SInnisbati á ferð

Innarlig áheitan til ovastu mynduleikar landsins: Tað er als ikki nøktandi

Sinnisbati hevur fyrrapartin í dag sent skriv til Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu- og Innlendismálum og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum viðvíkjandi frágreiðingina frá Løgtingsins Umboðsmanni (LUM) sum bleiv almannakunngjørd tann 25. juni 2018, viðvíkjandi umstøðunum hjá børnum, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin.

Í skrivinum vil felagið Sinnisbati minna á týdningin av, at frágreiðingin verður tikin í alstørsta álvara, soleiðis, at vit í Føroyum ikki hava børn og ung sum detta niður ímillum, men fáa tað hjálp teimum tørva.

Til dømis verður har sambært frágreiðingini hjá LUM mælt til, at børn ikki verða innløgd saman við vaksnum, tí tørvurin ikki er tann sami hjá børnum sum hjá vaksnum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at avvarðandi landsstýrisfólk verður upplýst um hetta.

Í 2016 handaði Sinnisbati landsstýriskvinnuni í Heilsu- og Innlendismálum á fundi eitt tilmæli við 13 punktir, har felagið millum annað vísti á, at tað ikki er hóskandi at børn og vaksin eru innløgd saman, tí tørvurin á viðgerðum eru ymiskir fyri hesar patientbólkar. Somuleiðis vísti Sinnisbati á, at um loysn ikki kann finnast, má metast um, hvørt nýggj loysn uttanfyri Psykiatriska deplin má finnast, soleiðis at børn og vaksin sum eru innløgd fáa nøktandi karmar og tilboð at virka undir.

Eisini í juli í fjør sendi Sinnisbati eitt bræv til landsstýriskvinnuna í Heilsu- og Innlendismálum, har viðmerkingar vóru til frágreiðingina LUM tá kom við viðvíkjandi ónøktandi umstøðurnar á psykiatriska deplinum. Har bleiv somuleiðis víst á manglandi arbeiðsorkuna í mun til barna- og ungdómspsykiatriska økið.

Sjálvt um batar eru komnar í, er tað er als ikki nóg gott. Somuleiðis má tað ONGANTÍÐ vera tað fíggjarliga sum er orsøk til tess. Vit mugu og skulu hjálpa okkara ungum her á landi á best møguligan hátt, soleiðis at tey seinni kunnu vera við til at styrkja um samfelagið.

Vit vilja sum felag stuðla undir atfinningunum sum LUM kemur fram til í sína frágreiðing, sum bleiv kungjørd fyrradagin. Longu í ár hevur Sinnisbati met í áheitanir viðvíkjandi børn og ung undir 18 ár, sum hava sálarligar líðingar at stíðast við. Frá januar í ár til og við dags dato, hava vit fingið ikki færri enn 17 áheitanir inn frá avvarðandi og stovnar, sum hava tørv á hjálp og kunning. Sigast skal, at Sinnisbati ofta er har borgarar venda seg til seinast – ofta tá tey hava roynt aðra staðni.

Í skrivinum sent landsstýriskvinnunar fyrrapartin í dag, verður somuleiðis skrivað:

”Tað ber ikki til, at játtanin til økið ikki er nøktandi, og at har ferð aftaná ferð eru undanførslur frá myndugleikum. Hetta er eitt øki, sum vit sum samfelag ikki hevur ráð til at undirraðfesta. Enn einaferð víst til tilmælið, sum Sinnisbati handaði landsstýriskvinnuni á fundi í Heilsu-og innlendismálaráðnum 25. oktober 2016, vilja vit sum stendur í punkt 9, vísa á tydningin av, at sálarliga økið verður javnsett við somatiska økið tá talan er um játtanir og tað neyðugu hjálpina.”

Um ikki neyðugu tilboðini er til taks í Føroyum, so er tað neyðugt at finna hjálpina og tilboðini aðrastaðnis, eitt nú uttanlands. Sjálvt um vit sum felag helst høvdu ynskt, at tilboðini vóru at fáa í Føroyum, mugu vit ásanna, at so er ikki í løtuni í fleiri førum, sum eisini Almannaverkið og Psykiatriska depilin hava víst á í viðmerkingarskrivum sent út alment 25. juni 2018 og 26. juni 2018.”

