nevnd 2024

NEVNDIN HEVUR SKIPAÐ SEG

frá vinstru: Oda Jóhansdóttir, Margretha Poulsen, Elisabeth Carlsson, Súsanna Olsen, Minna Sólfinnsdóttir, Nuka Heinrich Eidesgaard og Joan B. Poulsen (Oddbjørg Johansen, Vivian Sjóðklett og Annetta Saltá vanta á myndini).

 

Aðalfundur hjá Sinnisbata varð hildin 25. mars, og stórur áhugi var at koma í nevndina. Fýra sessir stóðu fyri vali, og tvey nýggj fólk stillaðu upp.

Í nevndini hjá Sinnisbata kunnu sjey nevndarlimir sita, ið vera valdir fyri tvey ár, og í minsta lagi tveir tiltakslimir, ið verða valdir á hvørjum ári. Nuka Heinrich Eidesgaard og Annetta Saltá eru nýggjar í Sinnisbata, og ynskja vit teimum hjartaliga vælkomnar í nevndina.

Á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:
– Súsanna Olsen, forkvinna
– Oda Jóhansdóttir, næstforkvinna
– Minna Sólfinnsdóttir, skrivari
– Joan B. Poulsen, kassameistari
– Elisabeth Carlsson, nevndarlimur
– Oddbjørg Johansen, nevndarlimur
– Nuka Heinrich Eidesgaard, nevndarlimur
– Vivian Sjóðklett, tiltakslimur
– Margretha Poulsen, tiltakslimur
– Annetta Saltá, tiltakslimur

Nýggja nevndin er til reiðar at fara til verka til nevndarárið 2025/2026  og hevur sett sær fleiri mál fyri. Tað fyrsta, sum stendur fyri framman, er at gera eina nýggja virkisætlan fyri komandi árini.

Ársfrágreiðing 2024 kann lesast her

AÐALFUNDUR & ALMENT TILTAK

Aðalfundur í Sinnisbata

Týskvøldið 25. mars kl. 19.00 verður árligi aðalfundurin hjá Sinnisbata. Aðalfundurin verður hildin í Megd-húsinum á Íslandsvegi 10C.

Áðrenn aðalfundin verður áhugaverd framløga við Annu Tórunn á Stongum og Atimu Feodoru á Bø Olsen, sjúkrarøktarfrøðingar, við yvirskriftini “Vegurin til persónligt recovery”. Seinastu árini hevur eitt paradigmuskifti verið innan psykiatriska viðgerð, har recovery – at koma fyri seg, hevur vunnið fram. Anna Tórunn og Atima koma at leggja fram við støði í teirra bachelorritgerð, har tær hava kannað, hvussu sjúklingar við álvarsamari sálarsjúku uppliva persónligt recovery í einum lítlum samfelagi sum Føroyar.

Skrá:

19.00: Vælkomin

19.05: Vegurin til persónligt recovery – v/ Annu Tórunn á Stongum og Atimu Feodoru á Bø Olsen

19.30: Aðalfundur
Skrá er sambært viðtøkum felagsins:
– Val av orðstýrara
– Ársfrágreiðing forfólksins
– Framløga av granskoðaðum roknskapi fyri seinasta rakstrarár felagsins
– Møguligar lógarbroytingar
– Innkomin mál
– Limagjald fyri komandi ár
– Nevndarval
– Val av grannskoðara
– Ymiskt

Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi sjey dagar áðrenn aðalfundin.


Stilla upp í nevndina

Hevur tú hug at vera við í arbeiðinum at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra, varpa ljós á sálarheilsu og skipa fyri tiltøkum og átøkum? Stilla so upp í nevndina hjá Sinnisbata.

Ynskir tú at stilla upp í nevndina og hevur spurningar hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á sinnisbati@sinnisbati.fo ella ringja á 597913.

Nevndin í Sinnisbata

Nýggj nevnd í Sinnisbata: Stórt arbeiði fyri framman

19. mars var aðalfundur hjá Sinnisbata í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.  Til aðalfundin var stórur áhugi fyri at koma í nevndina, og tvey nýggj fólk stillaðu upp.

