SInnisbati á ferð

Valskrá 2019: Sálarsjúka er ikki eitt val – politikkur er!

Sinnisbati, áhugafelag teirra ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra, ynskir at sálarheilsa og psykiatriska økið verða sett høgt á dagskránni hjá politisku flokkunum og valevnunum í komandi valstríðnum.

Felagið hevur tí í eitt tíðarskeið arbeitt miðvíst við nøkrum kjarnumálum, sum felagið ynskir, at politisku flokkarnir og valevnini geva gætur í sínum valstríði. Úrslitið er ein valskrá við fimm høvuðspunktum við tilhoyrandi undirpunktum. Evnini eru: Besta hjálpin, fyribyrging, avvarðandi, viðgerðatrygd og útgreining og opinleiki um sálarsjúku og kunning.

Valskráin inniheldur mál og ynskir, sum Sinnisbati heldur hava alstóran týdning fyri góðsku, trygd og virðing á sálarheilsuøkinum.

Sinnisbati heitir á politisku flokkarnar og valevnini um at orða ein politikk innan psykiatriska økið og at arbeiða fyri batum á hesum øki í komandi setu.

Yvirskriftin á valskránni hjá Sinnisbata er “Sálarsjúka er ikki eitt val – politikkur er”.

Komandi vikurnar fer felagið at vísa á ynskini, sum eru í valskránni, á sosialu miðlunum og á heimasíðuni hjá felagnum www.sinnisbati.fo

Tú kanst taka valskráin niður við at trysta á myndina niðanfyri.


SInnisbati á ferð

Laura Apol er aftur úr barnsburðafarloyvi

Laura Apol, sum í august í fjør fór í farloyvi úr starvinum sum aðalskrivara í Sinnisbata, er aftur á kóntórinum. Turið Maria Jóhansdóttir varð sett í tíðaravmarkaðstarv fyri Lauru í farloyvistíðini. Sinnisbati takkar Turið Maria fyri sítt arbeiði fyri og í felagnum. Turið Maria hevur verið ein stór styrki, og hevur gjørt eitt megnar arbeiði í at menna felagið hesi tíðina. Hon hevur skipað fyri stórum tiltøkum og verkætlanum, og røkt starvið væl. Vit ynskja henni blíðan byr framyvir 🙂

SInnisbati á ferð

SUMMARFERIA!

Góðu limir og samstarvsfelagar!
Sinnisbati er farin í summarferiu fram til 15. august, MEN um átrokandi boð eru, ber til at ringja til okkum á 597913! Til ber eisini at senda teldupost til sinnisbati@sinnisbati.fo. So svara vit skjótast til ber!

Vit vóna tit øll fáa eina góða summarferiu við øllum góðum – og ikki minst við nógvari sól! 🙂

SInnisbati á ferð

Nýggj, krútsterk nevnd

27. mars var aðalfundur í Sinnisbata, og sostatt eisini nevndarval.

Beinta V. S. Henze og Vida A. Højgaard hava takkað fyri seg, og takka vit teimum hjartaliga fyri teirra arbeiði í felagnum. Nógv nýggj andlit eru at síggja í nevndini hjá Sinnisbata – tað gleðast vit um og bjóða vit teimum hjartaliga vælkomnum. Hesi eru Turid Christoffersen, Anna Malan Jógvansdóttir, Jógvan Thomassen, Elin Hansen, Gunnhild Persson og Alice Simonsen.

Á fyrsta nevndarfundi skipaði nevndin seg soleiðis:

Forkvinna: Róa Midjord heldur fram sum forkvinna
Næstforkvinna: Marjun J. Henze heldur fram sum næstforkvinna
Peningarøkil: Tummas Thomassen heldur fram sum peningarøkil
Skrivari: Anna Malan Jógvansdóttir er nýggj í nevndini og er skrivari
Nevndarlimir: Erla Matras Jensen, Súsanna Olsen og Turid Christoffersen
Tiltakslimir: Ragnar Petersen, Margretha Poulsen, Jógvan Thomsen, Elin Hansen, Gunnhild Persson og Alice Simonsen

Nevnd og skrivastova gleða seg til eitt nýtt, spennandi ár.