Við skrivinum vil Sinnisbati innarliga heita á ovastu mynduleikar landsins, at taka frágreiðingina hjá Løgtingsins Umboðsmanni í størsta álvara, og veruliga lurta eftir serfrøðingum á økinum, sum rópa varskó, og hyggja innat – hava vit ráð til at børn og ung detta niður ímillum og ikki fáa nøktandi hjálpina, soleiðis at tey aftur kunnu virka í samfelagnum á jøvnum føtum við øðrum? Svarið er einfalt, nei.

SInnisbati á ferð

Vit biða um umbering…

Vegna nevndina í Sinnisbata, vil eg biðja um umbering fyri fleiri misskiljingum, sum vóru í tíðindaskrivinum, felagið sendi út 24. juni um kvøldið við sonevnda “Øksamálinum”. Eitt nú er tað ikki rætt, at tann eini sum er dømdur í málinum er dømdur forvaring – hann er dømdur eina viðgerðadóm, har hann kann fáa røttu hjálpina fyri sína sálarsjúku. Eisini er tað ikki rætt, at psykiastriski depilin í 2011 boðaði frá, at tey ikki kundu viðgerða unga mannin, sum hevur sálarsjúku. Hetta eru sekundær upplýsingar, vit hava frá miðlunum, men sum ikki eru rættar, og tað er sera harmligt, at byggja omaná pástandir, sum ikki eru rættar – tað vil felagið biðja um umbering fyri. Tá tað er sagt, stendur Sinnisbati við, at málið er sera syrgiligt, og at vit høvdu ynskt, at tann ungi maðurin, sum víst verður til, hevði fingið meira hjálp. Somuleiðis vóna vit, at eitt slíkt mál ikki verður endurtikið, tí tað er syrgiligt hjá øllum pørtum.

Vinaliga/Kind Regards
Laura Apol
Aðalskrivari/General Secretary
SInnisbati á ferð

Kundu vit sloppið undan?

Tað er ørkymlandi at hoyra, at eitt ungt menniskja er dømt til forvaring í eitt óavmarkað tíðarskeið.
Psykiatriski depilin gjørdi longu í 2011 vart við, at tey ikki vóru før fyri at viðgera viðkomandi persón. Í 2017
hendi nakað vanlukkuligt og í juni 2018 fall dómurin í sokallaða “Øksamálinum”. Á síðulinjuni sita fólk, sum
eru avvarðandi, tann sum hevur verið fyri ágangi, viðgerðar og røktarfólk, og spyrja hvussu hetta kundi
henda?
Sinnisbati er fegin um avgerðina, at vit í Føroyum ikki senda okkara psykiatrisku sjúklingar av landinum
longur, og slettis ikki ung undir 18 ár. Tað er so jaligt, at vit eru farin burtur frá hesum, og taka ábyrgd fyri
okkara egnu, sum hava sálarsjúku her á landi.
Tó vita vit eisini, at á teimum flestu depilunum á LSer ikki gjørligt at bjóða allar serviðgerðir, og hetta er
eisini galdandi á psykiatriska deplinum, ella eind undir Almannaverkinum, ið varðar av fólki við sálarsjúku..
Tað sum undrar okkum í Sinnisbata er, hví hesin ungi maður, sum longu í 2011 fekk akutta álvarsama
sálarsjúku staðfesta, ið krevur serðviðgerð, ikki hevur fingið ta hjálp honum tørvar, eins og aðrir
bráðfeingins sjúklingar her á landi, tey seinastu 7 árini. Vit senda fólk til viðgerðar á Ríkissjúkrahúsinum og
aðrastaðni uttanlands fyri hundraðtals milliónir árliga, og henda upphæddin veksur alsamt. Ungi maðurin,
sum í Føroya Rætti er dømdur, hevur verið álvarsama sjúkur í 7 ár ella meira. Í staðin fyri at senda hann (í
øllum førum nakað av tíðini) hagar hann kundi fingið skikkaða langtíðar psykiatriska viðgerð, verður
maðurin viðgjørdur í eini skipan, sum í hesum føri vísir seg ikki at hava megnað tað rættiliga.
Ein kundi eisini spurt, hvat vilja vit her á landi við okkara heilsuverki og almannaverki – um so sjúkir
tannáringur, og ein nú ungur maður ikki kann fáa alla ta hjálp honum tørvar? Vit í Sinnisbata vilja fara so
langt, sum at spyrja: “Hava hesir stovnar og allir aðrir viðkomandi føroyskir myndugleikar fingið eina skøvu í
sín legitimitet og spælt fallit her?” At hjálpa hesum unga manninum er sjálvsagt kjarnuuppgávan og tað
vælferðartænasturnar og viðkomandi almennu stovnarnir eru til fyri.
Ein sera óheppin avleiðing av slíkari hending, sum mann kundi sloppið undan, eru, at allir fordómar, tabu
og stigma, ið Sinnisbati sum áhugafelagsskapur arbeiðir við at basa, fáa eitt ordans bakkast. Hóast massivar
lýsingarherferðir uttanlands og her heima um at sálarsjúka er eins fjølbroytt og ófarlig fyri samfelagið og
nærsambond, og somatiskar sjúkur, fær skarpan gang . Hetta málið hevur við sær, at nógvir fordómar og
fávitska blussa upp aftur, og fólk blíva varin og bangin fyri fólki við sálarsjúku. SO sjúkur, sum hesin maður
er og hevur verið, er tíbetur rættiliga sjáldsamt, og er ein evarska lítil partur av hópinum, sum hava
viðgerðarkrevjandi sálarsjúku.
Tá ið gongdin í málinum er kannað og eftirmett til botns vóna vit í Sinnisbata, at hetta ongantíð hendir aftur
í Føroyum. Vit vóna somuleiðis, at sjúklingar við so álvarsligari sálarsjúku á jøvnum føti við aðrar sjúklingar
fáa skjóta og nútímans bráðfeingis viðgerð, ið teimum tørvar, og verða vard ímóti at gera skaða á seg
sjálvan og onnur.
Hetta skriv er ein áminning og innilig áheitan til okkara politiska vald um at uppraðfesta, serliga játtan til teir
stovnar, ið eru nevndir omanfyri, og seta tann pening av, sum er realistiskur og nøktandi til tilbúgvingar,
røkt og viðgerð av ungum fólki, sum hava álvarsama sálarsjúku.
Nevndin í Sinnisbata

