av skrivstovuuppgávum.

Á myndini síggjast frá vinstru: Marjun J. Hentze, Vanja S. Davidesen, Regin Jóanesarson, Róa Midjord, Jana Mortensen, Margretha Poulsen, Súsanna Olsen, Tummas Thomassen, Anna Nólsøe Joesen og Olga Maria undir Skarði.

rætta (1)

Aðalfundur í Sinnisbata

Við hesum verður innkallað til árðliga Aðalfundin hjá Sinnisbata, leygardagin tann 4.3.2017. Fundurin verður í hølum felagsins, Laðabrekku 1, í Tórshavn. kl. 14-16.00

Dagsskrá sambært viðtøkum felagsins:

Aðalfundurin viðger hesi mál:
Val av orðstýrara
Ársfrágreiðing formansins
Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins
Møguligar lógarbroytingar
Limagjald fyri komandi ár
Nevndarval
Val av grannskoðara
Ymiskt

Vegna Sinnisbata
Súsanna Olsen, forkvinna

rætta (1)

Fleiri nýggj andlit í nevndini í Sinnisbata

 

Eykaaðalfundur var í felagnum Sinnisbata mikudagin 9. november.

 

Eitt punkt var á skránni, sum var val av nevndarlimum og tiltakslimum.

 

Tvær ynsktu sæti í nevndini​ og blivu báðar valdar: Anna Nolsøe Joensen og Olga Maria undir

Skarði. Tríggir tiltakslimir vórðu valdir: Marjun Hentze, Jana Mortensen og Margretha

Poulsen.

 

Í nevndini eru nú Súsanna Olsen, forkvinna, Laura Apol, næstforkvinna, Tummas Thomassen,

kassameistari, Róa Midjord, bólkasamskipari, Regin Jóanesarson​, Olga Maria undir Skarði og

Anna Nolsøe Joensen.

 

Nevndin hevur ikki skipað seg av nýggjum. Hetta verður gjørt á fyrsta komandi nevndarfundi.

 

Barbara Gaardlykke Apol, sum hevur verið í nevndini, takkaði fyri seg á hesum sinni.

Sinnisbati vil takka Barbaru fyri sítt stóra arbeiði í felagnum seinastu árini og ynskja henni

blíðan byr framyvir.

rætta (1)

Ársaðalfundur í felagnum Sinnisbati

Árligi aðalfundur felagsins verður í hølunum hjá Sinnisbata (Laðabrekka 1) tann 5.03.16 klokkan 16.

Skrá sambært viðtøkum felagsins:

  • Val av orðstýrara
  • Val af skrivara
  • Ársfrágreiðing (Súsanna Olsen, forkvinna)
  • Framløga av grannskoðaum roknskapi fyri seinasta rakstrarár felagsins (Tummas Thomassen)
  • Viðgerð av innkomnum uppskotum
  • Limagjald fyri komandi ár
  • Nevndarval
  • Val av grannskoðara
  • Ymiskt

 

Sinnisbati vil eisini heita á fólk, ið ynskja at at vera við til at styrkja um felagsskapin, um at stilla upp til nevndina.

Eftir aðalfundin verður spennandi fyrilestur. Meiri kunning kemur seinni.

/Nevndin í Sinnisbata

rætta (1)

Ársaðalfundur 2015, í felagnum Sinnisbati 15. apríl, kl. 19:00

Við hesum verður kunngjørt fyri almeninginum og limum, at aðalfundur verður í felagnum Sinnisbata, Mikudagin tann 15. apríl, kl. 19.00 í hølum felagsins í Laðabrekku 1, 100 Tórshavn.

Aðalfundinum verður hildin sambært vitøkum felagsins og dagsskráin er hendan: • Val av orðstýrara • Val af referenti • Ársfrágreiðing (Súsanna Olsen, forkvinna) • Framløga av grannskoðaum roknskapi fyri seinasta rakstrarár felagsins (Tummas Thomassen) • Viðgerð av innkomnum uppskotum • Limagjald fyri komandi ár • Nevndarval • Val av grannskoðara • Ymiskt Vónandi møta limirnir fjølment.

Nevndin