SInnisbati á ferð

Skráin fyri Lívið tætt at sálarsjúku

Skrá

13.00:     Setan
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, setur ráðstevnuna

13.10:     Hvussu rakar sálarsjúka avvarðandi?
Erling Fles, sálarfrøðingur

13.30:     Saman um sálarsjúku
Joan Sørinardóttir og Anna Malan Jógvansdóttir

13:50:     Tá børn eru avvarðandi
Kristianna Lund Dam, granskari

14.15:     Avvarðandi makar
Óluva Zachariassen prátar við Hans Arna Olsen, Magna Højgaard og Hans Tórgarð

14.50:     Støðgur

15.10:     Sálarsjúka, parlag og kynslív
Charlotte Englund, kynslívsfrøðingur og –vegleiðari

15:55:     Sálarsjúka í barnahædd
Laura Kathrine Apol, rithøvundur

16:10:     Avvarðandi – leiklutur, tørvur og møguleikar
Óluva Zachariassen skiftir orð við
– Olgu Mariu av Skarði, ergoterapeutur í Almannaverkinu
– Erling Fles, sálarfrøðingur
– Maria Andreassen Henze, avvarðandiumboð á Psykiatriska deplinum
– Eydna Iversen Lindenskov, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á Psykiatriska deplinum

17:00       Liðugt

SInnisbati á ferð

Bubu á ferð

Føroyskt átak, við føroyingum, kring um í Føroyum á súkklu, og við smáum konsertum við føroyskum sangum. Hetta eru eyðkennini fyri nýggjastu verkætlanina hjá Klovninum BUBU, sum saman við fleiri fara at súkkla kring um í Føroyum, fyri at savna inn pening fyri børn í Føroyum.

“BUBU á ferð”, ið verkætlanin kallast sær dagsins ljós mikukvøldið undan Summarfestivalinum, tá ið súkklarnir leggja leiðina av Viðareiði til Klaksvíkar, og væntandi koma á bátabrúgvarnar um 20.00 tíðina. Tá ið toymið kemur til Klaksvíkar, fer BUBU at syngja nakrar sangir, eins og at tað verður sagt nakað um verkætlaina, sum í ár verður savnaður peningur inn til, eins og at áhoyrarnir kunnu lata eitt oyra.

Tað er soleiðis at Klovnurin BUBU hevur í eina tíð hugsa um at gjørt eitt súkklulið, ið súkklar ymsastaðni í Føroyum, og varpar ljós á viðurskifti ið hava við børn og ung at gera, og sum á ein hvønn hátt, kanska ikki fáa nokk rúmd og umrøðu, men sum veruliga hava tørv á bæði umrøðu og fíggjarligum stuðli.

Í ár fer allur stuðulin, ið latin verður, bæði av Kommunum, fyritøkum, stovnum og einstaklingum til hesar verkætlanirnar: Barnabati, Tú &  Eg Ráðgevingin. Sinnisbati, Time Out. Blái Krossur, Øll hava rætt til góð barnaár.

Eyðkennini fyri nøkur av hesum áhugafeløgum og felagsskapum er, at almennurstuðul ofta verður veittur tá ið skaðin er hendur, ella fólk eru komin í svárar avbjóðingar. Við teimum verkætlanum BUBU og vinir hansara fara at savna inn til nú, ber til hjá hesum felagsskapum og áhugafeløgum at møta trupuleikanum tíðliga, og vónandi kunna hjálpa áðrenn skaðin er ov umfatandi ella ger ov nógv um seg, so at øll børn í Føroyum, kunnu fáa trygg og góð barnaár, merkt av umsorgan, gleði og stuttleika.

BUBU, vinir hansara og súkklufelagar ynskja heilsa, at til ber at fylgja við á facebook Klovnurin BUBU og undir hendingini BUBU á ferð, har eisini kunning um møguleikar at luttaka, stuðla og annað sæst.

Vónandi vísa eisini øll í ferðsluni ábyrgd, tá ið súkkluliðið við vaksnum súkklarum er á ferð, og tá ið børnini koma luttaka seinasta teinin til málið, nú mikukvøldið í Klaksvík. Fleiri túrar verða gjørdir, men lýst verður nærri aftaná fyrsta túrin, hvar og nær súkkla verður.

SInnisbati á ferð

Time Out byrjar aftur í næstum

Sinnisbati hevur tey seinasta tvey árini skipað fyri avvarðandibólkum fyri børnum og ungum, sum eru avvarðandi at fólki við sálarsjúku. Vit hava nú skipað fyri trimum avvarðandi bólkum, afturmeldingarnar frá teimum, ið hava verið i bólki, eru sera góðar.
Bólkarnir verða stuðlaðir av tveimum fakfólkum, sum hava serkunnleika innan økið.

Um mamman ella pápin hava sálarsjúku, kann tað verða trupult at vera barn, og tað kann eisini verða torført at tosa við vinfólk ella familjun um tað. Somuleiðis kann tað vera ringt at vera systkin at einum, sum hevur sálarligar avbjóðingar, tí hetta ofta fyllir nógv hjá allari familjuni.