SInnisbati á ferð

Aðalskrivari til Sinnisbata

Vilt tú vera við til at menna og standa á odda fyri Sinnisbata, áhugafelag teirra ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra í Føroyum?

Eitt áhugavert, mennandi og avbjóðandi farloyvisstarv sum aðalskrivari hjá Sinnisbata er leyst at søkja.

Um Sinnisbata

Sinnisbati er ein sjálvboðin áhugafelagsskapur hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Hvønn dag arbeiða vit fyri at bøta um korini hjá hesum fólkum, umframt at kunna um sálarsjúku og skipa fyri átøkum, sum kunnu lætta um gerandisdagin hjá teimum við sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Starvið

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi, áhugavert og avbjóðandi starv, har tú fer at hava stóra ávirkan á virksemið í felagnum. Tú fer, saman við nevndini, at hava ábyrgd fyri øllum virkseminum í felagsskapinum. Virksemið í felagnum er nógv økt síðstu árini, og økist framyvir. Hetta krevur, at tú ert før/ur fyri at hava nógvar bóltar í luftini samstundis – uttan at missa yvirlitið.

 

Sum aðalskrivari arbeiðir tú m.a. við

– At hava ábyrgdina av at avgerðir hjá nevndini verða framdar í verki.

– At kanna møguleikarnar fyri at fremja ynskini hjá nevndini.

– At økja um inntøkurnar hjá felagnum.

– At hava samband og samskifti við MEGD, myndugleikar, samstarvsfeløg og viðkomandi stovnar.

– At samskipa verkætlanir og tiltøk.

– At skriva kunningar- og tíðindaskriv.

– At sita í arbeiðsbólkum, sum umboð fyri Sinnisbata.

 

Vit ynskja hesar førleikar

– Tú hevur eldhuga fyri og kunnleika innan psykiatriska økið.

– Tú hevur gott innlit í føroysk politisk- og samfelagsviðurskifti.

– Tú dugir væl at málbera teg á føroyskum.

– Tú hevur góð samstarvsevni og er álítandi.