Í nevndini hjá Sinnisbata kunnu 7 nevndarlimir sita og í minsta lagi 2 tiltakslimir. Til aðalfundin valdu Erla Matras Jensen, Súsanna Herdalur Tausen og Rannvá Dam í Baianstovu at takka fyri seg. Tær hava allar verið við í nevndini í fleiri ár, og Sinnisbati takkar teimum fyri teirra megnar arbeiði øll árini. Somuleiðis ynskja vit Oddbjørg Johansen og Biritu Clementsen vælkomnar, og vit gleða okkum til gott samstarv.

Ársfrágreiðing kann lesast her

Á fyrsta nevndarfundi 9. apríl skipaði nevndin seg soleiðis:
– Súsanna Olsen, forkvinna
– Oda Jóhansdóttir, næstforkvinna
– Minna Sólfinnsdóttir, skrivari
– Joan B. Poulsen, kassameistari
– Elisabeth Carlsson, nevndarlimur
– Vivian Sjóðklett, nevndarlimur
– Oddbjørg Johansen, nevndarlimur
– Margretha Poulsen, tiltakslimur
– Birita Clementsen, tiltakslimur

Fleiri týðandi viðurskifti at varpa ljós á

Nýggja nevndin er til reiðar at fara til verka til eitt nýtt nevndarár og hevur sett sær fleiri mál fyri. Vit standa við stórum avbjóðingum á sálarheilsu- og psykiatriska økinum, og vit í Sinnisbata meina, at tað er av alstórum týdningi, at økið verður raðfest hægri politiskt. Komandi tíðina fara vit at varpa størri ljós á fleiri av viðurskiftunum, ið vit meta verða týdningarmikil fyri at uppraðfesta økið. Vit fara at varpa ljós á, hvat vit kunnu gera, í meðan vit bíða eftir, at politiska skipanin handlar.

Tað næsta, sum stendur fyri framman, er frumsýning av nýggja leikinum, Løstir – ein leikur um sálarsjúku og at finna fótafestið, ið Sinnisbati er partur av. Við leikinum vóna vit at vera við til at skapa eina samrøðu um tabuevni og varpa ljós á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit gerast betri at tosa opið um at stríðast sálarliga. Leikurin verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum 24. mai.

AÐALFUNDUR & ALMENT TILTAK

Aðalfundur & alment tiltak

Týskvøldið 19. mars kl. 19.00 verður árligi aðalfundurin hjá Sinnisbata. Aðalfundurin verður hildin á Reinsaríinum í Tórsgøtu í Havn.

Kvøldið verður skipað í tveimum pørtum. Fyrst vera tað tvær framløgur, sum báðar varpa ljós á tað, at vera avvarðandi at einum við sálarsjúku.

Jana Mortensen, námslektari á Fróðskaparsetri Føroya og mamma, kemur at tosa um virði um autonomu/sjálvræði. Virði um sjálvræði er ein av týdningarmiklastu etisku virðunum vit hava innan heilsutænastur í vesturheiminum, har sjúklingar eiga rættin til at taka avgerðir um sína egnu viðgerð. Í hesi framløgu, sum tekur støði í eini case um diagnostisering, verður róð framundir, at ráðandi fatanin um sjálvræði eisini kann skúgva onnur týdningarmikil virðir til viks, m.a. tá tað kemur til avvarðandi.

Sinnisbati hevur síðani 2016 skipað fyri bólkum til bæði børn, ung og vaksin, sum eru avvarðandi at einum við sálarsjúku, og hava hesir verið væl vitjaðir. Á tiltakinum kemur Dagmar Clothier, námsfrøðingur og bólkaleiðari, at greiða frá um okkara Time Out bólkar. Time Out eru ætlaðir børnum og ungum millum 12-18 ár, ið hava foreldur ella systkin við sálarsjúku.

Skrá:

19.00: Vælkomin

19.05: Ávirkanin, sum virði um autonomi kann hava á møguleikan hjá avvarðandi at stuðla sínum kæru – v/ Janu Mortensen námslektari á Fróðskaparsetri Føroya og mammu.