Tilboðið hjá Sinnisbata er eitt “hvílirúm” hjá børnum og ungum, har tey fáa eitt stað, har tað ber til at tosa við onnur í líknandi støðum, og saman við stuðlandi fakfólkum. Tilboðið eitur “Time Out”, tí hetta er staðið, har tey ungu kunnu siga “time out” frá gerandisdegnum og slappa av, tosa um tingini, deila royndir, men eisini eitt stað, har tey kunnu hava tað stuttligt saman og hugna sær.

Vit ynskja at so nógv fólk sum møguligt fáa kunning um “Time Out”, so tey, sum hava hug og tørv á tí, kunnu fáa eitt pláss í fyrsta bólkinum, sum byrjar mikudagin 21. september kl. 16-18 í hølunum hjá Sinnisbata. Har eru avmarkað pláss í bólkinum, so tilmelding fer fram eftir “først til mølle”-prinsippinum.

Freistin at melda til er 15. august!

Til ber at lesa meira um tilboðið, og melda seg til umvegis tilmeldingarskjalið á heimasíðuni hjá Sinnisbata, http://sinnisbati.fo/taenastur/sjalvhjalparbolkar-fyri-avvardandi/time-out/. Um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, kanst tú ringja til Sinnisbata á tlf. 59 7913 ella skriva til okkum á sinnisbati@sinnisbati.fo, ella umvegis Facebook.

SInnisbati á ferð

Sinnisbati hevur opið hús ólavsøkuaftan

Fyri fyrstu ferð letur Sinnisbati dyrnar upp á ólavsøku. Tað verður ólavsøkuaftan frá kl. 14-18 í hølunum hjá felagnum á Laðabrekku 1 í Tórshavn.

Vit fara at selja kaffi, te, køku og vaflur.

Eisini ber tað til, hjá børnum, at mála sítt egna ólavsøku flagg.

Harumframt verður tað møguligt at keypa lutaseðlar fyri 25 kr. pr. stk. Vit ganga runt í Havn og selja lutaseðlar og inni hjá okkum. Nógvar góðar vinningar eru!

Allur stuðul fer beinleiðis til Sinnisbata, sum arbeiðir fyri at bøta um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Góða ólavsøku!

 

SInnisbati á ferð

Turið Maria er sett í starv sum aðalskrivari í Sinnisbata

Turið Maria Jóhansdóttir er sett í farloyvisstarvið sum aðalskrivari í Sinnisbata. Hon byrjar í starvinum 1. august 2018.

Turið Maria er 31 ár, býr í Tórshavn, og hevur útbúgving innan sosiologi og sosialt arbeiði. Hon hevur í fleiri ár arbeitt í áhugafelagsskapum við fyrisiting og samskipan av størri og minni tiltøkum. Harumframt hevur Turið Maria stóra vitan innan sosiala og sálarliga økið í Føroyum, og hevur somuleiðis stóra vitan um politisk og samfelagslig viðurskifti.

15 umsóknir komu inn til farloyvisstarvið sum aðalskrivari í Sinnisbata.

Turið Maria Jóhansdóttir er sett i starv fram til 1. juli 2019, tá Laura Apol væntandi kemur aftur úr barnsburðarfarloyvi.

Turið Maria fer at hava ábyrgd av dagligu umsitingini í felagnum, leiðslu og samskipan av størri verkætlanum og tiltøkum, umframt átøkum og kunningararbeiði. Harumframt kemur hon at arbeiða við limarøkt og fundraising.

SInnisbati á ferð

Aðalskrivari felagsins fer í farloyvi

Laura Apol, aðalskrivari felagsins fer í farloyvi frá 1. juli fram til 1. juli 2019

Laura hevur seinasta árið starvast á skrivstovuni hjá Sinnisbata í Laðabrekku í Tórshavn, sum aðalskrivari, har hon hevur haft ábyrgd av dagligu umsitingini, samskipað tiltøk, verkætlanir og annað virksemi í felagnum í samstarv við nevndina í felagnum.

Komandi mánaðirnar fer Laura at gera sítt spesiali í stjórnmálafrøði liðugt, og í september fer hon í barsilsfarloyvi. Eftir ætlan kemur Lauru aftur í starvið 1. juli 2019.

Frá 1. august verður nýggjur aðalskrivari settur í farloyvisstarv hjá Sinnisbata. Freistin at søkja starvið er 1. juli 2018 á middegi. Nærri kunning kann lesast á heimasíðu felagsins www.sinnisbati.fo.