– Tú er fyrikomandi og sinnað/ur at traðka fram í miðlum um neyðugt.

– Tú er jalig/ur fyri at taka stig til nýggj tiltøk og brúka títt hugflog.

– Tú kann arbeiða sjálvstøðugt.

– Tú hevur góðan telduførleika.

– Tú er strukturerað/ur, hevur yvirlit og góðar førleikar fyri fyrisiting.

– Tað er ein fyrimunur, um tú hevur umsitingar- og leiðsluroyndir, tó ikki eitt krav.

 

Løn/setanartreytir

Starvið er eitt hálvtíðarstarv. Vit vænta, at tú kanst byrja í starvinum í seinasta lagi 1. august 2018.Lønin verður ásett sambært avtalu.

Meira fæst at vitað um starvið við at venda sær til Lauru Apol, á tlf 597913 ella sinnisbati@sinnisbati.fo

Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til Sinnisbata, umvegis teldupost til sinnisbati@sinnisbati.fo. Viðmerk “umsókn” á teldupostin.

 

Umsóknarfreistin er 1. juli 2018

GG! Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv frá 1. august 2018 til 1. juli 2019.

Meira kunning um arbeiðið hjá Sinnisbata kann finnast á heimasíðu felagsins: www.sinnisbati.fo

 

SInnisbati á ferð

Loppumarknaður í Sinnisbata, 24. mars 2018

Loppumarknaður verður í Sinnisbata 24. mars kl. 10-14 í hølunum hjá felagnum, Laðabrekka 1 í Tórshavn, omanfyri handlinum Hennara, beint við Café Natúr.

Í ár verður savnað inn til avvarðandiarbeiðið hjá Sinnisbata. Vit hava seinasta árini skipað fyri avvarðandibólkum fyri vaksin, børn og ung, og hetta arbeiðið/tilboðið ynskja vit at víðka.

Kom oman við lutum!

Hevur tú loppur, tú hevur hug at lata til endamálið, so ber til hjá tær at koma oman í Sinnisbata við lutum mikukvøldið 21. mars og hóskvøldið 22. mars millum kl. 17-19. Vinarliga boða frá áðrenn á telefon 597913 ella á sinnisbati@sinnisbati.fo, har tú sigur frá, hvat fyri lutir, tú hevur hug at lata til endamálið.

Tombola, og kaffi og køkusøla verður.

GG! Vinarliga hav við reiðan peningi! Allir pengar fara óskerdir til avvarðandiarbeiðið hjá felagnum!

SInnisbati á ferð

Sinnisbati hevur fingið nýggja nevnd

Mikukvøldið 21. februar var árligi aðalfundurin hjá felagnum Sinnisbata, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Forkvinna Róa Midjord helt eina formansrøðu, sum kann lesast á heimasíðu felagsins, sinnisbati.fo.

Róa tosaði millum annað á, at 2017 hevur verið eitt sera virkið ár fyri Sinnisbata bæði so og so. Vit hava verið í fleiri arbeiðsbólkum og skipað fyri fleiri stór tiltøk eitt nú 35 ára føðingardagshaldi, sum var 27. mai í Perluni og í Reinsarínum um kvøldið.

“10. oktober høvdu vit afturvendandi tiltakið, Altjóða Sálarheilsudagur. Í 2017 bleiv tað eitt nógv størri tiltak enn áður. Fleiri stovnar og feløg vóru boðin við sum samstarvsfelagar. Har vóru: Gigni, Dugni, Blái Krossur, Reyði Krossur, Fólkaheilsuráðið, Kringvarp Føroya (Røddin), Almannaverkið, KRIS, Fountainhúsið, psykiatriski depilin, Heilsurøktarafelagið og Rachel’s Vineguard. Tað bleiv eitt stórt tiltak í Østrøm í Havn, har fleiri fyrilestrar og tónleikur vóru. Har vóru eisini básar, har fólk kundu fáa kunning um feløg og stovnar. Hugsanin aftanfyri var at skapa eina heildarmynd av psykiatriska økinum á øllum økjum, ikki bara í mun til viðgerð. Har vitjaðu omanfyri 500 fólk ígjøgnum dagin. Sum nakað nýtt handaðu vit fyrstu sálarheilsuvirðislønina til ein ella fleiri, sum hava gjørt nakað serligt í mun til sálarheilsu. Tað bleiv Martin Kúrberg sum fekk heiðurin.”