19.35  TIME OUT bólkar – v/ Dagmar Clothier, námsfrøðingur og bólkaleiðari

20.00: Steðgur

20.10: Aðalfundur

Skrá er sambært viðtøkum felagsins:

– Val av orðstýrara

– Ársfrágreiðing forfólksins

– Framløga av granskoðaðum roknskapi fyri seinasta rakstrarár felagsins

– Møguligar lógarbroytingar

– Innkomin mál

– Limagjald fyri komandi ár

– Nevndarval

– Val av grannskoðara

– Ymiskt

Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi sjey dagar áðrenn aðalfundin.

Stilla upp í nevndina

Hevur tú hug at vera við í arbeiðinum at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra, varpa ljós á sálarheilsu og skipa fyri tiltøkum og átøkum? Stilla so upp í nevndina hjá Sinnisbata.

Ynskir tú at stilla upp í nevndina og hevur spurningar hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á sinnisbati@sinnisbati.fo ella ringja á 597913.

be2f037e-2c12-4e78-b099-35f01ef75374

AÐALFUNDUR HJÁ SÓLSTRÆTI

Innkallað verður til aðalfund hjá sjálvsognarstovninum Sólstræti, sum Sinnisbati varðar av.

Aðalfundurin verður hildin mikudagin 14. juni 2023 kl. 15.00 – 16.00 í hølunum hjá MEGD við Íslandsvegin 10c.

Skrá sambært viðtøkum.

 

be2f037e-2c12-4e78-b099-35f01ef75374

SINNISBATI HEVUR FINGIÐ NÝGGJA NEVND

(Frá vinstru: Elisabeth Carlsson, Joan B. Poulsen, Súsanna Olsen, Vivian Sjóðklett, Oda Jóhansdóttir, Margretha Poulsen, Súsanna Herdalur Tausen, Minna Sólfinnsdóttir og Rannvá Dam í Baiansstovu. Erla Matras Jensen og Rógvi Fossádal vanta á myndini)

Tann 28. Februar 2023 var aðalfundur í Sinnisbata, og nógv fólk vóru møtt upp í hølunum hjá Megd hetta kvøldið.

Súsanna Olsen forkvinna legði fram sína forkvinnufrágreiðing, har hon legði dent á virksemið í farna nevndarári. Tað hevur verið eitt virkið nevndarár við fleiri tiltøkum, átøkum og bókaútgávu. Harumframt kundi Sinnisbati hátíðarhalda 40 ára stovningardag. Súsanna rósti eisini nýggja ungmannafelagnum hjá Sinnisbata, Sinnisbati Ung, sum hevði stovnandi aðalfund í februar 2022. Tey hava verið sera virkin og sjónlig á ymisku miðlunum, og verið við til at varpa ljós á sálarheilsuna hjá ungum.

Ársfrágreiðing er tøk her

Í nevndini hjá Sinnisbata kunnu 7 nevndarlimir sita og í minsta lagi 2 tiltakslimir. Til aðalfundin stóðu 5 av 7 nevndarlimir fyri vali, og øll stillaðu uppaftur. Harafturat vóru tvey nýggj andlit, sum stillaðu upp.

Sinnisbati hevur altíð tørv á góðum kreftum, og eru heili 11 nevndar- og tiltakslimir í nýggju nevndini.

Á fyrsta nevndarfundi 7. mars skipaði nevndin seg soleiðis:

– Súsanna Olsen, forkvinna
– Oda Jóhansdóttir, næstforkvinna
– Súsanna Herdalur Tausen, skrivari
– Rannvá Dam í Baiansstovu, kassameistari
– Erla Matras Jensen, nevndarlimur
– Vivian Sjóðklett, nevndarlimur
– Minna Sólfinnsdóttir, nevndarlimur
– Margretha Poulsen, tiltakslimur
– Joan B. Poulsen, tiltakslimur
– Elisabeth Carlsson, tiltakslimur
– Rógvi Fossádal, tiltakslimur

Nýggja nevndin er til reiðar at fara til verka til eitt nýtt og spennandi nevndarár, har nógv virksemi er á skránni.

be2f037e-2c12-4e78-b099-35f01ef75374

Nýggj nevnd er vald

(Frá vinstru: Joan Pousen, Elisabeth Carlsson, Súsanna Olsen, Oda Jóhansdóttir, Margretha Poulsen, Erla Matras Jensen og Rannvá Dam Thomsen. Vivian Sjóðklett og Súsanna Herdalur Tausen).