 

Á aðalfundinum bleiv nýggj nevnd bleiv vald, og hevur skipað seg soljóðandi:

Róa Midjord: Forkvinna

Marjun J. Hentze: næstforkvinna

Tummas Tomassen: Kassameistari

Súsanna Olsen: Nevndarlimur

Ragnar Petersen: Nevndarlimur

Erla Matras Jensen: Nevndarlimur

Beinta Victoria Sigvardsen Hentze: Nevndarlimur

Tiltakslimir í felagnum gjørdust: Vida Akselsdóttir Højgaard, Margreta Poulsen og Sofie Buchhave.

Jana Mortensen, Anna Nolsøe Joensen, Olga Maria undir Skarði og Regin Jóanesarson stillaðu ikki uppaftur. Vit takka stórliga fyri teirra arbeiði í nevndini.

Á myndini síggjast frá vinstru fremst: Marjun Hentze, Róa Midjord, Thomas Thomassen. Aftast frá vinstru: Margretha Poulsen, Erla Matras Jensen, Ragnar Petersen, Súsanna Olsen, Beinta Sivertsen Hentze og Vida A. Højgaard. 

SInnisbati á ferð

Tá mamma verður ør – Kafékvøld í Sinnisbata um at vera avvarðandi barn at foreldrum við sálarsjúku

Mánakvøldið 12. mars kl. 19:30-21:30 verður aftur kafékvøld í Sinnisbata. Hesa ferðina viðgera vit evnið at vera avvarðandi barn at foreldrum við sálarsjúku.

Kristianna Dam, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, námslektari á Sjúkrarøktarfrøðideildini og ph.d.-lesandi, kemur at greiða frá síni nýggju gransking um at vaksa upp við foreldrum við álvarsamari sálarsjúku. Eisini fer hon at siga sína hugsan um týdningin av, at tosað verður tíðliga við børn um sálarsjúkur, nú barnabókin sum Sprotin hevur givið út, ”Tá mamma verður ør” júst er komin út um sama evni.

Eisini Dagmar Clothier, sum er námsfrøðingur og bólkaleiðari í Time Out, avvarðandi bólkur fyri ung, í Sinnisbata, kemur at greiða frá arbeiðnum við børnum og ungum, sum eru avvarðandi, og tankarnar tey hava, og týdningin av, at tilfar er til taks, sum viðgerð eitt slíkt evni.

Høvi verður til spurningar og kjak.

Kaffimunnur og kaka verður at fáa.

Bókin ”Tá mamma verður ør” verður til keyps til serprís hetta kvøldið – einans 100 kr. Alt yvirskotið av søluni fer óskert til Sinnisbata og avvarðandiarbeiðið.

Øll eru vælkomin!

SInnisbati á ferð

Aðalfundur í Sinnisbata og spennandi fyrilestur um tvingsul í psykiatriini

Við hesum verður kallað inn til árliga aðalfundin hjá Sinnisbata, mikudagin tann 21. februar 2018 kl. 19. Fundurin verður í hølum felagsins, Laðabrekka 1 í Tórshavn.

Dagsskrá sambært viðtøkum felagsins:

Aðalfundurin viðger hesi mál:

Val av orðstýrara

Ársfrágreiðing formansins

Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins

Møguligar lógarbroytingar

Limagjald fyri komandi ár

Nevndarval

Val av grannskoðara

Ymiskt

Umframt vanligu dagskránna, verður spennandi fyrilestur um tvingsil í psykiatriini v/ Tórmórði Stórá.

 

Hevur tú hug at gerast partur av nevndini í Sinnisbata?

– kom og verð partur av einum spennandi og mennandi arbeiði!

Vit hava altíð tørv á góðum fólki, sum hava hug at vera við til at bøta um korini hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Nevndin skipar saman við aðalskrivara felagsins fyri ymiskum kunnandi tiltøkum, sum til dømis árliga sálarheilsudagin 10. oktober og onnur upplýsandi tiltøk. Sum nevndarlimur hevur tú møguleiki fyri at umboða Sinnisbata á ráðstevnum í Føroyum og uttanlands, tú ert við til at mynda eitt virkið áhugafelag við nógvum fjølbroyttum uppgávum, og so ert tú við til at seta dagskránna á økinum og gera mun fyri nógv fólk, sum felagið hvønn dag varðar av. At vera nevndarlimur í Sinnisbata er spennandi, mennandi og avbjóðandi. Nevndarfund er 1 ferð um mánadin.

Sinnisbati hevur í løtuni eitt fast lønt starvsfólk, aðalskrivari felagsins, sum er sett hálva tíð. Umframt hetta hevur felagið eitt fólk í starvroynd nakrar tímar um vikuna. Hesi sita á skrivstovuni í Laðabrekku.

Øll eru hjartaliga vælkomin á gátt!

Vegna Sinnisbata

Róa Midjord, forkvinna

SInnisbati á ferð

Áheitarnarskriv: Virðiligar sømdir at virka undir

Mynd: Álvur Haraldsen

Vit eru nú í fimtu viku av verkfallinum, og enn tykist eingin semja at vera í eygsjón millum Føroya Pedagogfelag, KAF og Fíggjarmálaráðið. Tað er spell. Ikki bara hjá teimum nógvu familjunum, sum eru raktar, tí børnini ikki sleppa á stovn. Hetta hevur eisini sera neiliga ávirkan á støðuna hjá borgarum við sálarsjúkum og kropsligum brekum, sum búgva heima og hava tørv á sosialpedagogiskari hjálp. Fleiri teirra hava antin ikki fingið vitjan ella í minni mun enn teimum tørva. Tað er ofta nærum einasta samband hesir borgarar hava regluliga við umheimin, og vandin fyri afturstigi í teirra viðgerð er størri, jú longri tíð gongur uttan tann stuðul tey hava tørv á.

Somuleiðis eru mong, ið búgva á sambýlum og búfelagsskapum, eisini rakt av verkfallinum. Tey fáa ikki ta hjálp teimum tørvar og eiheldur tann tryggleika, ið eitt slíkt búpláss eigur at hava við sær. Tað er týdningarmikið, at hava virðing fyri tí arbeiði, sum hvønn dag verður gjørt á hesum økinum, og tískil skulu starvsfólk, har undir námsfrøðingar, sjálvsagt hava virðiligar sømdir at virka undir. Tað er eingin loynidómur, at námsfrøðisliga arbeiðið er nakað av tí týdningarmesta vit hava í samfelagnum, um tað so snýr seg um arbeiðið við børnum, ungum, vaksnum við serligum tørvi ella eldri. Sinnisbati vil við hesum enn einaferð heita á partarnir um at koma aftur til samráðingarborðið og finna eina semju, sum tænir øllum pørtum best.

Vegna nevndina í Sinnisbata

 

SInnisbati á ferð

Nýtt tilboð: Avvarðandi bólkur fyri menn

Sum nakað nýtt, verður avvarðandi bólkur fyri menn!

Ert tú, ella kennir tú ein, sum er avvarðandi at einum, sum hevur sálarsjúku? So er her eitt tilboð ætlað mannfólkum! Har er avmarkað pláss, so tað er um at tekna seg til sum skjótast. Freistin er 1. februar – har er eitt gjald uppá 300 kr.

Erling Fles, sálarfrøðingur, kemur at leiða bólkin, les meira um Erling her.

Nú er at tekna seg, tí avmarkað pláss er!

Avvarðandi bólkarn​i​r hjá Sinnisbata er​u​ bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast. ​Tey​ avvarðandi​ kunnu tosa opið og erligt um uppliving​ar​, trupul​leikar og kenslur, sum hava við teirra støðu sum avvarðandi at gera.

Bólkur fyri avvarðandi mannfólk.

Endamálið er:

– at møta monnum í líknandi støðu

– at læra hvussu ein kann handfara støðuna á ein gagnligan hátt

– at læra um avbjóðingar í mun til sálarligu støðuna hjá avvarðandi persóninum (psykoedukatión)

– at sleppa at seta orð á egnar tankar og kenslur í mun til egna støðu

Tað verður bygt upp við undirvísing, felagspráti, psykoedukatión og sosialum tiltøkum.

Freistin at tekna seg til er 1. februar 2018.

Les meira her.