22. februar var ársaðalfundin í Sinnisbata hildin í MEGD-húsinum á Íslandsvegi 10C í Tórshavn.

Súsanna Olsen, forkvinna, legði fram sína formannsfrágreiðing, har hon legði dent á stóra virksemið, ið hevur verið seinasti árið, hóast virksemið hevur verið rakt av korona. Hon takkaði fyri stóra vælvildin og stuðulin, ið felagið upplivdi, tá Sinnisbati saman við KRIS, høvdu stóra sjónvarpsinnsavningartiltak í Kringvarpinum 6. novembur 2021.

Formannsfrágreiðing og ársfrágreiðing frá skrivstovuni, verður í næstum teldutøk á heimasíðuna.

Nýggj nevnd bleiv á fundinum vald, og fleiri takkaðu fyri seg. Millum onnur Tummas Thomassen, ið hevur verið virkin í Sinnisbata í nærum 30 ár. Vit takka honum fyri alt tað hann hevur givið og verið fyri felagið. Hansara arbeiði hevur gjørt stóra mun gjøgnum øll hesi árini. Vit vilja somuleiðis takka Elin Hansen fyri hennara arbeiði seinasti árini, nú hon ikki stillaði upp aftur.

Vit bjóða trý nýggj anlit vælkomin: Joan Poulsen, Elisabeth Carlsson og Rannvá Dam Thomsen.

Á fyrstu nevndarfundinum, 1. mars, skipaði nevndin seg soleiðis:

  • Súsanna Olsen, afturvald sum forkvinna
  • Oda Jóhansdóttir, afturvald sum 2. næstforkvinna
  • Erla Matras Jensen, afturvaldursum 2. næsforkvinna
  • Súsanna Herdalur Tausen, vald sum nevndarskrivari og kassameistari
  • Vivian Sjóðklett, nevndarlimur
  • Rannvá Dam Thomsen, nevndarlimur
  • Joan Pousen, tiltakslimur
  • Elisabeth Carlsson, tiltakslimur

Nevndin er til reiðar at fara til verka við eitt nýtt og spennandi nevndarár, har nógv áhugavert virksemi er á skránni. Millum annað fyllir Sinnisbati 40 ár 24. mai.

Meira verða at frætta leypandi á heimasíðu felagsins og á Facebook-síðuni hjá felagnum

be2f037e-2c12-4e78-b099-35f01ef75374

Stovnandi aðalfundur í Sinnisbata Ung (SBU)

Mánakvøldið 14. februar kl. 19 verður stovnandi aðalfundur í Sinnisbata Ung. 🥳
Sinnisbati Ung er ungmannafelagið hjá Sinnisbata. Vit vilja vera við til at varpa ljós á lívið við sinnisligum sjúkum, órógvi og avbjóðingum. Vit vilja økja um vitanina um sálarheilsu hjá ungum í Føroyum og arbeiða fyribyrgjandi. Vit vilja bróta tøgnina og niðurbróta tabu viðvíkjandi psykiatriskum diagnosum.
Øll ung millum 15 og 30 ár eru vælkomin at gerast partur av nýggja felagnum. Vit bjóða ein tryggan felagsskap, har pláss er fyri øllum, eitt fordómsleyst og viðurkennandi stað, við rúmi til bæði stuttleika og álvara og spennandi og mennandi tiltøkum og átøkum, ið eru sálarheilsufremjandi, rúmlig og upplýsandi.
Aðalfundurin verður hildin  14. februar kl. 19 í MEGD húsinum á Íslandsvegi 10C í Tórshavn.
Øll eru hjartaliga vælkomin á gátt.
Hevur tú hug at gerast limur í Sinnisbata Ung, ber tað til her: Sinnisbati Ung (SBU).
Tað kostar 100 kr. um árið.
Øll yvir 30 ár, kunnu gerast studulslimir.
Vit síggjast! ✨